Klokkan er 12 minuttir yvir 9 í morgun.
Í Tróndargøtu er ikki nógv lív ein slíkan morgun, hóast fólk eru farin til arbeiðis aftur í nýggja árinum, og veðrið er til at fara sær út um eina løtu.
Við steðgiplássið hjá Bussleiðini stendur einki ferðafólk og bíðar, og tá bussurin í Leið 1 kemur fá sekund seinni, fara bert fólk frá tíðindatænastuni umborð.
Inni í bussinum situr ein fryntligur bussførari og bert eittans ferðafólkið. Ein kvinna er komin í bussinum fyrr á leiðini, og skal á arbeiðspláss sítt í vesturbýnum. Inni í bussinum er friðarligt. Bert útvarpið hoyrist sjangra.
Sigast skal beinanvegin, at hóast tað er ókeypis at koyra buss í morgun, eru tey nógvu ferðafólkini ikki komin við enn: Skúlabørnini.
Nógvir skúlar byrja í morgin og uppaftur aðrir hósmorgunin. Fyrst tá fer henda nýggja skipanin av álvara at standa sína roynd.
Men í morgun var ikki nógv fólk við, tá Leið 1 fór rundferð sína úr Tróndargøtu til Landssjúkrahúsið og framvið Handilsskúlanum, áðrenn komið varð aftur til Steinatún heldur fyrri enn ætlað.
Í Steinatúni fór ein kvinna úr bussinum. Klokkan 9:25 skuldi hann niðan móti SMS at venda oman aftur í býin, nú leiðin skuldi leggjast út á Hamarin á Argjum kl. 9:30 stundisliga.
- Tað er í fínasta lagi at fólk hava møguleika at koyra ókeypis við bussunum. Ein skal bara venja seg við tað, segði eitt av ferðafólkunum á hesum túrinum við Leið 1.
Einki pláss til bilin
Í dag var fyrsti verkadagur, nú skipanin við ókeypis busskoyringini varð sett í gildi.
Veðrið í morgun var av tí allarfagrasta – stilt, turt og kølið. Tað var heldur hált hjá summum at ganga til arbeiðis í morgun.
Hóast hesi veðurlíkindi, var ikki líkt til, at nógv góvu sær far um henda nýggja og higartil óroynda møguleikan, at kunna ferðast ókeypis millum heim og arbeiðsstað.
Tað skiltist á bussførarunum, at teir ikki høvdu havt nakað “ryk-ind” av ferðafólki, hóast fólk eru kunnað um skipanina frammanundan.
Eingin ivi var kortini millum ferðafólkini í morgun um, at hetta var ein góð roynd og ein góð skipan.
- Vónandi fer hon at eydnast so mikið væl, at hon kann halda fram.
- Tað er so nógv lættari at ferðast við bussunum, tá ein skal til arbeiðis í miðbýnum. So sleppur ein nevniliga undan at hugsa um at finna sær eitt pláss til bilin, segði ein kvinna í bussinum.
Hent skipan
Býráðið í Havn hevur við hesi avgerðini sett sær fyri at lata eyguni upp hjá havnarborgarum fyri teirri kollektivu ferðsluni.
Samstundis við hetta kann ein minka um ferðsluna gjøgnum miðbýin, sum bara er vaksin ár undan ári.
Avgerð varð tikin um, at bjóða fólki at koyra ókeypis við bussunum í eina tíð, fyri líkasum at fáa eina meting av, hvussu fólk taka undir við hesum tilboðnum.
Onkur hevur enntá nevnt møguleikan, at fólk av bygd fara at seta bilin frá sær ovarlaga í Havn, til dømis í Gundadali fyri síðani at koyra við Bussleiðini víðari hagar ein ætlar sær.
Fyri tey fáu ferðafólkini við Leið 1 í morgun var eingin ivi um, at hetta var ein hent skipan fyri onkran teirra.
- Eg brúki sjálv ikki bussin so nógv. Mær dámar væl at ganga til arbeiðis, men brúki bussin av og á.
- Eg brúki serliga bussin, tá veðrið er ólagaligt. Og tað er tað so mangan her hjá okkum, segði eitt av ferðafólkunum.
10 kr. – einki at tosa um
Ein onnur kvinna var eisini á veg til arbeiðis.
Hon var komin upp í bussin á leiðini frá Gundadali, Berjabrekku og Undir Brúnni og var nú á veg til arbeiði sítt í vesturbýnum.
- Vanliga taki eg bilin, tá eg skal møta til arbeiðis kl. 8. Í dag skuldi eg møta seinni, og tí tók eg bussin, sigur hon.
Tey hava bil heima við hús, men av tí at maðurin hevur tørv á honum til sítt arbeiði, er Bussleiðin eitt hent alternativ eina slíka løtu.
Fyri ferðafólkini í bussinum er eingin ivi um, at kostnaðurin av tí einstaka ferðaseðlinum neyvan helt fólki aftur í at koyra við bussunum.
Sum eitt teirra tók til:
- 10 kr., tað er einki at tosa um. Men nú tað er vorðið ókeypis skuldu helst fleiri ferðafólk farið at koyrt við bussunum.
- Tað verður spennandi at fylgja við hesum málinum!
Gjalda av gomlum vana
Hóast eitt ávíst arbeiði er gjørt fyri at kunna borgararnar um hesa nýggju tænastuna, so er líkt til at ikki øll vóru fult greið um henda møguleikan.
Ein kvinna kom inn í bussin við peninginum til reiðar at gjalda fyri ferðaseðilin.
- Ja, ein ger bara slíkt av gomlum vana, segði kvinnan.
Jú, vani bítur best! So er bert eftir at vóna, at fólk kortini fara at broyta vanar:
Lata bilin standa, og taka av frálíka tilboðnum frá Tórshavnar Kommunu.
FAKTA
Ókeypis koyring
Á nýggjárinum fellur gjaldið fyri at koyra við Bussleiðini í Tórshavnar kommunu burtur. Tá kann koyrast ókeypis allastaðni.
Tey, sum eftir nýggjár fara at brúka bussleiðina í Tórshavnar kommunu, sleppa at ferðast ókeypis við reyðu bussunum. Býráðið hevur gjørt av, sum eina roynd, at lata allan ferðafólkaflutning vera ókeypis. Hetta fyri at fáa fleiri fólk at brúka kollektivu ferðsluna heldur enn bil.
Av tí, at eingir ferðaseðlar skulu avgreiðast, verður roknað við, at bíðitíðirnar við steðgiplássini styttast, og ferðslan soleiðis verður regluligari.
Treytirnar annars fyri at ferðast við bussunum vera tær somu sum higartil.
Tekniska umsitingin hjá Tórshavnar kommunu arbeiðir í løtuni við at gera ein nýggjan faldara, sum greiðir nærri frá átakinum.