»spælivarp« er sjálvandi sagt í myndaðum týdningi, tí nógvar væla sendingar verða gjørdar og sendar, men gongdin seinastu tíðina eigur at fáa okkum at hugsa um støðuna. Í SÍNI tíð gav løgtingið útvarpinum [...] Men V4 spælið helt fram, tí nú var spælið helst partur í at fáa nóg mikið til rakstur. Henda grundgeving kann góðtakast. Stuttligt er at spæla, og í sjálvum sær var spælið »óskyldugt«, tí tað koyrdi á sín [...] ófatiligt er, at løgtingsmenn ikki sláa nevan í borðið, tí tað kann ikki vera rætt, at loftmiðlarnir nærum skulu kappast um, hvør er snildari at kroysta pengar úr fólki. Og er tað ikki at ganga jólahátíðini
síggja brúka pengar til at leita á føroyskum øki, hava eisini sínar arbeiðsætlanir at ganga eftir. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at lóggávan fór at verða samtykt í 1997 ella fyrst í 98 - og at [...] ni spent bíða eftir, skuldi verða lýst leyst í fyrru helvt av 98. TÁ málið hevur fingið 1. viðgerð fer tað so í nevnd, har tað skal viðgerast í smálutum í ein mánað. Tað er at vóna, at bæði 1. viðgerð [...] virksemi, sum verður á føroyskum øki mong ár fram í tíðina. Hon setir út í kortið ein heildarpolitikk á hesum økinum. Hvussu vit tá skulu bera okkum at í sambandi við at seta oljufeløgum krøv og treytir
tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur [...] tað, so fer eingin føroyingur at stuðla hesum samstarvi í framtíðini - um ikki teir seku í Danmark, tað verið seg banki ella politikarar vísa angur í orðum og verki. VIT teljast millum teirra, sum bera ótta [...] víst seg at hava eina føling við, hvat fyrigongur og bylgist í Føroyum, er okkara maður. Júst Knud Heinesen kann vera føroyski trumfurin í hesi torføru kabalu. Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur
av vinnulívsfyritøkunum í einum landi gera av at seta part av sínum pengum í eitt ávíst privat oljufelag. Og tað eru slíkar spurningar vit hava saknað í øllum hesum málinum. Í dag er tað so loksins ein [...] geva sítt íkast til tjakið. Merkiliga lítið hevur verið tjakast í sambandi við oljulóggávuna. Og nú føroyingar eru farnir at seta pengar sínar í oljufeløg verður hetta gjørt uttan nakað stórvegis orðaskifti [...] sínar pengar. EFTIR okkara tykki er brúk fyri eini breiðari og sakligari viðgerð av spurninginum um føroysk oljufeløg, áðrenn virki, stovnar, feløg og einstaklingar gera av at seta pengar sínar í eitt ávíst
vilja brúka pengar og orku í eini føroyskari oljuvinnu. Men hesir mugu heldur ikki sleppa at seta kílar í almenna oljupolitikkin, so vit púrasta missa tamarhaldið, áðrenn spónurin er settur í. Latið okkum [...] milliónir av kr. í eginpeningi. HENDA sannroynd er ein greið ávaring til føroyskar politikarar um, at vandi er á ferð. So fá vit eru hava vit ikki ráðtil at spjaða kreftirnar. Og reyði tráðurin í politikkinum [...] stýra útviklinginum. Vit hava einki ímóti, at føroyskar fyritøkur gera íløgur í oljufeløg. Sjálvandi skulu vit vera við í framtíðar menningini av hesi vinnu og fáa ágóðan av henni. Men her mugu vit standa
ov langt úti at spyrja, um bretar í veruleikanum hava fatur á stórum og lovandi strukturum í tí Hvíta økinum og sum helst ganga víðari inn á føroyskt øki, og sum bretar í dag nettup gera krav uppá? Hetta [...] til endamál at skapa mest møguligan áhuga fyri økinum.í tann mun tað ber til og tað er rímuligt og rætt eigur danska vinnulív sjálvandi at vera við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu, men her er talan [...] sum møguliga kemur upp at venda undir samráðingum ella í korridorunum aftaná er marknatrætan við bretar. Spurningurin er hvørji áhugamál danir hava í hesum máli. Eru teir líkasælir ella hava teir sínar tankar
millum vælferð og kreppu í hesum landi, og spurningurin er um politikararnir og onnur í leiðandi størvum í samfelagnum hava tikið hetta í nóg stórum álvara. Duga vit í heila tikið at brúka góðar tíðir til at [...] fáa skipini sjálvandi meira burtur úr. Samanumtikið kemur meira inn í skatti. Gongd er í VIT hoyra um somu tíð, at skrædl er væntandi í okkara fiskivinnu. Enn hava vit so ikki fingið hetta váttað ella útgreinað [...] búgva. Hetta er í hvussu er tann myndin, ið fæst við at hyggja eftir virkseminum, sum er. Ella er hetta nú allur veruleikin kundi verið spurt? HVUSSU og ikki so er tað ómøguligt at fáa íbúð í miðstaðarøkinum
gerandisdagurin aftur í føroyskum politikki, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu manningarnar á tingi og í landsstýri fara at klára seg. Vónandi fer nýggja samgongan at liva upp til andan í stýrisskipanarlógini [...] at taka andstøðuna við í allari tí parlamentarisku prosessini. Hinvegin er tað eisini umráðandi, at andstøðan fer konstruktivt til verka og vísir vilja til at vera positivt við í viðgerðunum. Spennandi [...] útreiðsluøkini. Tað ljóðar tí eitt sindur løgið, tá nýggi almanna- og heilsumálaráðharrin í samrøðu við sjónvarpið í gjár sigur, at um somu tíð sum endamálið er einar frælsar Føroyar, so skal helst einki
mugu til at gera íløgur í hetta samfelagið, íløgur fyrst og fremst í sunnar og skilagóðar vinnuætlanir, íløgur í samferðslu og flutning, í útbúgving og tøkni, ja rætt og slætt í menniskju. Tí mugu vit til [...] Vit tosa í veruleikanum um alt landshúsarhaldið: hvussu hetta skal skipast og mennast, ikki bert í komandi tíð, men so sanniliga eisini langt inn í næstu øld. Vit kenna lutvís innihaldið í valskráunum [...] búskap og fáa lív í hann aftur. Her eru óteljandi møguleikar, hóast Bankin aftur og aftur roynir at fyrigikla fólki, at einki lønandi er at seta pengar í. Tú noyðist fyrst at hugsa í íløgum, áðrenn tað
minst á búskaparliga økinum. DANSKA fólkatingið skuldi góðtaka avtaluna í gjár. Hetta kemur beint í kjalarvørrinum á einum orðaskifti í fólkatinginum um ríkisfelagsskapin. Sambart tí orðaskiftinum skulu føroyingar [...] framtíðar samstarv í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin. Hóast danska stjórnin týðuliga hevur sagt, at hon ikki fer at leggja seg út í hetta orðaskifti, tí hon heldur tað eigur at fara fram í Føroyum fyrst, [...] Bæði løgmaður og varaløgmaður hava mint fjølmiðlarnar á, hvussu stóra ábyrgd hesir hava í umrøddu málum. Vit fara í hesum sambandi eisini at minna løgmann, varaløgmann og aðrar leiðandi politikarar á, hvussu