sum, at hann knappliga hevði fingið ovmikið av tíð. At sita og lesa ella skriva vísti seg at vera ov lítið, so hann setti sær fyri at fara at gera okkurt til arbeiðis. Men tað var ikki bara sum at siga [...] so fór hann at gera tað. Hann fekk at vita, hvussu seglið skuldi vera og ein prøva sendandi, sum var gráur á liti. Tí helt pápi, at best mundi vera at brúka gráa ull, tí so varð tað lættari at arbeiða og [...] lint til, tá hon varð seymað á, um tað skuldi hent, at viðferðin fór at togna. T á summarið kom, hildu vit, at nú var tíð at fara ein túr við bátinum at royna seglið. Av verðisligum upplivingum man løtan
allar handilssamgongur, sum krevja, at vit lata rættindi fyri at fáa rættindi. Onkur vil enntá vera við, at ES er verkið hjá tí grábeinta sjálvum. Eg meini, at vit eiga at raðfesta internationalisering sera [...] mugu vera fyrireikaði uppá, at bæði Noreg og Ísland helst fara uppí ES einaferð í framtíðini. Ístaðin fyri at hugsa, at vit nokk skulu finna útav tí seinni, so eiga vit at taka spurningin upp so skjótt [...] átti tískil at verið settur á dagsskránna. Fara vit at hava ráð til at geva øllum føroyingum eina virðiliga eftirløn um 30 ár? Ella skulu vit geva teimum borgarum, sum eru undir 40 ár boð um, at tey ikki
Vónandi fer hon at eydnast so mikið væl, at hon kann halda fram. - Tað er so nógv lættari at ferðast við bussunum, tá ein skal til arbeiðis í miðbýnum. So sleppur ein nevniliga undan at hugsa um at finna sær [...] roynd, at lata allan ferðafólkaflutning vera ókeypis. Hetta fyri at fáa fleiri fólk at brúka kollektivu ferðsluna heldur enn bil. Av tí, at eingir ferðaseðlar skulu avgreiðast, verður roknað við, at bíðitíðirnar [...] varð tikin um, at bjóða fólki at koyra ókeypis við bussunum í eina tíð, fyri líkasum at fáa eina meting av, hvussu fólk taka undir við hesum tilboðnum. Onkur hevur enntá nevnt møguleikan, at fólk av bygd
ikki serliga samhaldsfast, men mær tykir, at tað er neyðugt at vísa á hetta, fyri at fáa tey, sum altíð fáa út í mun til tað, sum tey rinda inn, at síggja, at tær hægru inntøkurnar í flestu førum gjalda [...] lækkast. At lækka útgjaldið, sum sjómenn fáa úr ALS, verður ikki rópt so nógv um, men tað er av tí einføldu orsøk, at har betala sjófólk bert inn til ALS, men fáa at kalla einki út úr ALS. Ikki tí at lógin [...] støðu, at fiskimenn ikki skulu fáa úr kassanum. Sjálvur Hægstirættur hevur sagt, at stýrið fyri ALS eftir lógini kundi havt tikið ta mótsettu støðuna, t.v.s. sagt, at fiskimenn hava rætt til at fáa útgjald
Jákupsstovu sigur, at fundurin endaði úrslitaleysur. - Nei, enn er so langt ímillum partarnar, at her kom einki ítøkiligt burtur úr. Hann sigur, at generelt fyri strandalondini er, at tey krevja ein ov [...] fundinum á Hotel Hafnia samdust londini tó um at hittast aftur, tá ið NEAFC fer at hava fund, 10. november. - Tað er torført at siga, um nakað úrslit fer at spyrjast burtur úr tá, nú so langt framvegis [...] føroysku umboðini á partarnar um eisini at hyggja at øðrum viðurskiftum, nú svartkjafturin aftur var til viðgerðar. - Vit heittu á londini um eisini at hyggja at, hvønn týdning svartkjafturin hevur fyri
