One World Beat av bakkastokki í morgin

Alheims tónleikafestivalurin One World Beat byrjar í annaðkvøld og føroyski parturin fer fram í Fuglafirði. Fríggjakvøldið er fyri tey yngru og leygarkvøldið fyri tilkomin. Í dag og í morgin greiða vit frá luttakandi bólkunum

Sosialurin hevur hesa vikuna greitt frá tiltakinum One World Beat. Og nú er tíðin komin at greiða frá luttakandi bólkunum. Fríggjakvøldið er ætlað yngra ættarliðnum og leygarkvøldið er cafekvøld við dansi, sum er ætlað tilkomnum, og eru bólkarnir skipaðir eftir hesum leisti.
Vit fara at greiða frá leygarkvøldsbólkunum í blaðnum í morgin og leggja fyri í dag við bólkunum, sum fara á pall fríggjakvøldið.
Fríggjakvøldið fara All That Rain, Deja Vu, Sic, 48 Pages og Speaker á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og hava vit heitt á bólkarnar um at greiða eitt sindur frá um seg sjálvar og hví teir taka lut í One World  Beat tiltakinum.
 
Søgan um All That Rain
..er hendan: Desember 1999; All That Rain verður stovnað av Jens Tummas Næss, Henning Nicodemussen og Jens Marna Hansen. Allir tríggir vóru limir í bólkinum Kjølar áðrenn. Mars 2000;  Fyrsta almenna framførslan hjá All That Rain, í Ítróttarhøllini á Hálsi, sum upphitingarbólkur hjá donsku TV2.  November 2000; Manningin í All That Rain slær seg saman við manningini í Dynamitt, og spæla november og desember mánaða sum Dynamitt 2000.
 Januar 2001: All That Rain vinnur innleiðandi umfar av Prix Føroyum2001 í Ítróttarhøllini í
 Klaksvík.
  Apríl 2001: All That Rain gerst nr. 2 í finaluni av Prix Føroym 2001, í
 Norðurlandahúsinum. Vinnari gjørdist Clickhaze úr Gøtu.
 Juni 2001: All That Rain kemur út við síni fyrstu útgávu "The Naked Truth". Sama dag
 kemur onnur útgáva út "Prix Føroyar 2001", har All That Rain eisini er á, við
 lagnum Happy When You're gone, ið var tikið upp "live" til Prix Føroyar 2001
 finaluna. August 2001; Jens Marni Hansen fer úr All That Rain, og spælt verður fyri síðstu ferð saman við Jens Marna í Ítróttarhøllini í Klaksvík. September 2001: Hans Ravnsfjall kemur við í All That Rain, sum avloysari fyri Jens Marna.  November 2001 Fyrsta almenna framførslan hjá All That Rain, á Platform, við Hans Ravnsfjall, sum sangara og gittarleikara.
                         Januar 2003: Pól Arni Holm kemur við All That Rain sum forsangari.
 Mars 2003: Fyrsta almenna framførslan við Pól Arna Holm sum sangara, í Ítróttarhøllini á
 Kambsdali.
                        Manningin í All That Rain er:Pól Arni Holm ? Sang, Jens Tummas Næss ? Bass. Hans Ravnsfjall ? Guitar, Henning Nicodemussen ? Trummur. Heimasíðan: www.allthatrain.com

                          Og hví stuðlar bólkurin One World Beat tiltakinum?
                      -Vit halda hettar er eitt fantastiskt høvi, at vera við sum ein partur av so
stórum tiltaki. Og eru sera glaðir fyri at gera okkara fyri at hjálpa.
Vit hava bert spælt tvey tiltøk í ár, í Platform og á Kambsdali til árliga
Grýludansin. Hettar kemst av at vit hava sett tíð av til at gera tónleik.
Og vit ætla at nýta høvið til at framføra nýggj løg í Mentunarhúsinum
fríggjakvøldið. Vit blivu upprunaliga spurdir um vit kundu taka okkum av "dansipartinum" í
samband við tiltakið, men søgdu nei, fyri at fáa brúkt orkuna uppá nýggju
løgini hjá okkum, vit skulu spæla uml. 5 løg. 2 av teimum verða spildurnýggj
(ikki framførd áður) 2 av teimum eru spæld 2-3 ferðir áður, og eitt er
gamalt, siga limirnir í All That Rain.
 
