Oddagrein
Afturvaldi forsetin í USA George W. Bush hevur tikið við embætinum fyri aðru ferð og dúgliga verður gitt, hvussu hetta skeið hansara fer at roynast USA og heiminum sum heild. Á ein hátt er tað ein nógv sterkari Bush, sum fyrradagin tók við embætinum sum heimsins mætasti maður. Hann er valdur við sera greiðum meiriluta, hann hevur ein tryggan meiriluta í umboðsmannatingi so væl sum senati og hann kann manna øll størv, serstakliga hægstu dómarastørvini við sínum fólki. Bush hevur lovað enn meiri skattalætta til miðal- og yvirstættinar, hann fer at privatsera almanna- og sjúkratryggingini, og hann fer at hála USA enn longur til høgru. Hetta er flestu eygleiðarar samdir um.
Eydnast hesin politikkur letur hann um fýra ár frá sær eitt land, ið er enn meira syndrað enn í dag, og hann letur frá sær eitt land við methøgari almennari skuld. Tað er nevniliga so, at skættalattin kann bert verða fíggjaður við halli á fíggjarlógini. Har eru eingir møguleikar fyri sparingum í ein mun, ið kann dekka minkandi inntøkurnar, sum standast av skattalættanum, hóast almannaúteiðslurnar verða skornar inn at beini. Kríggið í Irak og kríggið móti yvirgangi slúka ómetaligar upphæddir og alt verður fíggjað við lántøku. Bush tók eftir Clinton yvir eitt land við ongar almennari skuld. Eftir fýra árum er skuldin vorðin tann størsta í søguni og hon bert veksur við rikna politikkinum. Bush tók við eini tjóð, ið sum heild var samd um grundleggjandi demokratisk og humanitér virði. Eftir fýra árum stendur tjóðin spjadd, ósamd, frustrerað og stættarmunurin er størri enn nakrantíð.
Spenningur um uttanríkispolitikkin er lítil. Fer Bush at vera eins harðrendur og ófantaligur í hesum skeiðinum og hann var í tí farna? Tað er spurningurin. Einki bendir á, at Bush og stjórn hansara fara at vera mildari hesi komandi árini. Tað eru bert heykar kring forsetan í dag. Dr. Rice, uttanríkisráðharri, er høvuðsarkitekturin aftan fyri krígspolitikkin seinastu fýra árini. Nú hevur hon alt valdið á uttanríkispolitikkinum og stendur seg nógv betur við forsetan enn Powell gjørdi. Powell var í heilum úti í kuldanum, tí hann ikki kreyp fyri forsetanum, men royndi diplomatiskar og politiskar loysnir, har heykarnir vildu kríggj. Einki bendir á, at Dr. Rice fer at velja diplomati fram um kríggj. Rice og Romsfeld hava somu heimsmynd og tey verða illtonkt fyri at fyrireika álop á Iran. Tað eru heldur eingi tekin til, at nýggja Bushstjórnin fer at royna at koma til sættis við tey sameindu hjá USA í Europa. USA er vorðið so sterkt, at landinum tørvar ongar vinir. Hetta er ein vandamikil kós fyri USA eins væl og fyri heimin. Heimsins mætastu búskaparserfrøðingar meta, at Kina um tjúgu ár hevur yvirhálað USA búskaparliga. Slíkir spurningar tykjast als ikki at hava áhuga enn minni at órógva Bush stjórnina. Hon er upptikin av at føra kríggj úti og at skrúva tíðina aftur heima. Eingin hugalig framtíðarmynd hjá vesturheiminum.
Sosialurin











