Sera mong fólk høvdu leitað sær oman á Hafnia henda góðveðursdag, har Sofus og konan buðu vælkomin. Millum gestirnar vóru ikki færri enn fýra fyrrverandi løgmenn umframt nú virkandi løgmann. Har vóru fleiri [...] umboðsstovuni í Aberdeen. Her ikki minst fleiri av fólkunum, sum skaptu ?Skotlandssiglingina? á sinni. Tað verður ov drúgvt her at taka upp alt tað, sum sagt var til móttøkuna, men ikki kann dyljast, at Sofus [...] tað sást ikki minst aftur á móttøkuni, har hann fekk mong góðorðini umframt telegram ymsa staðni frá. Bjartskygnir men varnir Tær munnu vera fáar, løturnar, har Sofus er hjástæddur, at hann ikki eisini sjálvur
Ein góður vinur og virkisfelagi, Dánjal á Kjalnesi, er farin. Ikki er tað mangan, at eg taki alment til pennin, heldur ikki tá ið tað snýr um týdningarmikil viðurskifti, sum at minnast góðar samstarvsfelagar [...] Dánjal kundi komu burturúr hesum, at hann fór at vinna heilsuna aftur, bleiv tað ikki so. Vit vita øll, at slík sjúka er ikki tespilig, men ein vónar altíð. Hvør skuldi trúð, at ein so prúður og megnarligur [...] var sera hugnaligt. Betri byrjan á ein seyðasýningardag kann ein ikki hugsa sær. Emily, tøkk fyri góðan sýndan blíðskap. Dánjal og konan dugdu at motivera og skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi. Síðan var farið
umráðandi at fáa torvið til húsa sum skjótast. Poli var ikki maður, ið læt nakað liggja á láni, tí tað, ið hann kundi gera í dag, læt hann ikki bíða til dagin eftir – av raskastu monnum bæði á sjógvi [...] sleppa leysur aftur. Hetta kundi sjálvsagt vera vandamikið, so hann vildi ikki royna aftur. Seinni varð ein hálvur bátur funnin, og hildið var at hetta var torvbáturin. Leitað varð allastaðni, men maður [...] Poli ikki var her. Nei, hon hevði einki sæð til Pola, men hann hevði sæð Pola farið inn um dyrnar. Eisini verður sagt frá, at svágur Jens skuldi hoyra Jens rópa á seg. Slíkar frásagnir hava ikki verið
um viðkomandi ikki ger nakað revsivert næsta árið. Tað var á dansibandsfestivalinum í Vági í fjør, at viðkomandi møtti løgreglumanninum, ið hann nú er dømdur fyri at hótta, men tað var ikki fyrstu ferð teir [...] løgreglumanninum, at hon ikki fór at kenna løgreglumannin aftur, eftir at hann hevði fingið hendur á honum. Løgreglumaðurin greiddi frá, at um talan bara var um eina hending, so hevði hann ikki hugsað meira um [...] yring. Verjin metti heldur ikki, at ákærurnar vóru so mikið grovar, at tær uppfyltu treytirnar í §266 í straffilógini, og tí bað verjin um fríkenning. Dómarin metti tó ikki, at tað hevði eydnast verjanum
uttanlands. ? Tjaldirið er álitið hjá okkum. Síðani hava vit Nim. Hann er ikki bygdur til hesar uppgávurnar og tískil heldur ikki tann best egnaði at nýta sum vaktarskip. Hvat Spógvin kann gera, er hinvegin [...] nýtt vaktarskip at nýta. ? Bara at koyra við lappaloysnum ber heldur ikki til. Ein betri og meir varandi loysn átti at verið funnin, nú vit bíða eftir nýggjum vaktarskipi. Vit eiga at fáa eina varandi [...] til landið og skuldi avloysa Ólav Halga sum vaktarskip. Sum øllum kunnugt gjørdist Nólsoyar Páll als ikki nøkur loysn, men ístaðin eitt havt um beinið. Aðrar fyribilsloysnir hava síðani verið funnar, og henda
