Í samfull 22 ár hevur Heiðrikur Christiansen starvast sum sløkkiliðsmaður, men hóast hann áður hevur verið úti fyri skelkandi tilburðum, so hevur ongantíð verið úti fyri nøkrum so ógvusligum sum seinnapartin fríggjadagin.
Heiðrikur Christiansen stóð 15 metur uppi í luftini og var í ferð við at sløkkja eldin í gomlu gentukostdeildini í Hoydølum, tá kranin, ið helt kurvini hann stóð í, brádliga koppaði.
– Eg minnist hvørt sekund, og tað einasta eg hugsaði var, at nú mátti eg halda fast, greiðir 47 ára gamli Heirikur Christiansen frá, tá vit biðja hann siga frá tí, sum hann upplivdi fyri trimum døgum síðani.
– Vit vóru farnir undir at eftirsløkkja og tað gekk fínt. Men tann eina síðan bleiv við at loga, so eg svingaði bummin yvir fyri at sleppa nærri. Tá føli eg, hvussu kranin byrjar at fara spakuliga, fortelur Heiðrikkur Christiansen.
Hóast tað nú eru tríggir dagar síðani, at óhappið hendi, stendur løtan framvegis klokkuklár í minni hansara.
– Tey plaga at siga, at 1000 tankar fara í gjøgnum høvdið í støðum sum hesum, men hesi bæði sekundini, har eg kendi hvussu kranin fór, hugsaði eg yvirhøvur einki. Tað einasta, eg gjørdi var at halda fast, sigur Heirikur Christiansen.
– Eg fekk so eisini tíð til at gera eitt gallróp á veg niður, sigur Heiðrikkur og smílist. Hóast tilburðurin var ógvuliga skelkandi og lættliga kundi enda sum ein syrgilig vanlukka, so spældi alt væl av. Av tí sama hevur Heiðrikkur valt at síggja tað positiva í øllum hesum.
– Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg var komin niður var: “Eg breyt bara beinið. Eg yvirlivdi”. Eg var púra klárur alla tíðina, sigur Heiðrikkur.
Skelkaðir starvsfelagar
Starvsfelagarnir hjá Heirikki vóru sjálvandi skelkaðir og óttaðust tað allar versta, tá teir sóu kranan koppa tvørtur um bygningin. Men tá teir so sóu, at Heiðrikkur var á lívi, gjørdist gleðin ovurhondsstór.
– Teir hava vitjað her úti hjá mær og sagt, hvussu glaðir teir eru um at sleppa at vitja meg her uppi á G4, heldur enn har niðri, sigur Heiðrikkur álvarsamur og sipar til kapellið, sum er í kjallaranum á Landssjúkrahúsinum.
– Men síðani hava vit eisini flent at hesum saman, tí tað hava eisini verið skemtiligar støður í øllum hesum her, sigur Heiðrikkur og fer undir at greiða frá, hvussu hann svansaði allan sjúkrabilin til við sínum skitnu klæðum.
– Tey royndu at klippa klæði míni upp, og eg var so køstaskitin, tí eg hevði roykkava frammanundan. Men meðan tey klippa er so smekkfult av mýggjabitum, og hesar turka tey so burtur av andlitinum við tí úrslitið, at tey eru innsmurd í sót og øsku, flennir Heiðrikkur.
Øvugt støða
Næstu tríggjar mánaðirnar skal Heiðrikkur halda seg burtur frá arbeiði. Tað fer hann eisini at gera, men Heiðrikkur ivast ikki í, at hann aftur verður at síggja í sløkkiliðsbúna, tá hann er komin fyri seg.
– Fyribils eri eg so sjúkrameldaður. Og hjá mær er hetta ein nokkso øvugt støða at vera í, tí í mínum starvi plagi eg at hjálpa øðrum, men hesaferð var tað so eg, sum hevði brúk fyri hjálpini.
Síðani fríggjadagin hevur Heiðrikkur ligið á Sjúkrahúsinum. Men hóast beinbrot og slitin liðbond, so letur hann bara væl at.
– Her havi eg havt tað ótrúliga gott, og tey gera eitt stórt arbeiði her, sigur hann um starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum. Seinni í dag varð Heiðrikkur útskrivaður, men tað heima sleppur hann ikki at sita fyri einki.
– Konan hevur fortalt mær, at hon fer út í havan at taka rabarbur, sum eg kann sleppa at skera, nú eg ikki kann ganga atlíkavæl, sigur Heiðrikkur smílandi.










