Komandi vikuskifti verður níggjunda og síðsta umfarið hesumegin summarsteðgin avgreitt. So fara flestu spælararnir í summarfrí. Teir hjá VB fáa summarfrí eftir seinnu royndina í Intertoto, sum verður niðri í Kekkia, meðan onnur halda jóansøku í Vági, meðan spælararnir hjá TB, ÍF, Sumba, NSÍ og KÍ fara í summarfrí eftir landskappingardystirnar um vikuskiftið. Tvørámenn fáa summarfrí leygardagin, tí kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av at flyta dystin millum GÍ og TB, sum sambært skránni skuldi verið sunnudagin, til leygardagin. Tað man vera tí at suðuroyingarnir vilja sleppa á jóansøkuna, sum verður í Vági.
Tað hevur verið upp á tal, at dysturin millum KÍ og Sumba, sum sambært skránni skal vrea í Klaksvík sunnudagin, skuldi flytast til Sumbiar, og so skuldi Kí hava heimavøll móti Sumba í 18. umfarinum, sum verður leygardagin 3. oktober, men higartil er ikki annað komið burturúr hesum enn prátið.
Altjóða luttøkan
Hjá spælarunum í B36, HB og GÍ verður summarsteðgurin ikki so langur. Serliga stuttur verður hann hjá B36 og HB, sum longu 22. juli og aftur ólavsøkudag skulu spæla í innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri ávikavíst meistarar og UEFA Cup.
Gøtumenn vunnu steypakappingina í fjør, og teir skulu í europeiska eldin mikudagin 13. august, ella eina góða viku eftir at farið er undir aftur landskappingina heima á landi. Sambært skipanini skulu allir fimm dystirnir í tíggjunda umfarinum í landskappingini spælast sunnudagin 2. august, men kappingarnevndin hevur gingið umbøn frá HB og B36 á møti um at flyta lokaluppgerðina í Havn til mánakvøldið 3. august.
Kappingin um Europa
Í fyrradagin var altso áttanda umfarið avgreitt. Sum altíð síðani farið varð undir landskappingina í 1942, so verður eisini í ár kappast um heiður og æru. Men tað er einki at liggja omaná, at Europa Cup og peningurin, sum er at vinna í tí sambandinum, stendur frammarlaga í huganum á bæði spælarum og ábyrgdarpersónunum í feløgunum.
Í tí sambandinum er eitt longu avgjørt. Tað er, at HB hevur vunnið sær rætt til europeiska luttøku komandi summar. Tað gjørdu teir, tá teir vunnu løgmanssteypið til ognar síðsta mikukvøld.
Men spurningurin er, um HB fer at taka lut í europeisku steypakappingini komandi summar. Í løtuni er HB væl fremst í landskappingini, og vinnur HB FM heitið, so fara teir at taka lut í Europa Cup kappingini fyri meistaralið, og tað fer so aftur at hava við sær, at KÍ fær atgongumerkini til europeisku steypakappingina. Í løtuni er KÍ næstovast í landskappingini. Enda teir á tí plássinum, samstundis sum HB vinnur FM heitið, so fer tað at hava við sær, at tað liðið, sum endar á triðja plássi í landskappingini, fer at fáa plássið í UEFA Cup, sum næstfremsta liðið annars eigur rættin til. Men nú fáa vit at síggja. Enn er alt hetta, so segði maðurin, hypotetiskir spurningar, og sum kunnugt eru nógvir leikir í longum talvi.
Átókt 1995
Í HB er sigarføringin høg. Teir hava ongantíð dult fyri, at málið er á hvørjum ári at vinna bæði landskappingina og steypakappingina. Tá tú setir tær so høg mál, so verður tú ofta vónbrotin. HB hevur ofta áður vunnið greipuna, sum teir nú eru farnir at kalla tað, bretar nevna the double, men teir hava ikki megnað hetta tey seinastu tíggju árini. Í 1988 vann HB FM, og sama árið vunnu teir triðju ísafjarðarsúluna til ognar.
Nú tykist møguleikin vera har. Teir hava vunnið steypakappingina, og í landskappingini eru teir fimm stig undan klaksvíkingum á øðrum plássi.
Tað er eisini sjón fyri søgn, at HB liðið í ár er nógv støðugari, enn HB lið hava verið í mong ár. Spælið er ikki so polerað, sum tað onkuntíð hevur verið, men teir vinna nærdystirnar, teir spæla beinleiðis og málsøki, og teir fáa fult so at siga hvørja ferð.
Síðsta dømið um hetta var leygardagin, tá Sumba kom á odda suðuri á Krossinum, men HB fór alíkavæl við øllum. Tað er eitt av eyðkennunum fyri topplið.
Men hóast veruleikin er, sum hann er málaður omanfyri, so eru tey HB viðhaldsfólkini stuttmint, sum kanna sær FM heitið longu nú.
Um vit líta aftur um bak, so kunnu vit staðfesta, at støðan eftir átta umfør í 1998 fyri HB minnir ikki sørt um støðuna í 1995. Tá var HB fýra stig frammanfyri hini liðini, tá átta umfør vóru avgreidd. Tá vóru teir sjey stig frammanfyri GÍ, sum eftir átjan umfør stóð við gullkrónum, meðan HB menninir so at siga vóru eyðmýktir og endaðu á silvurplássinum heili átta stig aftanfyri GÍ.
Í løtuni er GÍ ellivu stig aftanfyri HB, og tað vera neyvan teir, sum taka HB í ár, um nakar fer at gera tað, men moralurin av omanfyri standandi má vera, at tú skalt ikki kanna tær bitan, áðrenn hann er svølgdur, tú skalt ikki selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin og so víðari og so víðari.
Støðan er annars rættuliga ólík henni í 1996, tá HB eftir átta umfør var aftast í 1. deild!
Botnstríðið
Støðutalvan vísir, at tíðin hjá gøtumonnum sum meistaraaspirantar er av í hesum umfarinum. Teir eru nærri botninum, enn teir eru toppinum, men tað er neyvan nakar sum roknar GÍ millum niðurflytingarmøguleikarnar, og tað gera vit avgjørt heldur ikki.
Tvørámenn vilja fegnir vera í 1. deild, og tað er einki at siga til, tá tað m.a. verður hugsað um, hvørja søgu aldursforsetin hevur, men vit mugu ásanna, at í løtuni sær tað alt annað enn ljóst út fyri 1. deildarfótbólti á Sevmýri komandi ár. At teir í evstu løtu sunnudagin so at siga mistu tvey stig fyri borð kann fara at vísa seg kostnaðarmikið í síðsta enda.
Higartil hava sumbingar staðið seg væl, og tað kann fara at vísa seg, at teir hesa ferð megna at halda seg í bestu deildini. Tað gjørdu teir ikki fyrru ferðina, tá teir royndu seg í 1. deild. At kappingin um at sleppa undan niðurflyting verður móti TB og ÍF er rættuliga sannlíkt. Men nú fáa vit at síggja. Komandi vikuskifti skulu tey bæði fremstu liðið, HB og KÍ, spæla á útivølli í ávikavíst Fuglafirði og Sumba, og tá kundi tað kanska komið okkurt óvæntað úrslit, sum fór at hava týdning bæði fyri støðuna í botninum og í toppinum!