góð konsert. At eg merki, at onkur vil mær væl. At hoyra fólk rósa hvørjum øðrum. At fáa rós. At fáa eitt klemm ella ein muss. At eg eri til. At onnur eisini eru til. At hoyra onnur flenna. At drekka kaffi [...] stressar teg? Rokningar. At bíða eftir at sleppa út úr flúgvaranum. At keypa í støðum har sum tann ið avgreiðir, ger so skjótt av, at viðskiftafólkið aftanfyri meg noyðist at bíða eftir, at eg flytið meg, tí [...] nógv eftir hvat onnur siga, at man skal gera fyri at gerast dugnalig/ur, men ger tínar egnu royndir. T.d. tí at tað kann væl vera, at tað, sum loysir seg best fyri teg, er at venja 15 minuttir annan hvønn
við, at tað framvegis fer at verða soleiðis, at liðini - um tey so eru útilið ella heimalið - framvegis fara at leggja størsta dentin á at byrgja fyri, at mótstøðumenninir fáa mál, áðrenn tað fer at verða [...] Sunnudagin fæst at síggja, um býtið millum heimasigrar og útisigrar framvegis fer at verða so javnt, sum tað higartil hevur verið og harvið um tølini enn eina ferð fara at vísa, at tað at spæla á heimavølli [...] ber til, at tað er longri millum heimasigrarnar, enn tað kanska plagar at vera, kunnu tað ivaleyst berast fleiri sjónarmið fram um, og tað er heldur ikki víst, at talan er um gongd, sum fer at halda fram
altíð, at okkara sjónarmið samsvara við tey hjá ES. Fyri at nevna eitt dømi, er tað orsakað av Føroyum og Grønlandi, at Danmark er limur í altjóða felagsskapinum, IWC. ? Tað er onki yvir at dylja, at danska [...] atløgu fara vit at viðgera, hvussu føroyingar kunnu fáa víðkaðar heimildar at umboða okkum sjálvi í uttanríkispolitiskum málum. Løgmaður sigur, at endamálið við fundinum við Anders Fogh er at halda fram við [...] umsitingarligu ábyrgdina av teimum. Ætlar at taka Fogh upp á orðið Tá ið Anders Fogh helt sína setanarrøðu tann 1. oktober í 2001, segði hann, at hann ætlaði at virka fyri, at Føroyar og Grønland fingu størri heimildir
talan er um at bora á bretska landgrunninum, so bendir nógv á, at føroyskar vørur og tænastur fara at fylgja við. John Thorrogood sigur, at ætlanin er at gera West Navion út frá Runavík, tvs. at útgerðin [...] stjóri hjá BP, at teirra strategi er fyrst at bora Svínoyarbrunnin við Føroyar og síðani at bora Assynt-brunnin á bretska landgrunninum við teirri vón, at olja verður funnin í báðum og so at menna bæði feltini [...] Endamálið er at kunna útbyggja tvey felt í senn fyri harvið at kunna minka útreiðslurnar. Eisini kann slík útbygging hava við sær, at einstøku feltini nýtast ikki at vera so stór fyri, at tað kann løna
hugsast, at Føroya Sparikassi noyðist at seta enn meira av móti tapi. Hóast alvinnan nú merkir stór tap fyri Føroya Sparikassa, heldur Marner Jacobsen ikki, at Sparikassin hevur gjørt og nógv av við at fíggja [...] staðfesta, at ein stórur partur av eginpeninginum í alivinnuni er mistur. Og ein størri eginogn er eisin fortreytin fyri, at Føroya Sparikassi fer at lata fígging til alivinnuna. Marner Jacobsen metir, at lágu [...] lágu prísirnir fara at gera seg galdandi kanska eitt ár afturat, og tað fer at merkja, at fleiri alifyritøkur, sum ikki fáa nýggjan eginpening, eru í stórum vanda fyri at fara av knóranum. ? Men nú mugu vit