Leygardagin í føstuinngangi verður forkunnug framsýning í Miðvági, sum Miðvágs Fornminnisfelag skipar fyri.
Felagið sigur soleiðis í tíðindaskrivi:
Miðvágs Fornminnafelag skipar fyri framsýning av gomlum myndum úr Miðvági leygardagin 5 februar 2005 frá kl. 15.00 til 21.00. Tær elstu myndirnar eru frá umleið 1890-1900, men flestu myndirnar eru persónsmyndir frá umleið 1930-1940. Absalon Joensen prestur hevur avmyndað. Nakrar forvitnisligar myndir eru av grindadrápi umleið 1910.
Høvið verður at síggja tekningar av gamla prestagarðinum í Jansagerði og øllum teimum bygningum sum hoyrdu til húsini. Harafturat eru skjøl um avgerðinar, tá íð prestagarðurin varð niðurtikin og uppisitarahúsini vóru flutt á prestagarðsgrundina til skjals.
Forminnafelagið skipar eisini fyri køkutombola og høvið verður at keypa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Atgongumerkir á 20,00.
Hendan dagin er ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin.
ej