sigur, at tað er ikki ein trupulleiki í sjálvum sær, at teir flestu lærararnir í barnaskúlanum eru kvinnur. Trupulleikin er, at tær hava ov fáar menn sum starvsfelagar, sigur hon. Hon heldur tí, at hevur [...] sagt tað vera umráðandi, at allir partar sleppa at stilla upp til valið. Valnevndin vil vera við, at teir báðir politikararnir hava stuðlað víðgongdum palestinskum bólkum, og at teir tí ikki kunnu stilla [...] Norski kenslumálaráðharrin, Kristin Clement, hevur sett sær fyri at fáa fleiri norskar menn at fáa sær læraraútbúgving. Hon vísir á, at í løtuni eru tað næstan bara kvinnur, arbeiða í barnagørðum og í
koma higar at vitja í nakrar dagar. Ein annar tanki er, sigur hann, at føroyingar altíð eru farnir uttanlands at vísa, hvat teir hava at bjóða ? og at síggja, hvat aðrir hava at bjóða. - Nú verður so aftur [...] uttanlands. Áki í Skemmuni sigur, at tankin aftanfyri framsýningina er í fyrsta lagi at geva útlendingum eitt høvi at koma higar at síggja, hvat vit føroyingar hava at bjóða. Stórur áhugi - Áhugin fyri [...] ávíst at koma higar til. Tað hevur eisini vakt ans uttanlands, at vit eftir øllum at døma hava eina burðardygga fiskidagaskipan, sum er kend út um landoddarnar. Nú hava so hesi fólk eitt gott høvi at koma
har man hevur við fólk at gera. Ávis minimumskrøv eiga at kunna verða sett fólki, ið sita í landsins hægstu sessum. Tað er stak óheppið at roynt verður at personificera mál og at komið verður við insinueringum [...] endurgivin fyri at siga, at setanin av landsantikvarinum er politisk, so merkir tað, at onnur atlit enn tey fakligu hava verið tikin. Tað er tað, málið snýr seg um. Vit er eisini glað fyri at kunna verða við [...] til at gera mál, ið reelt sæð snúgva seg um mannagongdir og fakliga vurdering, til persónsmál. Føroya land er so lítið, at tað er altavgerandi, at vit hava fólk í landsins hægstu sessum, ið duga at vurdera
henni at krevja av framtíðar samgongum, at tær gera tað. Útyvir at verða eitt heimastýrissamgonguskjal, so eru nøkur skilagóð átøk at síggja. Gleðiligt er at síggja, at Heimarøktin skal víðkast til at umfata [...] sjálvbjargni? Hvør kann hava nakað ímóti at gera tað undir heimastýrislógini? Hetta má sigast at verða eitt heimastýrissamgonguskjal. Áhugavert er at síggja at samtyktin um sjálvstýri Føroya fólks ikki [...] hevur fingið nakrar orðingar í samgonguskjalið. Eitt nú leysu orðingarnar um at fjálga um familjuna og, at arbeitt verður fyri at avmarka talið av fosturtøkum. Tað er neyvan nakar, ið hevði sagt tað øvugta
bygging í Havnini, og ikki fara út at vera byggiharrar. Hanus Olsen sigur, at marknaðurin í løtuni er soleiðis háttaður, at tað er sera torført at fáa byggilendi. Hann nevnir, at skal tað gerast talan um bíligari [...] greiðir frá, at íbúðirnar eru so gott sum klárar at flyta inn í, tá ið teir eru lidnir við at smíða. Tað einasta, sum restar í, eru eitt sindur av hvítvørum og málað, men eftir er bert at rulla málingina [...] sigur, at hann ikki hevur havt nakran trupulleika við at sleppa av við íbúðirnar, og hann fær onkra uppringin so at siga hvønn einasta dag, har fólk biðja um eina íbúð. Sjálvur heldur Hanus Olsen, at hansara