øðrvisi nú enn tey vóru fyri nøkrum árum síðani. Ikki minst fegnast Helena av teirri orsøk, at tosið um fýra ára skiftistíð ikki er ein møguleiki longur. Ikki tikið avgerð Sjálvstýrisflokkurin og Helena Dam [...] verður sagdur tá. Hon hevur tó ikki gjørt upp við seg sjálva ? í øllum førum ikki alment ? hvussu hennara politiska yrkisleið fer at síggja út í framtíðini. Hon sigur seg ikki hava tikið støðu til henda [...] at ein breið semja varð funnin í Føroyum. Eg eri ógvuliga glað fyri, at danir melda soleiðis út. Tað, sum mann kann harmast um, er, at ein tílík felags útmelding av hesum slag ikki kom longu í 1998, sigur
hann fyri, at kanska var ikki altíð so nógv skil í innkeypinum, tí hann vildi hava so nógva ymiska vøru í handlinum í Skúvoy. Hann vísir á, at tað, sum hann ikki seldi – ella ikki seldi so nógv av – eisini [...] orði, um Meinhard ikki hevði hug at lata handil upp í bygdini. - Hesin bað meg vælsignaðan koma at hjálpa teimum, nú handilin í bygdini var stongdur, men satt at siga hevði eg slett ikki hugsað tankan, sigur [...] fyri, læt Meinhard læknan vita, at hann als ikki ætlaði sær at gevast á hendur. Uttan at fara niður í smálutir við sjúkugongdini hjá Meinhardi, gjørdu hann og konan nú av at lata systir hansara yvirtaka húsini
Jóhonnu f. Isaksen (f. 31.03.1863) ætta av Húsum. Mamma Johan Hendrik var seinna konan í hjúnarlagi við Rasmus Jacobsen. Fyrra konan var Rasmina Maria Isaksen (f. 1866), sum var yngra systir Jóhonnu. Rasmina [...] lærdi okkum ikki at stúra fyri morgindegnum. Hóast omma nú bert manglaði 33 dagar í at gerast 91 ára gomul - og aldurin harvið kann sigast at vera rokkin - so verður saknurin stórur nú hon ikki er millum [...] fríggjadag og drekka ein kaffimunn saman við henni og fáa eitt prát. Hon væntaði meg altíð, hóast eg ikki kom altíð, so vildi hon vera klár um eg kom niðan. Og Martin, ja hann skuldi koma hósdag. Soleiðis
dag Endamálið við matvørulógini er millum annað at tryggja at maturin, íð verður seldur í handlunum ikki er skaðiligur fyri lív og heilsu og er tað til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at tryggja við sínum [...] gevur Starvsstovuni møguleika at grípa inn í søluna ella framleiðsluna og steðga øllum til orsøkin er funnin og loyst. Málið verður, um tað verður mett álvarsligt, sent fútanum, sum tekur støðu til um ákæra [...] Fyrru ferð var miðskeiðis í áttati árunum, tá krøv vórðu sett til innfluttar kjøtvørur og egg at tey ikki skuldu innihalda salmonella. Senni vórðu bert flogfenaður fevnur av hesi kunngerð. Seinnu ferð var
so friðarliga higani. Tað var ikki bara, tá ið hon var fødd, at tað var ódnarveður. Tá ið hon skuldi doypast var enn verri veður. Tað var so nógvur vindur, at tey tordu ikki heim eftir bakkanum, men fóru [...] Oluffa, tann fína gamla konan úr Havn, sum tosaði reint havnarmál til ellisár og sum hevði eitt milt vesin og sum forgudaði mammu og alt sum var undan henni. Tað er slett ikki so lítið. Hon var dóttir [...] spurdi. “Tú, Jústinus, hvør er handan konan sum situr yvir av okkum? “ “Hatta er Mia í Hálvmørk,” sigi eg. “Er tað hon,” svarar Malfrid, “eg kendi hana slett ikki.” Mia spurdi meg sjálvandi eftir mammu