4. UMFAR SAMANUM
Heimaliðið vinnur oftast. Soleiðis plagar tað at vera tikið til, og soleiðis vísa søguligu tølini, at tað plagar at vera. Men í fýra teimum fyrstu umførunum í nýggju Formula kappingini hevur tað ikki verið soleiðis. Bara í sjey av tjúgu royndum higartil hevur tað eydnast heimaliðunum at fingið fult. Í sjey førum hava útiliðini farið til hús við øllum, og í seks uppgerðum hava liðini fingið eitt stig í part.
Bara í tveimum førum hevur verið talan um heimasigrar, sum hava verið størri enn eitt mál. Báðu ferðirnar hevur tað verið luturin hjá uppflytarunum í TB at leggja rygg til tapini, sum hava verið størri enn eitt mál. Í fyrsta umfarinum vunnu skálamenn 5-1 á TB, og í fjórða umfarinum var tað trífalda meistaraliðið HB, sum vann 3-1 á TB.
Í fyrsta umfarinum vóru tríggir sigrar á útivølli við einum máli. Í øðrum umfari var eingin útisigur, í triðja umfarinum var ein útisigur við einum máli, og í fjórða umfarinum vóru tríggir útisigrar. GÍ vann 1-0 í Vági, og B36 og Skála vunnu 2-0 í ávikavíst Fuglafirði og í Klaksvík.
Hvussu tað ber til, at tað er longri millum heimasigrarnar, enn tað kanska plagar at vera, kunnu tað ivaleyst berast fleiri sjónarmið fram um, og tað er heldur ikki víst, at talan er um gongd, sum fer at halda fram, sum kappingin fer at eldast, og úrtøkan og harvið orsøkin til sjálvsálit fer at verða ymisk. Men talan er í hvussu so er um áhugaverda staðfesting.
Nú er undirlagið alla staðni á leið tað sama. Inntil graslíkisvallirnir gjørdust vanligir í Føroyum fyri einum seytjan árum síðani, vóru undirløgini rættuliga ymisk, og tað var heldur ikki altíð soleiðis, at vallar longdirnar og breiddirnar vóru tær somu. Tað bar fyrimunir fyri heimaliðini við sær.
Harafturat var tað oftast væl longri millum stuðlarnar hjá útiliðunum, enn tað er nú á døgum, tá ið ferðamøguleikarnir eru títtari og betri, og tá ið stundirnar hjá fólki eru betri at fylgja felagnum, sum tað verður tikið undir við, kring landið, enn tað var í tíðini, áðrenn Føroyar gjørdust tað slagi av samfelag, sum talan nú er um. Tað hevur eisini nógv at siga.
Tá ið Skála týskvøldið við 2-0 sigri í Klaksvík setti punktum fyri fjórða umfarinum, vóru ivaleyst eins nógv viðhaldsfólk hjá Skála kring vøllin í Klaksvík, sum tað vóru KÍ viðhaldsfólk. Í hvussu so er vóru tey frá fyrsta bríksli eins mælsk, sum heimaáskoðararnir vóru tað, og sum tíðin leið, og heimaliðið lá undir, og gestirnir alt meiri vóru omaná, vóru skálafólkini í skýlinum meiri at hoyra, enn vónbrotnu klaksvíkingarnir og norðoyingarnir.
Spælararnir norðanfjørðs plaga at taka til, at umstøðurnar í Vági og á Tvøroyri eru øðrvísi, enn tær eru aðra staðni, men higartil hava úrslitini ikki víst, at tað hevur verið bági fyri gestirnar. VB hevur tríggjar ferðir verið á heimavølli í landskappingini og eina ferð í steypakappingini. Í einum landskappingardysti hava vágbingar vunnið (1-0 á HB) og í hinum trimum førunum eru gestirnir farnir við øllum. Higartil hevur TB bara eina ferð verið á heimavølli, og tá var úrslitið málleysur javnleikur ímóti B36.
Tilrættaleggingin
Tað kann hugsast, at ein av orsøkunum til, at úrtøkan hjá útiliðunum higartil hevur verið júst so stór, sum hon hevur verið hjá heimaliðunum, hevur verið tilrættaleggingina at gera. Altso at útiliðini serliga hava lagt dent á verjuspælið, og at vertirnir í snarálopum hava verið sektaðir, tá ið teir treytaleyst hava lopið á.
Í einstøkum førum hevur tað ivaleyst verið soleiðis. Men tað er torført at siga, tí gongdin í einstøku uppgerðunum valdast ógvuliga nógv, hvussu spælið tekur seg upp. Ella sum Allan Simonsen plagdi at taka til, at hvør einstakur dystur er ein søga fyri seg sjálvan, sum er treytað av so ógvuliga nógvum.
Í Fuglafirði sunnudagin og í Klaksvík týskvøldið var tað ikki serliga sjónskt frá fyrsta bríksli, at útiliðini vóru komin at vitja við tí fyri eyga at grava seg niður í og kring egnan brotsteig.
Í báðum førunum eydnaðist tað gestunum at leggja seg framum, og so ansaðu teir væl eftir, og so vórðu heimaliðini sektað eina ferð afturat, tá ið tað var tunnligt í verjuni. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað hevur so ógvuliga stóran týdning, hvør fær fyrsta málið. Tað er líka mikið, um tað er heimaliðið, ella um tað er útiliðið. Tað snýr seg um at fáa spælið at ganga eftir tínum treytum, og tað gerst best, tá ið tú ert komin framum.
Tí kann tað roknast við, at tað framvegis fer at verða soleiðis, at liðini - um tey so eru útilið ella heimalið - framvegis fara at leggja størsta dentin á at byrgja fyri, at mótstøðumenninir fáa mál, áðrenn tað fer at verða lagdur stórur dentur á sjálvur at søkja at og royna at fáa bóltin í málið aftanfyri málverjan hjá mótstøðumonnunum.
Fyrsta uppgerðin í fimta umfarinum var á skránni longu í gjárkvøldið, tá ið HB hevði vitjan av GÍ. Dýra biðjudag er einki á skránni hjá liðunum í bestu deildini. Skráin sunnudagin, tá ið fýra teir síðstu dystirnir í fimta umfarinum koma fyri, sær annars soleiðis út: Skála-VB, B36-KÍ, NSÍ-ÍF og TB-EBStreymur.
Sunnudagin fæst at síggja, um býtið millum heimasigrar og útisigrar framvegis fer at verða so javnt, sum tað higartil hevur verið og harvið um tølini enn eina ferð fara at vísa, at tað at spæla á heimavølli ikki longur er so gott útgangsstøði fyri góðum úrsliti, sum tað plagdi at vera.










