Tónleikurin fyllir næstan alt

Hetta sigur Jens Ladekarl Thomsen, sum er ættaður av Skálafjørðinum. Hann er kendur innan føroyska tónleikaheimin, kanska serliga sum dreadlocks-bassspælarin í Klickhaze. Men hann hevur eisini producerað og skrivað fleiri løg. Hann fæst við ljós, ljóð og palluppsetingar. Og nú er hann farin til London at nema sær meiri kunnleika innan tónleikayrki.

Jens L. Thomsen gongur á einum universiteti í London. Útbúgvingin eitur BA í music & technology, og hon snýr seg bert um uppgávur, sum eru í ætt við tónleik.
? Vit læra alt møguligt, m.a. at komponera og samanseta ljóð. Vit nýtslu av eini teldu, skapa vit hvørt einstakt ljóð frá grundini. Vit gera eina ljóðbylgju, og so byggja vit uppá hana inntil hon ljóðar sum hon skal.
? T.d. kann eg gera ljóði av eini lítlutrummu. So má eg finna útav akkurát hvørjir tónar eru í eini sovornari trummu, og so uppbyggja ljóðið. Lítlatrumman ljóðar t.d. fyrst hart, so spakuligari og spakuligari til ljóðið er burtur. Tað ljóðið skal eg so gera við telduni, greiðir Jens frá. Hann skal læra at gera rúm til ljóðið.
Sostatt komponerar Jens løg, við at gera hvørt einasta ljóð í lagnum heilt frá grundini. Jens sigur, at tað verður bygt upp og komponerað á sama hátt sum symfoniir verða tað. Nótarnir til hvørt ljóðførið verða skrivaðir fyri seg, fyri til seinast at seta alt saman til eina eind. Men at komponera við teldu er ikki tað einasta tey gera.
? Vit arbeiða eisini við "veruligum" ljóðum. Vit læra at gera eitt lag frá byrjan og til tað er klárt at selja. Vit komponera lagið, fara í studio við veruligum tónleikarum og taka lagið upp. Síðani arbeiða vit við tí og fáa tað at koyra ordiligt, til tað er púra klárt, og so verður tað latið inn, sigur Jens. Hann greiðir víðari frá, at tey eisini læra at produsera sjónbandaløg. Tá kunnu tey velja um tey vilja nýta egið lag ella okkurt hjá onkrum øðrum.
Hvar kann útbúgvingin nýtast?
? Umframt at læra at gera ljóð, produsera løg og sjónbandaløg, læra vit eisini at komponera surroundljóð, sum verða nýtt í biografunum, og at gera ljóðeffektir til filmar. Vit læra at gera heimasíðir til tónleik og tónleikarar, vit læra at arbeiða við og gera live ljóð og at skipa fyri konsertum, t.d. hvør skal standa hvar á pallinum og hvussu ljós og ljóð skal skipast. Vit læra eisini alt innan tað løgfrøðiliga økið av tónleikinum, vit gera somuleiðis útvarp og kombinera út-sjónvarp. Vit læra stutt sagt alt innan tónleikafakið, so vit kunnu nýtast allastaðni eftir lokna útbúgving, sigur Jens. Hann sigur víðari, at tey, sum hava tikið útbúgvingina arbeiða innan alt møguligt, alt eftir áhuga.
Onkur er tónleika advokat, onkur ger sjónbandaløg, onkur ger heimasíðir, onkur er, sum arbeiðir við at gera ljóð til filmar. Har eru produsarar, studioteknikarar og fólk, sum gera liveupptøkur. Møguleikarnir fyri at nýta útbúgvingina eru nærum óendaligir, tí hon er so víðfevnandi og tú lærir nakað innan øll økið í tónleikaheiminum. Tað er sjálvandi altíð ein fyrimunur at kunna nýtast innan alt møguligt og vera førur fyri at loypa ímillum arbeiðsuppgávurnar. Jens sigur eisini, at tað er ein stórur fyrimunur at vera tónleikari, tá tú hevur innlit í hina síðuna av tónleikaheiminum.
Hann veit tó ikki sjálvur hvønn veg hann ætlar sær.
? Mær hevði dámt væl at komið heimaftur onkuntíð, men tað veit eg slett ikki hvussu tað verður við tí. Mær dámar ótrúliga væl at gera videoløg, men í Føroyum verða kanska gjørd tvey tílík um árið, so tað er ikki tað heilt nógva arbeiði í tí.
? Eg kundi eisini hugsað mær at farið at arbeitt við reklamum. Ídnaðurin innan hetta er ikki so stórur enn, men sjálvandi fer tað eisini at koma til klettarnar onkuntíð. Tað er bara eitt sindur ókent umráði enn.
