Leingi er tað ið væl skal vera

Fótbóltur, 2. deild: FS Vágar fekk sín fyrsta sigur í ár, og tað var ikki við mýkindum: Teir vunnu 7-2 á Royn

FS Vágar flutti niður úr 1. deild í fjør, og tí vórðu teir roknaðir sum ein av náttúrligu favorittunum til at flyta upp í ár.

Men tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá vágamonnum í ár, og undan hesum umfarinum lógu teir langt niðast í 2. deild og høvdu enn ikki vunnið ein dyst í landskappingini.

Leygardagin vóru hvalbingar, sum hava staðið seg rættiliga væl í ár, men sum kortini hava havt trupulleikar á útivølli, í Vágum, og tað sluppu teir ikki væl frá.

FS Vágar vann dystin ikki minni enn 7-2, og tað var ein óvæntað stórur sigur fyri eitt lið, sum frammanundan ikki hevði vunnið í kappingini!

Men leingi er tað, ið væl skal vera, og liðið úr Vágunum hevur nú fingið samband við hini liðini í deildini aftur.

John Johansen setti hol á, tá hann hegnisliga tamdi eina langa diagonalsending og sendi bóltin í netið hjá Royn.

Hvalbingar svaraðu tó skjótt aftur við einum máli av Allani Mikkelsen, men so fingu teir ein dyggan smeit, tá teir fingu ein mann riknan av vølli fyri tvey gul kort. Og tá Rodmund Rasmussen so legði FS Vágar á odda aftur beint áðrenn hálvleikssteðginum, fullu suðuroyingarnir meir ella minni í fátt.

Í seinna hálvleiki fekk heimaliðið fimm mál, áðrenn gestirnir megnaðu at svara aftur, so tá var alt avgjørt.

Rodmund Rasmussen gjørdi tveir kassar afturat og fekk sostatt trý tilsamans, meðan Hilmar Hansen skoraði tvey. John Johansen fekk eisini eitt mál afturat í dystinum, tá hann setti eitt brotsspark í netið til 6-1. Troystmálið hjá Royn stóð Sasha Vukotic fyri.

Við sigrinum fekk FS Vágar sum nevnt samband aftur við hini liðini í deildini, eftir at tað var farið at síggja rættiliga dapurt út vestanfyri.

Felagsliðið hjá vágamonnum hevur nú átta stig og kann fara í summarfrí við tveimum stigum upp til niðurflytingarstrikuna.

Støðan er framvegis ikki so góð í Vágum, og teir kunnu gloyma alt um at flyta upp aftur.

Men sannførandi sigurin kom í seinastu løtu, tí hevði FS Vágar farið í summarfrí uttan at hava vunnið, hevði tað ivaleyst verið tungt at komið upp á turt aftur.

Tað vísti seg enn einaferð, at Royn ikki fær nógv burtur úr á útivølli, og at tey flestu stigini koma á altjóða vøllinum í Hvalba.

Eftir eina rímiliga góða byrjan eru nú fimm stig upp til oddaliðini ? tað kann skjótt takast inn aftur, men tað krevur, at liðið eisini fær stig burtur úr útidystunum. Higartil hava teir bert vunnið á Eiði móti EB/Streymi ? tað var í 1. leikumfarinum ? men síðani hava teir tapt í Klaksvík, í Havn móti B36, í Gøtu og nú eisini í Miðvági. Tað hoyrir við til søguna, at teir leygardagin mistu ein mann lutfalsliga tíðliga í dystinum, men soleiðis kann tað ganga, og 7-2 er ov nógv at tapa móti einum botnliði.