Arnold var tikin longur aftur. Allan er ein frálíkur fótbóltsspælari, men hevur ikki spælt nógv á 1. deild í ár vegna skaða, og hann fekk lítið burturúr í oddinum. Hinvegin hevði Harley heldur ikki gjørt [...] 2-0 málið hjá HB. Tað skal framvegis nógv til at fáa eina betri finalu enn hana í 1994, tá KÍ vann 2-1 á B71. HB vann løgmanssteypið til ognar og hevur nú góðar møguleikar fyri at endurtaka bragdið hjá GÍ
fegnir vera í 1. deild, og tað er einki at siga til, tá tað m.a. verður hugsað um, hvørja søgu aldursforsetin hevur, men vit mugu ásanna, at í løtuni sær tað alt annað enn ljóst út fyri 1. deildarfótbólti [...] og so víðari. Støðan er annars rættuliga ólík henni í 1996, tá HB eftir átta umfør var aftast í 1. deild! Botnstríðið Støðutalvan vísir, at tíðin hjá gøtumonnum sum meistaraaspirantar er av í hesum umfarinum [...] ferð megna at halda seg í bestu deildini. Tað gjørdu teir ikki fyrru ferðina, tá teir royndu seg í 1. deild. At kappingin um at sleppa undan niðurflyting verður móti TB og ÍF er rættuliga sannlíkt. Men nú
aftast í 2. deild, og koma ikki heilt aðrir bollar á súpanina eftir summarsteðgin, enn tað hava verið higaril, so fara Vágarnar ikki at eiga umboð í 2. deild komandi ár. Í Gøtu taptu teir 3-1. Kanska hevði [...] hevði tað verið øðrvísi, um teir í 1. hálvleiki høvdu fingið nyttu burturúr, tá Sonni Johansen lobbaði í stólpan, og tá teir eftir horna vóru púra leysir við aftara stólpa, men klossaðu møguleikan burtur [...] minkaði um munin, tá tað restaðu átjan minuttir. Hann sneiddi fleiri av og smekkaði til úr 18 metrum. 3-1 málið tveir minuttir fyri leiklok var átókt fyrsta málinum: Petur Sjúrðarberg legði út frá baklinjuni
Sandoyingar ásannaðu í fjør, at niðurflytingin úr 1. deild var úrslit av, at teir ikki høvdu nóg góða manning til 1. deild. Teir ásannaðu eisini, at tað fór at vera torført at vinna plássið í bestu deildini [...] kundi vinna 2. deild. Kaga vit eftir støðutalvuni, so eru tekin í sól og mána um, at teir í B71 eru komnir ikki so lítið ávegis. Fyri fyrstu ferð í ár eru teir komir á ovasta plássið í 2. deild. Um tað so
Johannesen, sum vardi búrið fyri tann meiðslaða Magna Hentze og kom væl frá uppgávuni, í netið til 1-1. Reytt ella einki Sami Kári Hansen var annars partur av eini ivasamari hending tíðliga í dystinum. [...] fyri stutt frá málinum. Longu áðrenn TB fekk málið til 2-1, hevði NSÍ lagt trýst á, og TB-liðið varð so smátt kroyst aftur á vøllin. Eftir 2-1 málið fekk NSÍ alt trýstið, og TB gjørdi alt fyri at verja [...] teir eru framvegis væl við í heiðursmerkjastríðnum. Enn er 4. plássið tað ovasta, NSÍ er endað í 1. deild, men tað kann lættliga broytast í ár.
mesta av kappingarárinum. Bartal Eliasen var leikbannaður síðst, men hann spældi í 3. deild síðsta vikuskifti, tá 1. deildarliðið hjá ÍF hevði frí, tí VB spældi í Intertoto. Higartil hevur kappingarárið [...] báðu ferðirnar í steypakappingini og báðar landskappingardystirnar. Í 1996 flutti NSÍ niður í 2. deild. Tað árið vann B68 báðar landskappingardystirnar. KÍ-Sumba Tað eru bara fýra dagar síðani, at tað [...] dag. Tá TB, sum flutti niður, og GÍ, sum vann FM, spældu í 1996 vann GÍ báðu ferðirnar. Teir vunnu 3-1 í Gøtu og 3-0 á Sevmýri.
skuldi royna at fáa steypið, sum tað varð spælt um í 2. deild, ígjøgnum tunellina saman við stigunum. Royndin eydnaðist illa, men eina lítla løtu í 1. hálvleiki vóru tey í Leirvík eitt sindur kløkk, tí tá
Treiskir sumbingar Tá sumbingar fluttu upp í 1. deild, mundu tað vera mong, ið roknaðu teir sum kanónføði og harvið at teir fóru skjótt niður aftur í 2. deild, akkurát sum teir gjørdu í 1991. Higartil hava [...] fyrru ferðina, tá teir vóru í 1. deild. Og tað er lítið ella einki, sum bendir á, at teir fara at enda á niðasta plássi og harvið fara at flyta beinleiðis niður í 2. deild. Teir siga sjálvir, at høvuðs [...] men at tað verður strevið er lítil ivi um. TB framvegis sigursleyst Aldursforsetin kom aftur í 1. deild í ár, og tað er har TB hoyrir heima, verður aftur og aftur tikið til. Hvat er í hesum ynskinum skal
var enn leysari, og hann setti bóltin í tóma málið til 3-1. ÍF hevði ikki veruliga megnað at hótt HB-málið við støðuni 2-1, og tá tað nú bleiv 3-1, var vinnarin funnin. HB-verjan hevði eisini ráð til at [...] og tí varð dysturin spældur á niðara vøllinum ? allarhelst fyrstu ferð, at landskappingardystur í 1. deild hjá monnum er spældur á niðara graslíkisvøllinum hjá havnarfólki. HB vann dystin 3-2, men hóast [...] sum var framman fyri hann, tí hann flutti seg ikki av málstrikuni, og so sat bólturin í kassanum til 1-1. Útjavnandi málið fekk HB-liðið at rakna við aftur, og hóast ÍF hevði javnað, komu teir ikki rættiliga
FS Vágar flutti niður úr 1. deild í fjør, og tí vórðu teir roknaðir sum ein av náttúrligu favorittunum til at flyta upp í ár. Men tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá vágamonnum í ár, og undan hesum [...] hesum umfarinum lógu teir langt niðast í 2. deild og høvdu enn ikki vunnið ein dyst í landskappingini. Leygardagin vóru hvalbingar, sum hava staðið seg rættiliga væl í ár, men sum kortini hava havt trupulleikar [...] John Johansen fekk eisini eitt mál afturat í dystinum, tá hann setti eitt brotsspark í netið til 6-1. Troystmálið hjá Royn stóð Sasha Vukotic fyri. Við sigrinum fekk FS Vágar sum nevnt samband aftur við