Skúlin
At valið fall á júst hendan skúlan, er ikki heilt av tilvild. Jens sigur, at hann kannaði nógvar skúlar, alla møguliga staðni runt um í heiminum, men at hesin tyktiskt vera tann besti. Hesin hevði fingið best ummælir í Eurpoa, tí valdi hann júst henda. Tað var eisini fyri at fara eina aðra leið, og ikki bara fara niður, sum bróðurparturin av føroyingum gera. ? Tey hava júst fingið eina líknandi utbúgving niðri. Men eg havi verið niðri, og tað tímdi eg ikki aftur. Hesin skúlin virkaði sum tann feitasti, og tí søkti eg inn her. Eg visti einki um býin, hevði faktiskt bara verið einaferð í London fyrr. Tað var tá eg var 10 ára gamal, og var og turistaðist við foreldrunum. Men London er ein ræðuliga feitur býur at vera í, so tað er eingin trupulleiki, um tú ikki kennur býin áðrenn tú kemur, greiðir Jens frá.
Hann sigur, at tað er eitt pluss í sær sjálvum, at lesa tónleik í London, tí har hendir so nógv innan tónleikin allatíðina. Har er tann størsti tónleikapallurin í Europa, og tú finnur altíð onkrar góðar konsertir innan allar tónleikagreinar. Sum Jens sjálvur sigur: Man má halda sær, fyri ikki at fara á konsertir, tí tú kanst sagtans fara á eina feita konsert hvørt einasta kvøld.
Men av tí, at skúlin er so góður og tí hann liggur í Lond-on, har alt hendir, er tað ikki bara bara at sleppa inn.
? Fyri at sleppa inn á skúlan, mást tú hava í minsta lagið fýra A-støðislærugreinar frá miðnámsskúla. Eg havi tikið student, so tað var í lagið. So skalt tú skriva eina frágreiðing har tú grundgevur fyri hví tú søkir. So skalt tú vísa á ymiskt, sum tú hevur arbeitt við innan tónleik. Tú skalt eisini lata okkurt lag inn, sum tú hevur gjørt, fortelur Jens.
Hann slapp tó beinleiðis inn á skúlan uttan nakrar trupulleikar, takkað verið hansara nógvu royndum innan tónleikaheimin, og sjálvandi hansara úrmælingaevnum. Hann heldur tó sjálvur, at størsti fyrimunurin var, at hann dugdi at framleiða, áðrenn hann kom.
? Vit hava ikki skúlatímar, sum man kennir tað frá t.d. studentaskúlanum. Men vit hava nakrar fyrilestrar, sum vara okkurt um 2 tímar. Størsta vektin verður tó løgd á, at vit arbeiða sjálvi. Á skúlanum eru nøkur og tjúgu studio, sum vit kunnu nýta sum okkum lystir og her er eisini ein rúgva av teldum. Skúlin hevur alla ta nýggjastu útgerðina, so tað eru góðar arbeiðsumstøður, sigur Jens.
Hann sigur, at tað nærum allatíðina verður arbeitt í projektum, og at tað tískil altíð er onkur deadline, ið skal haldast. Tað kann blíva strævið við hvørt.
Ofta skulu tey eisini arbeiða í bólkum fyri at blíva samansjóðað, og fyri at læra at samstarva. Bólkaarbeiði ger eisini, at øll koma á nøkulunda sama støði, tí tá kunnu tey líkasum hála í hvønn annan og fáa grundstøðið upp á pláss.
Lærararnir
Ein annar stórur fyrimunur við skúlanum er tann, at lærararnir sjálvir hava arbeiði í tónleikavinnuni við síðuna av undirvísingararbeiðnum. Teir hava sostatt fingurin á pulsinum, og vita hvat rørist innan tónleikaheimin. Flestu teirra hava eisini kontaktir innan tónleikin.
? Tað eru lærarar knýttir at hvørjari lærugrein, og teir eru fúsir at hjálpa, um nakað er at spyrja um. Teir læra okkum at framleiða eina vøru, har vit sjálvi skulu gera øll aspektini. Av og á verða uppgávurnar nýttar í veruliga lívinum, t.d. í lýsingum. Tað hendir á tann hátt, at vit gera uppgávur, og um lærarin heldur okkurt vera framúr gott, setur hann seg í samband við ymisk feløg, sum kunnu nýta okkara arbeiði. Tað kemur eisini fyri, at feløg seta seg í samband við skúlan. Teuy greiða frá hvat tey vilja hava, og spyrja um ikki onkur næmingur er, sum er førur fyri at gera ynskta arbeiðið, greiðir Jens frá.
