oddasessin, sum teir annars mistu einkarættin til, tá teir fyri viku síðani taptu fyri FS Vágum. Hesaferð var tað LÍF, sum vitjaði á Sevmýru, og hóast leirvíkingarnir royndu at fylgja við, so var tað at [...] framum aftur, og tá so LÍF móti endanum royndi at flyta fólk niðan, skrædnaði í verjupartinum. Hetta høvið nýttu teir báðir nýtilkomnu ghanesararnir hjá TB til at gera hvør sítt mál, og so er spurningurin [...] heimferðini betri, og so er spurningurin, hvørt hetta er ein missur, sum fer at merkjast, tá hvalbingarnir næstu ferð eiga heimavøll móti B36. AB og FS Vágar teljast eisini millum liðini, sum stríðast fyri at
Højgaard, sum hevur eina fantastiska kraft í síni rødd, sum eisini er nokkso serstøk, og sum bergtekur meg hvørjaferð eg hoyri hana. Og ein onnur, eg skal taka fram, er Erla á Torkilsheyggi, sum júst er [...] aðrastaðni sungu tey/Tú heldur lyftini, sum tú lovaði../ og /Hvar leiðin enn ber er so trygt, tí Tú ert mær við lið/. Og sum heild var tað eitt lovsyngjandi kór vit hoyrdu, sum skapti eina atmosferu av ærufrykt [...] Kingosálminum Nú rennur sólin fríð, sum Chr. Matras hevur umsett, við gomlum, føroyskum sálmalagi, sum Kári Bæk hevur sett út til kór. Við fleiri kendum gospelslagarum, sum Soon and Very Soon, I don´t know
tað kemur til at syngja. Longu sum ungur stóð honum í boði at gerast operasangari, tí rødd hansara var væl egnað til leiklutir innan hetta økið. Men, sum hjá so mongum, so legst lívsleiðin øðrvísi til rættis [...] tað at Larry gjørdist ein persónligur trúgvandi maður, so var honum fremst í huga at syngja andaligar sangir. Hann kom skjótt inn í ta sjangru, sum í dag verður kallað: "Southern-Gospel", ein sangstílur [...] "Gaither-bondunum", sum í hesum døgum er ein veruligur stórídnaður yviri í Amerika, og ikki er hetta heldur so løgið, tí mong eru tey, ið væl dáma teir "góðu, gomlu" sangirnar, sum vekja sinn og huga.
er stoltur av av at vera í einum kongsríki, sum skarar framúr í heiminum og sum hevurt ment seg lið um lið við einum fólkaræði og einum vælferðar samfelag, sum skarar framúr. ?Danska kongshúsið hevur megnað [...] fólkaræði og tann danska vælferðarstatin sum eina av teimum heilt stóru fyrimyndunum. ? Í so máta er tað ein serlig kensla at vera ein partur av hesum, sigur Edmund Joensen Sum á Ólavsøku Edmund Joensen er sannførdur [...] ? Í brúdleypsvikuni var lagið í Keypmannahavn sum tað plagar at vera á Ólavsøku í Føroyum. Tað var eitt hátíðarhald, sum hvørt mansbarn tók lut í og sum vísur, hvussu djúpar kenslur vanligi danin hevur
frá miðnámsskúla. Eg havi tikið student, so tað var í lagið. So skalt tú skriva eina frágreiðing har tú grundgevur fyri hví tú søkir. So skalt tú vísa á ymiskt, sum tú hevur arbeitt við innan tónleik. Tú [...] vit uppá hana inntil hon ljóðar sum hon skal. ? T.d. kann eg gera ljóði av eini lítlutrummu. So má eg finna útav akkurát hvørjir tónar eru í eini sovornari trummu, og so uppbyggja ljóðið. Lítlatrumman ljóðar [...] onkur er, sum arbeiðir við at gera ljóð til filmar. Har eru produsarar, studioteknikarar og fólk, sum gera liveupptøkur. Møguleikarnir fyri at nýta útbúgvingina eru nærum óendaligir, tí hon er so víðfevnandi
