Flogbóltur - menn
Landskappingin í mansflogbólti er ikki avgjørd enn. Tað er hon ikki av tí, at Fleyr tapti útidystin í Sørvági sunnudagin, og tað vil siga, at tað framvegis eru tvey lið, sum kunnu vinna meistaraheitið í mansflogbólti í ár. Fleyr, sum framvegis liggur best fyri, og Fram, sum eru klárir at taka við, um Fleyr snávar.
Fleyr fór til Sørvágs við sjálvsálitinum í lagi. Seinastu tveir innanhýsis dystirnar móti SÍ hevði Fleyr nevniliga vunnið og tað gjørdi ikki útlitini verri, at SÍ seinasta vikuskiftið tapti móti ÍF.
Hetta var kortini ikki nóg mikið og Jan Hentze, leikandi venjari hjá Fleyr staðfestir, at teir ikki vóru nóg góðir henda dagin. Fleyr fylgdi væl við í fyrsta og øðrum setti, men í teimum seinnu var tað SÍ, sum setti dagsskránna.
- Í fyrsta setti vóru vit enn tá framman fyri við 23-20, so tú kanst gott siga, at vit sjálvir lorkaðu okkum sigurin av hondum, sigur Jan um leikligu gongdina.
Í øðrum setti gekk tó betri hjá Fleyr. Spælið hekk betri saman og verjuspælið koyrdi stak væl. Tað stutta av tí langa var, at Fleyr vann hetta setti, og tí sá út til, at tað kanska skuldi fara at eydnast at vinna dystin.
Men so varð ikki. SÍ ? og serliga Rajko Petrovic ? komu fyri seg aftur, og tá avtornaði høvdu sørvingarnir vunnið ein rættiliga greiðan 3-1 sigur. Seinastu tvey settini kundi so einki sigast til at SÍ vann, heldur Jan.
- Sørvingarnir spældu í hesum báðum settunum væl betri enn vit gjørdu. Serliga Rajko spældi væl. Eg haldi ikki at hann tapti ein tann einasta bólt, sigur Jan um tveirmetur mannin hjá sørvingum.
Úrslitið av dystinum í Sørvági hevur við sær, at eingin meistari er funnin enn, og at vit tí skulu til seinasta leikdag fyri at finna ein meistara. Tað er framvegis Fleyr, sum hevur bestu kortini á hondini, men Fram kann framvegis stjala meistaraheitið fyri nøsini á grannunum. Og neyvan nakað hevði kenst teimum betri.
Hetta eru Fleyr leikararnir greiðir um og tí fara teir at stríðast sum úlvar tá teir fara á vøllin í seinasta dystinum móti Mjølnir.
- Trupulleikin er, at vit langt síðani eru útnevndir at vera meistarar av tí at vit »bara« hava Mjølnir seinasta dyst. So einfalt er tað ikki, tí talan er um ein klassikara og í einum slíkum kann alt henda. Spurningurin er eisini um Trygvi er klárur aftur, tí er hann tað er talan um eitt heilt annað Mjølnir lið enn tað sum vit hava sæð í seinastuni, sigur Jan
Fleyrvenjarin ivast ikki í, at hansara leikarar eru uppsettir at vinna, men hann veit samstundis, at mótstøðuliðið kemur til Havnar fyri at gera teimum fortreð. Kortini vónar hann, at tað fer at eydnast at vinna, kanska serliga tí, at felagið fyllir 25 ár í ár.