Tað er ótrúligt, at samgongan hevur hildið skeiðið út. Antin hevur løgmaður eini ótrúlig evni til at lata ganga og til at síggja møguleikar ella er hann ein vingliskøltur, sum ikki torir at taka avleiðingarnar [...] støðu. Vit kenna jú afturvendandi úttalilsi hansara um ?at tað man nok fara at ganga? og ?bíða nú, vit fáa at síggja?. Tað er so eisini ótrúligt, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur pakkað sekkin og er farin [...] teir sjálvir lótu seg tvinga at taka undir við fyri at kunna varðveita valdið. Tað er ikki so løgið, at løgmaður fer út og vísir aftur slíkum úttalilsum, tí er hetta ikki at undirgrava ta samtykt, sum man
Tað er púra greitt, at eg fari ikki at stilla upp, sigur Rodmund Nielsen. Hann váttar, at fólk hava heitt á hann um at stilla upp fyri fólkaflokkin í Eysturoynni, men hann fer ikki at taka av. ? Tann avgerðin [...] hann. Hann sigur, at hann hevur nógv mikið at gera í Býráðnum í Runavík. Rodmund Nielsen sigur, at hann fer at leggja alla sína orku í tey kommunalu viðurskiftini og tí fer hann ikki at brúka orku upp á [...] gjørligt, so at tað nýggja samstarvið fær eina so hepnað byrjan sum gjørligt og tað ætli eg at brúk alla mína orku uppá, at samanleggingin skal vera so væl úr hondum greidd sum gjørligt fyri at allir partar
seg um at vera útbrunnin. Tað sum kanska er enn meira óhugnaligt er, at í hesi vinnu rakar fyribrigdið oftast heilt ung fólk. Júst nú eru fleiri og fleiri, sum halda, at vit eiga at hugsa um at umskipa [...] Tað nyttar ikki bert at renna skjótari og skjótari, og arbeiða styttri og styttri. Tað kann væl vera, at vit duga at vera effektiv, men vit hava eisini tørv á at steðga á ? uttan at vit kortini onki gera [...] gera vart við, at alt ikki er so ljósareytt. Mest nýttu orðini í nýggja kjakinum eru útbrunnin starvsfólk. Fleiri fakfeløg vísa á, at hjólini nú snurra so skjótt, at fólk ikki megna at fylgja við. Krøvini
tey gjørdu beinanvegin greitt, at tey fóru ikki at velja nakran serfrøing at rokna nakað út fyri partarnar. ? Vit vita ikki rættiliga hvat endamálið er, tí halda tit, at tað hevur nakað sum helst við [...] verkfallið. Tað er greitt, eftir at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava víst i uppskotinum frá arbeiðsgevarunum aftur um at fáa óheftar serfrøðingar at roknað út, hvussu stórur munur [...] siga feløgini í verkfallið. Tey siga, at munurin er 2,5%. Arbeiðsgevarin hava víst hesum aftur og siga, at munurin er einans 0,13%. ? Tað er ongin meining í at ósemja skal vera um útrokningargrundarlagið
minkaður seinasta árið, at tað letur seg ikki gera at fáa so nógvan tosk, ið summir fáa, uttan at fiska innanfyri. Ikki minst er toskurin á Føroya Banka at kalla horvin. Hann vísur m.a. á, at í 1999 fiskaðu teir [...] eggjað manningini til at gjørt eyka nógv burturúr vaktarhaldinum undir Føroyum. Hann heldur eisini, at teir, sum vera tiknir fyri at fiska ólógliga, eiga at fáa nógv størri bót, enn teir fáa í dag, og endurtekur [...] tiltrongt at taka óvanlig stig fyri at koma ránsveiðini til lívs. Tað gongur sjón fyri søgn, at nógv verður fiskað ólogligt, ikki minst, nú vaktarhaldið undir Føroyum er so nógv skert. Hann sigur, at tað er