?ddagrein· Føroysk ella donsk hjálp?

Allur bati bøtir, sigur eitt gamalt orð. Við hesum fyrndarorði í huga kundi tað fyri alt tað verið líkamikið, um peningurin, sum er savnaður í Føroyum, fer til tey neyðstøddu við einum donskum ella føroyskum spjaldri. Vit geva ikki fyri at kunnu rósa okkum av, hvussu nógv vit hava givið í mun til eitt nú grannar okkara. Hugsa vit soleiðis, so eru vit eins og fariserarin á sinni. Vit geva fyri at veita teimum neyðstøddu eina hjálpandi hond. Tá ið tey gomlu góvu og hjálptu, so hendi hetta oftast í loyndum. Hetta var fyri ikki at eyðmýkja móttakaran og fyri ikki at gerast sum farisearin.

Men vit liva í eini aðrari tíð, har alt er meira ella minni alment, eisini vælgerðin. Vit geva í fullum almenni. Øll skulu vita, hvussu gávumild og hjálpsom, vit eru. Soleiðis er mentanin vorðin. Hetta er ikki bert okkara fáfongd. Hetta er eisini fyri at eggja øðrum til at gera sum vit. Hetta er sostatt í grundini bara gott. Vit staðfesta enntá, at vit eru gávumildari enn eitt nú danir. Onkur fýlist so á, at okkara peningahjálp fer beinleiðis inn í samlaðu hjálpina hjá Danska Reyðakrossi. Føroysk ella donsk hjálp - er tað ikki eitt feitt, bara hjálpin kemur teimum, ið mest treingja til góðar? Svarið er ikki heilt einfalt. Vit halda, at henda atfinning ikki uttan víðari kann verða skúgvað til viks. Tað kann bara vera gott og gagnligt, ja, enntá upplívgandi hjá teimum neyðstøddu at frætta, at ein munagóður partur av peningahjálpini, sum er nýttur til tjøld, mat og heilivág, kemur úr einum so fjarskotnum og so lítlum landi, sum tey valla hava hoyrt um.

Tað kemst heldur ikki uttanum, at neyðhjálp eisini er politikkur. Vit eru júst í ferð við at taka eitt nýtt og avgerandi stig móti størri uttanríkispolitiskum heimildum. Við hesum í huga, átti føroyska hjálpin hjá Reyðakrossi at verðið eyðmerkt sum tað, ið hon er: nevniliga føroysk hjálp. Vit taka í hesum høpi als ikki undir við tí farra av chauvinistisku undirtónum, sum hava eyðkent okkurt av tí, sum er borið fram um hendan spurning. Men vit vilja halda fast við ta principiellu støðu, at føroysk hjálp skal veitast, sum tað hon er, nevniliga hjálp úr einum sjálvstýrandi landi í danska ríkinum. Hetta landið eitur sum kunnugt Føroyar og felagið eitur tí Reyðikrossur Føroya. Reyðikrossur Føroya eigur at fáa hetta í rættlag. Tað má kunna gerast, uttan at felagsskapurin skal seta á stovn eina dýra umsiting. Tað má kunna gerast eitt nú við, at danska meginfelagnum verður álagt at kunna móttakararnar um, at hesir og hasir partarnir av neyðhjálpini koma úr Føroyum, sum er sjálvstøðugt land í danska kongsríkinum. Reyðkrossur Føroya eigur í álvara at umhugsa hendan spurning.

At enda skulu vit loyva okkum at ynskja Reyðakrossi Føroya tillukku við skjótari og góðari hjálp og við einum stak vælfyriskipaðum og væleydnaðum innsavningartiltaki. Reyðikrossur Føroya eigur mikið rós uppiborið fyri vælútinnt verk í sambandi við sorgarleikin í Asia. Felagið hevur prógvað, tað er tann føroyski stovnur, sum tað almenna og tann einstaki føroyingurin skulu seta sítt álit á, tá neyðugt er við katastrofuhjálp úr Føroyum. Lat ongan iva vera um tað.

Sosialurin