Hetta er eitt stórt universitet. Bara á greinini sum Jens gongur á, eru eini 1800 lesandi. Ein annar føroyingur gongur á sama universiteti. Tað er sangfuglurin Sigrið Rasmussen úr Havn, sum hevur sungið bæði við Oslo Gospel Choir og við poppbólkinum Grace. Hon gongur tó á eini aðrari linju enn Jens.
Tónleikalívið í London samanborið við føroyska
? Eg komponeri rættiliga nógv fyri tíðina, so tað loypir ikki serliga nógv tíð av til at spæla sjálvur. Men eg eri akkurát fluttur saman við trimum øðrum tónleikarum. Tað eru tveir guitaristar og ein trummuspælari, og vit hava sett trummusettið upp í stovuni. So tá vit allir hava tíð, so jamma vit har. Tað er deiliga avslappandi, greiðir Jens frá.
Hann sigur, at umstøðurnar at spæla tónleik her og í Føroyum ikki kunnu samanberast.
? Her kanst tú ikki bara ringja til nakar vinmenn, og so møtast og jamma eina løtu. Her mást tú planleggja alt. Tú mást leiga tær eitt høli, sum kostar uml. 10 pund um tíman, tað eru góðar 100 kr. Í Føroyum finnur tú altíð ein kjallara, sum tú kanst læna, sigur Jens.
Hann sigur, at umstøðurnar í Føroyum eru fantastiskar samanborið við tær í London.
? Men sjálvandi, leggur hann afturat, tær gerast aldri nóg góðar, um tú veruliga brennur fyri tí.
Hann sigur víðari, at amatørstøðið á tónleikinum er nógva ferðir hægi í Føroyum enn tað er í London.
? Onkur segði, at føroyingar hava ikki so nógv annað at gera enn at venja tónleik, og tí eru teir so góðir tónleikarar, sigur hann flennandi.
? Føroyar eru eitt feitt stað at byrja, um tú ætlar tær nakað innan tónleikin. Tað er skjótt at fáa fótin inn um tónleikaheimin, og tá tú hevur fingið tað, sleppur tú at royna teg innan ótrúliga nógv ymisk ting. Tað er lætt at sleppa framat og skapa tær royndir. Tað er absolut ein fyrimunur, tá tú kemur til útlondini, heldur Jens.
Hann sigur eisini, at okkara tónleikaligu røtur, við kvæðunum og kingosálmi, eru sera áhugaverdar fyri útlendingar.
? Fólk leita allatíðina eftir nýggjum genrum innan tónleikin. Íblásturin frá tí gamla, føroyska er heilt vist nakað, sum tey halda vera sera áhugavert og øðrvísi. Tað er ein stórur fyrimunur at kunna koma við nøkrum, sum fólk ikki hava hoyrt fyrr, staðfestir Jens.
Framtíðin
Hóast hann ikki hevur valt nakra ávísa grein av øllum tí, hann hevur lært, so sigur hann seg hava lært ótrúliga nógv á skúlanum. Hann er eisini farin at lurta eftir tónleiki á ein øðrvísi hátt nú.
? Tað er allíkavæl ikki so galið at eg analyseri hvørt einasta lag sum eg hoyri. Eg dugi væl at kobla frá og bara lurta eftir heildini. Eg eri kritiskur tá tað kemur til tónleik, men tað havi eg altíð verið, sigur hann.
Jens plagar at vera heima í Føroyum í feriunum, og tá nýtir hann høvið at arbeiða, og spara sær nakrar pengar saman.
? Eg eri ikki byrjaður at arbeiða her yviri enn, men tað verður nokk í næsta ár. London er ein ótrúliga dýrur býur at búgva í, og skúlin kostar nógv. Tíbetur hava vit stuðulsstovnin, sum dekkar allan skúlan hjá mær. Annars hevði hetta verið næstan hopleyst. Men um eg skal geva nøkur góð ráð til fólk sum, ætla sær okkurt líknandi, so má tað vera at byrja at spara saman nú beinanvegin, sigur hann.
Tá prátið kemur inn á framtíðina, dreymar og ætlanir, sigur Jens ikki so serliga nógv.
? Eg havi ongantíð kunnað sagt hvar eg fari at vera um 1 ár. Eg veit tað ikki. Men tað verður allarhelst innan tónleikin. Eg vóni at eg onkuntíð fari at kunna hava mítt egna. At gera "mítt egna ting", og so vera nøgdur við tað. Eg havi sum so ongar ítøkiligar ætlanir. Vit mugu bara bíða og vita hvat vísir seg, sigur hann við einum ógvuliga róligum tónalagi.