Deja Vu
Vit hava biðið Deja Vu greiða frá um bólkin.
Vit hava spælt saman í meira enn 3 ár, og hava fleiri konsertir aftanfyri okkum.
Vóru við til Prix Føroyar í 2001 og í 2003 har vit, eftir at dømingin var av, endaðu á 2. plássi. Onkur  vil vera við, at Deja Vu í veruleikanum átti at vinna Prix Føroyar, men tað er manningin í Deja Vu ikki samd í. Bòlkurin Gestir átti at vinna prixið, tí aftaná at dømingin var av, var Gestir
frammanfyri við 5%. Hetta fer skjótt at vera 1 ár síðani.
                        Deja Vu hava eisini spælt nógv á caféum og barrum runt í Tórshavn, har vit
leggja okkum eftir einari heldur øðrvísi blanding av coverløgum, og eitt sindur av egnum tilfarði.
Stílurin hjá Deja Vu kann lýsast sum syrupoppur, við tað at løgini og arrangementini eru popput, men  sjálvdan uttanfráðvíkjandi elementum, sum kunnu lýsast sum syrut ella leitandi.
Ein útgáva er á veg við bólkinum, men ilt er at siga júst nær hendan verður
útgivin. Ein partur av upptøkunum eru lidnar, men enn manglar nakað. Fløgan er altso ikki, sum áður nevnt í bløðunum, klár til mixing júst enn. Í fyrsta lagi í summar kunnu vit vænta okkum eitt
Deja Vu.
                        Og hví stuðlar Deja Vu One World Beat?
Deja Vu játtaði at stuðla tiltakinum til frama fyri AIDS rakt børn, tí
tiltakið er eitt frálíkt og jaligt
hugskot, sum vónandi fer at verða við til at gera ein mun, ikki í okkara
pengapungi, men í lívinum
hjá teimum neyðars børnum, sum eru rakt av HIV. Tað minsta vit kunnu gera er
at siga ja til slík
tiltøk. Eisini er tað eitt gott høvi at presentera egið tilfarð.
Møtið fjølment, stuðla einum barni.
Tíverri hava vitt ikki eitt heilt yvirlit yvir manningina, men kunnu, uttan at taka munnin ov fullan, nevna Líggjas, Rógva og Flóvin.
 
 
Sic
Manningin í Sic er Mikkjal Gaard Hansen: Sang og guitar, Eddie Jacobsen: Guitar, Meinhard Joensen: Bass, Kári Skibenæs Nielsen: Trummur.
Mikkjal er millumannað kendur sum forsangari í bólkinum Krit, sum kunnugt er
givin.
SIC hevur uml. eitt ár á baki, og hevur í seinastuni framført nakrar ferðir. Bólkurin spælir harðan rocktónleik.
Og hví tekur Sic lut í One World Beat titakinum?
- Grundin til at vit søgdu ja til hetta tiltak er sjálvandi tí, at tiltakið hevur
eitt gott endamál, sigur manningin í Sic.
 
48 Pages
48 Pages er manning úr bólkinum Monkey Mongulia, sum nú spælir undir nýggjum navni. Teir ið manna hendan bólk eru: Eyðun Müller Thomsen trummur, Bartal Læarsson bass, Frans Jónas Arge Galán guitar og sang og Bjartur Dal Christiansen guitar.  teir siga seg spæla "Friðarligan-Harðan-Sírutan-Rock".
 
Speaker
Speaker eru fýra mans í tali og eita teir: Bogi Berg guitar, Sigurd Justinussen trummur, Jan Jensen bass, og Janus Rasmussen á sang og guitar. Og teir spæla "Sveimandi alternativan rock". Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar frá seinast nevndu bólkum áðrenn evstamark, men óivað eru teir eisini við, tí teir meta tiltakið hava gott endamál, eins og hinir lutakandi bólkar hava borið fram.
 
Tey ungur eiga kvøldið
Hervið eru bólkar og manningar nevndar, sum fara á pall í Fuglafirði fríggjakvøldið, ið er kvøldið til yngru áhoyrararnar.
Í blaðnum í morgin fara vit at siga frá bólkunum, sum fara á pallin leygarkvøldið, sum er skipað sum café og dansikvøld, ið er áhoyraravinarligt, so tilkomni lurtaraskarin uttan himpr kann leita sær í Mentanarhúsið í Fuglafirði leygarkvøldið.
 
 
 
 
 
 
 
FAKTA
 
One World Beat er alheimsfestivalur, har øll arbeiðsorka er sjálvboðin og peningurin fer í ár til børn, ið hava Aids/HIV. Felagsskapurin Keep a Child Alive arbeiðir fyri hesum og fær peningin.
 
Føroyar eru partur av alheimsfestivalinum, sum fer av bakkastokki í 40 londum samstundis. Í Føroyum er Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um tiltakið 19. og 20. mars.
FUT er høvuðsfyrireikari. Til ber eisini at stuðla við at fara inn á heimasíðurnar hjá omanfyri nevndu felagsskapum.
 
Í Føroyum fara dugnaligir tónleikarar á pall í Fuglafirði um vikuskiftið; fríggjakvøldið er fyri yngraættarliðið og leygarkvøldið meira fyri tey tilkomnu, har hugnin er í hásæti við tónleikacafé og góðum dansi.
 
Keep A Child Alive
Keep A Child Alive hevur til endamáls at útvega lívsneyðugan heilivág til tær 3,2 milliónirnar børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS) í triðja heiminum. Hvønn minutt doyr eitt barn, tí at tað ikki hevur atgongd til lívsleingjandi antiretrovirala (ARV) viðgerð, og Keep A Child Alive hjálpir við at útvega antiretroviralan heilivág til tey børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS). www.keepachildalive.org
 
One World Beat
One World Beat er eitt non-profit-tiltak við høvuðssæti í Sveits. Endamálið er at savna samfelagsáhugaðar tónleikarar og vælgerð til frama fyri sosiala broyting; Tónleikur ið ger Mun!
One World Beat er eitt samtak av sjálvbodnum, og festivalurin loyvir tónleikarum og sjálvbodnum framat einum palli at bera sín boðskap fram, meðan teir styrkja tilvitanina hjá øllum Heiminum. Á hendan hátt útvegar festivalurin alneyðugan pening til at stuðla neyðstøddum. One World Beat samstarvar á hvørjum ári í felag við nógvar vælgerðarstovnar um hetta málið. www.oneworldbeat.org