Brimil
Tað hava nógv uppskot verið frammi ímillum ár og dag um, hvussu ósemjan um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, skal loysast.
Men Finnur Egholm, útróðrarmaður og formaður í útróðrarfelagnum á Eiði, hevur eitt uppskot, sum ongantíð hevur veirð frammi, men sum hann heldur, hevði verið eitt gott hugskot.
Hann skjýtur upp, at ein partur av lønini hjá manningini á Brimli skuldi verið, at teir fingu eina ávísa upphædd í eykaløn fyri hvønn fiskitjóv, sum teir tóku.
Hann heldur, at hetta hevði óivað eggjað manningini til at gjørt eyka nógv burturúr vaktarhaldinum undir Føroyum.
Hann heldur eisini, at teir, sum vera tiknir fyri at fiska ólógliga, eiga at fáa nógv størri bót, enn teir fáa í dag, og endurtekur brotið seg, eiga teir at missa fiskiloyvi.
? Bøturnar eiga at verða so stórar, at teir næstan fíggjar virksemið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuna, heldur Finnur Egholm.
Eftir hansara tykki er tað harðliga tiltrongt at taka óvanlig stig fyri at koma ránsveiðini til lívs.
Tað gongur sjón fyri søgn, at nógv verður fiskað ólogligt, ikki minst, nú vaktarhaldið undir Føroyum er so nógv skert.
Hann sigur, at tað er bara at hyggja eftir øllum toskinum, sum bátarnir fáa.
? Allan handan toskin fáa teir ikki, uttan at teir fara inn á stongdar leiðir, er útróðrarmaðurin á Eiði fullvísur í.
? Toskurin er so nógv minkaður seinasta árið, at tað letur seg ikki gera at fáa so nógvan tosk, ið summir fáa, uttan at fiska innanfyri.
Ikki minst er toskurin á Føroya Banka at kalla horvin. Hann vísur m.a. á, at í 1999 fiskaðu teir tosk fyri 900.000 krónur í 47 dagar, men í fjør fiskaðu teir bara fyri 300.000 krónur á Føroya Banka. Hann veit eisini um ein bát, sum bara fekk ein einsamallan tosk á Føroya Banka. Hansara áheitan er tí, at alt tað grunna á Føroya Banki verður fullkomiliga friðað.
Men hann undrast ikki á at tað stendur so illa til, tí tað verður nógv fiskað ólógligt.
Hann veit um dømi, har teir hava ligið og sovið umborð á einum snellubáti, men eru vaknaðir við buldur og brak, tá ið ein trolari er komin togandi framvið - beint ígjøgnum Føroya Banka.
Hann heldur eisini, at tað er neyðugt at fara harðari fram ímóti teimum, sum fiska ólóligt, tí tað eru nakrir fáir, sum gera tað og teir oyðileggja fiskiskapin fyri allar teir, sum halda seg til lógir og reglar.
Hann heldur eisini, at vit nú mugu gera álvara av at hava fylgissveinaeftirlit við føroyskum skipum, tí so veit Vaktar- og Bjargingartænastan altíð, akkurát, hvar hvørt skipið er. Hann heldur, at hetta kundi í fyrstu atløgu verið roynt umborð á útvaldum skipabólkum.