Kongligt brúdleyp
? Hetta var eitt upplivilsi fyri lívið.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, er ikki ósamdur við løgmann, tá ið hann heldur, at tað var sum eitt ævintýr at vera í kongligum brúdleypi í farnu viku.
?Í ævintýrunum plaga brúdleypini at vara eina viku og tað gjørdi hetta eisini.
Edmund Joensen og konan vóru boðin í brúdleyp hjá krúnprinsaparinum saman við løgmanni og konu hansara.
Hetta er ikki fyrstu ferð, Edmund Joensen er í kongligum selskapi, tí hann var eisini í brúdleypi hjá Joakim, prinsi og hann var somuleiðis í trúðlovilsisgildi hjá krúnprinsaparinum.
Men at vera í brúdleypi hjá einum krúnprinsapari, er nakað heilt serligt, sigur Edmund Joensen.
Og hann sigur, at hann er stoltur av av at vera í einum kongsríki, sum skarar framúr í heiminum og sum hevurt ment seg lið um lið við einum fólkaræði og einum vælferðar samfelag, sum skarar framúr.
?Danska kongshúsið hevur megnað ómetaliga væl at ment seg undir liðini á fólkaræðinum og vælferðarstatinum, uttan at tað hevur kostað kríggj og blóðugar kollveltingar sum so manga aðrastaðni.
Løgtingsformaðurin sigur, at føroyingar hava besta boð uppá at hava elsta ting í Evropa og somuleiðis er danska kongshúsið tað elsta á okkara leiðum.
Samstundis hevur allur heimurin tað danska kongshúsið, tað danska fólkaræði og tann danska vælferðarstatin sum eina av teimum heilt stóru fyrimyndunum.
? Í so máta er tað ein serlig kensla at vera ein partur av hesum, sigur Edmund Joensen
Sum á Ólavsøku
Edmund Joensen er sannførdur um, at danska kongshúsið hevur djúpar røtur í vanliga fólkinum.
? Í brúdleypsvikuni var lagið í Keypmannahavn sum tað plagar at vera á Ólavsøku í Føroyum. Tað var eitt hátíðarhald, sum hvørt mansbarn tók lut í og sum vísur, hvussu djúpar kenslur vanligi danin hevur fyri kongshúsinum.
? Hetta var ein dagur, sum hevði ein serligan týdning fyri øll fólk. Men tað kemur ikki av ongum. Tað kemur av tí, at danska kongshúsið hevur megnað so væl at ment sg lið um lið við politisku skipanina.
Edmund Joensen er eisini sannførdur um, at hetta var eitt hátíðarhald, sum eisini hevði alstóran týdning fyri vanliga føroyingin.
? Eg havi hoyrt um nógvar føroyingar, sum skipaðu fyri ymsum tiltøkum hendan dagin, brúdleypi var og onkur hevur eisini flaggað.
? Føroyingar í Føroyum hava kanska verið meiri upptiknir av brúdleypinum, enn vit geva okkum far um.
?Í hvussu so er, hava føroyingar í Danmark tikið fullan lut hátíðarhaldinum, tí eg frætti um fólk, sum høvdu givið seg til støðu við vegin longu klokkan sjey á morgni fyri at kunna standa á einum góðum plássi, tá ið hestavognurin við teimum nýgiftu skuldi koyra framvið seint seinnapartin.
Edmund Joensen sigur, at sostatt heldur hann eisini, at kongshúsið stingur so djúpt í barmi á vanliga fólkinum, at hann ivast ikki í, at tað hevur eina langa framtíð.
Hann heldur eisini, at danir hava dugað sera væl at brúkt kongshúsið til at marknaðarføra kongshúsið. Tað er eitt lítið land, men tað fyllir nógv í hugaheiminum hjáfólki kring allan heim og tað er í stóran mun kongshúsinum fyri at takka.
Hann heldur, at hendan marknaðarføringin kemur øllum ríkinum til góðar. Limir í kongshúsinum vitja eisini Føroyar regluliga.
Løtt at práta við
Edmund Joensen sigur, at hetta eru stór tiltøk, sum tað býðst ikki nógv høvi til at fáa orð á tey kongligu.
Men í trúðlovilsisgildinum í heyst vóru ikki so nógv fólk og tað prátaði hann við øll í kongshúsinum, eisini við drotningina, prinsin, Fríðrik, Joakim, Mary, Alexander og hinar prinsessurnar.
?Eisini ta ferðina bar eg upp á mál at vit vildu hava tey til Føroya og eg skilti á teimum, at tað verður so skjótt, høvið býðst.
Edmund Joensen sigur, at tey kongligu eru sera fryntlig of fyrikomandi fólk at práta við.
? Eg prátaði eina góða løtu við Mary Donaldson bæði um Tasmania og um Føroyar. Eg greiddi henni frá í stórum um okkara politisku skipan, um hvussu føroyingar livdu og eg fortaldi henni eisini eitt sindur um okkara brúdleypssiðir og um okkara brúðarvísur.
Men á slíkari ferð býðst ikki eisini høvi til meiri álvarsligt prát.
?Vit hittu sjálvsagt eina rúgvu av politikarum og treyðugt so, verður nógv prátað og hetta er eisini eitt frálíkt høvi til at trýsta á ymsar knøttar, so politiskt koma vit heldur ikki heilt eiðasørir heimaftur, sigur Edmund Joensen.