BÙSKAPUR
Støðan í alivinnuni er orsøkin til, at Føroya Sparikassi fyrstu seks mánaðirnar í ár almannakunngjørdi eitt hall upp á 54 milliónir krónur. Burturleggingar móti tapi fyri í alt 138 milliónir krónur vórðu gjørdar, og harav skyldast meginparturin skeivu gongdini í alivinnuni.
Forstjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, sigur, at Sparikassin sjálvandi ikki er nøgdur við gongdina. Men talan er um eina heilt serliga støðu.
? Hetta støðan er íkomin nýliga. Alivinnan hevur havt tað trupult við ILA í
longri tíð, men tað avgerandi var, tá ES avtók minstaprísin hjá norðmonnum. Hetta hevur gjørt, at prísgongdin er farin at ganga skeiva vegin, sigur Marner Jacobsen.
Minstiprísurin tryggjaði, at prísurin á aldum Atlantshavslaksi ikki fór undir 24
norskar krónur fyri hvørt kilo. Norra eigur nógv tann størsta marknaðarpartin í heiminum. Føroyskir alarar eiga um trý prosent av samlaða heimsmarknaðinum.
Síðani minstiprísurin varð avtikin, er prísurin farin heilt í botn. Framleiðslukostnaðurin í Føroyum er einar tjúgu krónur fyri hvørt kilo, og tað er tískil skjótt at rokna út, at føroyska alivinnan missir nógva pening í løtuni.
Prísurin hevur verið niðri á einum trettan krónum fyri hvørt, men er síðani farin nakað upp, men er framvegis ov lágur.
Og hvør króna í kiloprísinum er avgerandi fyri, hvussu stórt tap verður realiserað hjá Føroya Sparikassa av burturleggingunum í ár. Verður prísinum restina av árinum enn lægri enn higartil, so kann tað væl hugsast, at Føroya Sparikassi noyðist at seta enn meira av móti tapi.
Hóast alvinnan nú merkir stór tap fyri Føroya Sparikassa, heldur Marner Jacobsen ikki, at Sparikassin hevur gjørt og nógv av við at fíggja alivinnuna.
?Tað haldi eg ikki, at vit hava. Tá hugsað verður um, hvussu stóran mótgang alivinnan hevur havt, so hevur hon klárað betri enn flest aðrar vinnur. Hendan støðan er heilt serlig, og vit roknað eisini við, at prísirnir fara uppaftur, sigur Marner Jacobsen.
Eins og onnur kann Marner Jacobsen bert staðfesta, at ein stórur partur av eginpeninginum í alivinnuni er mistur. Og ein størri eginogn er eisin fortreytin fyri, at Føroya Sparikassi fer at lata fígging til alivinnuna.
Marner Jacobsen metir, at lágu prísirnir fara at gera seg galdandi kanska eitt ár afturat, og tað fer at merkja, at fleiri alifyritøkur, sum ikki fáa nýggjan eginpening, eru í stórum vanda fyri at fara av knóranum.
? Men nú mugu vit halda høvdið kalt og ikki renna skríggjandi vekk, sigur
Marner Jacobsen, sum heldur, at vit kunnu læra av hesum, at ásetingar um minstaprís skapa ein kunstigan prís og síðsta enda gera størri skaða enn gagn. Heldur eiga vanligar marknaðartreytir at avgera prísin.
Gongdin í alivinnuni er nógv upp og niður, men trupulleikin, metir Marner, er tann, at nú vánaligir prísir eru, so minkar framleiðslan nógv. Tá so aftur góðir prísir eru at fáa, so er lítið at selja, og framleiðslan verður aftur tá økt, og soleiðis kundi verið hildið fram.
Pant avgerandi
Men hvussu fáa vit so vent gongdini? Hvussu kann nýggjur eginpeningur fáast til vega?
? Tað er ringt at fáa eyga á nakran váðafúsan kapital í Føroyum. Tí kundi ein møguleiki verið at fingið fatur á útlendskum kapitali, sigur Marner Jacobsen.
Sambært sparikassastjóranum er tað ein av fortreytunum fyri, at alivinnan skal kunna koma á føtur aftur, at peningastovnar kunnu fáa pant í aliloyvunum. Higartil hevur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, avvíst hesum tankanum fult og heilt. Men Marner Jacobsen hevur eina aðra støðu:
--? So velur mann, at eingin alivinna skal vera í Føroyum, sigur Marner Jacobsen.
Spurdur, um ein nóg stórur innsatsur verður gjørdur í Føroyum fyri at basa ILA í Føroyum, svarar Marner Jacobsen, at tað er ógvuliga trupult at basa ILA, tí eingin veruliga veit, hvussu hetta skal gerast. Men hann leggur dent á, at hann metir øll taka trupulleikan í størsta álvara.
Forstjórin vísir eisini aftur, at Sparikassin hevur verið ov agresivur at fíggja alivinnuna.
? Støðan í dag er heilt serlig. Vit mugu rokna við, at av nátúrligum orsøkum
gongur upp og niður í føroyska búskapinum við einari fiskivinnu og alivinnu. Hetta er nakað vit eins og onnur mugu liva við, sigur Marner Jacobsen, sum sigur, at Sparikassin er til reiðar at fíggja alivinnuna, um nóg stórur eginpeningur er til staðar.
12,5% av útláninum hjá Føroya Sparikassi er lánt til alivinnuna. Hetta er einar fimmhundrað milliónir av knappum fýra milliardum.
Steðgar búskaparvøkstri
Støðan í alivunnini og trupulleikar í rækjuvinnuni hava fingið fleiri búskaparfrøðingar at siga, at ein møgulig búskaparlig afturgongd er ávegis í Føroyum.
? Vit skulu ikki rokna við nakrari kreppu, tí føroyski búskapurin er sum heild
væl fyri. Í løtuni arbeiða eini áttahundrað fólk í alivinnuni. Gerst kanska ein stórur partur av teimum arbeiðsleys, so minkar eftirspurningurin í Føroyum, sigur Marner Jacobsen.
Forstjórin heldur, at ein afturgongd í búskaparvøkstrinum í øllum førum fer at gera seg galdandi, men hann dugir ikki at siga, hvussu álvarsligt hetta verður.
Økja
Í roknskapartølunum hjá Sparikassanum sæst eisini, at útlánini eru størri enn innlánini. Samstundis er skuldin til aðrar peningastovnar voksin við góðum trýhundrað milliónum.
? Vit hava eina eginogn, og hana mugu vit eisini forrenta, sigur Marner Jacobsen, tá spurt verður eftir, hví farið verður soleiðis fram.
Solvensurin hjá Føroya Sparikassi, t.e. eginpeningur mótvegis skyldum, er 21%, og hetta er væl meira enn flest allir peningastovnar í somu stødd í kongaríkinum. Tískil heldur forstjórin, at tað rúm hjá teimum at seta meira pening í umferð.