fyri ongum. Í longum løtum sum 5-1, har bak-ketan hjá Stjørnuni alla tíðina varð órógvað, og tó at hendan kom betri við, tá farið varð aftur í 6-0, so tóktist tað vera VB, sum hevði takið. Eingi kontra [...] frá dómarunum. Júst tað, sum Stjørnan ikki hevði tørv á, nú tær framvegis vóru aftanfyri, men VB megnaði ongan tíð at gera sær dælt av hesum. Tvørtur ímóti, so var tað Stjørnan, sum fekk tey bæði næstu málini [...] samanum, so má eisini sigast, at meistaraheitið er uppiborið hjá klaksvíkskvinnunum. Sjálvandi fyrst og fremst tí tær eru liðið, sum hevur flestu stigini, men eisini tí tær tykjast vera liðið, sum hevur flestu
hetta høvið. Tey útvegaðu sær eitt lærupláss á einum virki og tóku so fyrsta støðisárið á skúlanum í Vestmanna. Síðani verður annað árið nýtt til at arbeiða úti í vinnuni og tað triða verður so nýtt til [...] Soleiðis sum tíðirnar eru vorðnar, so dugi eg illa at ímynda mær, at tað verða nógvir lærlingar her á skúlanum komandi skúlaár. Støðan er versnað í fiskivinnuni, og alivinnan er jú í svárari kreppu, so útlitini [...] nevndin hevur havt nakrar fundir síðani, og sum eg havi skilt, so verða pengar møguliga játtaðir til fyrireikingararbeiði í sambandi við ein nýggjan fiskivinnuskúla, so her er gongd í málinum enn, sigur Jákup
býi, sum eitur Lessebo. Tey fyrstu árini í hesum nýggja landi vóru sera stravin hjá Poul, langir arbeiðsdagar í vánaligum arbeiðsumhvørvi við nógvum lukti og ótolandi hita. So skjótt børnini vóru so fræg [...] Argjum í 1943 og búði eitt skifti sum smádrongur í Rituvík, har móðurin eisini er ættað. Móðurin Anna, f. Højgaard, sum nú er 83 ára gomul, er ommudóttir Hans Paula Højgaard, sum var tann 8. niðurseturmaðurin [...] var eitt danskt farmaskip, sum í konvoy var á veg vestur um hav, tá teir vóru álopnir av einum týskum kavbáti. Skipið var so meint rakt, at tað sakk, men manningin var tó so heppin, at koma sær á ein flaka
nevndar, sum fara á pall í Fuglafirði fríggjakvøldið, ið er kvøldið til yngru áhoyrararnar. Í blaðnum í morgin fara vit at siga frá bólkunum, sum fara á pallin leygarkvøldið, sum er skipað sum café og [...] tilfarði. Stílurin hjá Deja Vu kann lýsast sum syrupoppur, við tað at løgini og arrangementini eru popput, men sjálvdan uttanfráðvíkjandi elementum, sum kunnu lýsast sum syrut ella leitandi. Ein útgáva er á [...] cafekvøld við dansi, sum er ætlað tilkomnum, og eru bólkarnir skipaðir eftir hesum leisti. Vit fara at greiða frá leygarkvøldsbólkunum í blaðnum í morgin og leggja fyri í dag við bólkunum, sum fara á pall fr
okkurt nýtt, eg eri farin í holt við. Tað er ótrúligt, sum tey ungu duga væl við telduni. Og so gongur tað so skjótt eisini. Enn havi eg onki netsamband, so tað verður eitt tað fyrsta, eg fari at biðja tey hjálpa [...] bingo við systir míni, sum býr á ellisheiminum í Runavík. Hon er 82 nú og vorðin so deyv, at hon hoyrir ikki, tá tey siga tølini, so eg hjálpi henni. Og tað geri eg fegin, tí mær dámar so stak væl at spæla [...] ikki sær mun á reyðum og grønum. So skipari gjørdist eg ongantíð, men tá hevði eg siglt so leingi og hevði so drúgvar royndir á sjónum, at eg slapp at sigla nógvar túrar sum stýrimaður. Eg sigldi líka til