hvørvur í einum mjørka av tøgn. Men nú fæst kanska ítøkiligt svar innan eina viku, tí ráðharrin hevur skyldu at svara spurningum í Fólkatinginum. Borgari ímóti valdi Spurningurin er, hvat er hent í málinum [...] Allar súður eru kortini ikki syftar enn, tí nú er málið reist á hægsta stigi í Danmark. Føroyski fólkatingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen hevur tikið málið upp í Fólkatinginum. Hann hevur sett Lene Espersen [...] hví Rosalie Thomsen ikki kann vera í Føroyum. Tað tykist vera upplagt, at hon kann búgva í Føroyum. Hóast hon hevur filipinskt pass, hevur hon varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Hon er á áttanda ári gift
avmarkað, hvussu nógv fæst burtur úr í gerandisdegnum. - Vit royndu í fjør at seta ein leik upp, og tað eydnaðist so mikið væl, at vit endurtaka hetta í ár. Men tað er so ikki fyrr enn nú, at vit veruliga eru [...] dagarnar í vikuni, men frá hósdegnum fram til sunnudagin verður leikurin sýndur alment. Tað verður her í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og fyrsta sýningin verður hóskvøldið klokkan 19.30. Sýningarnar í skúlunum [...] ævintýrfigurarnir. - Leikurin er býttur upp í tveir heimar, ein ævintýrheim og ein veruligan heim, og í leikinum er ein gandaspegil, sum loyvir ævintýrfigurunum at vitja í veruliga heiminum, sigur Bárður á Lakjuni
útlendingapolitikkin, ið nú skal rekast í Føroyum. Orsøkirnar til ynski um at fáa ein verri avtalu eru ivaleyst at finna í øðrum samanhangi. Tað er greitt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum als ikki [...] ynskta virkningin, at eingi útlendsk ítróttafólk verða at síggja í okkara kappingum í fótbólti, hondbólti og flogbólti ella øðrum ítróttagreinum í framtíðini. Eggjar til »kreativar« loysnir Tað frættist, at [...] Heðin Mortensen ÍSF-forseti Í viðmerking til týsdagsútgávuna av Sosialinum leggur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, undirritaða undir at siga ósatt í málinum um útlendsku ítróttafólkini. Hann boðar frá, at
niður í 3% og síðani niður í 1%, men nú er øll hækkingin avtikin. Men samgongan hevur lovað pensjónistunum, at føra sáttmálasamráðingar til, at lønirnar hækka, skulu pensjónirnar hækka líka nógv. Í løgtinginum [...] landsstýriskvinna í almannamálum. Og tað merkir, at bæði fólkapensjónin og aðrar pensjónir skulu hækka í ár. Fyrr hækkaðu pensjónirnar automatiskt 4% um árið fyri at byrgja upp fyri prísvøkstrinum í samfelagnum [...] búskaparliga støðan er í løtuni. Hvørja ferð pensjónin hækkar eitt prosent, kostar tað landskassanum 4-5 milliónir í eykaútreiðslum. Og hon staðfesti, at henni varð álagt at spara 10 milliónir í ár og tí gjørdi
Sum ein lið í arbeiðinum hava irakar fingið tilboð um at senda fólk til uppvenjingar í Noregi. Tað er kortini ikki hugsandi, at Statoil verður virkið í Irak fyribils, tí myndugleikarnir í Oslo hava hug [...] desember í 1939 sendu bretar fleiri herskip at leita eftir týska krússaranum og at gera av við hann. Í einum bardaga varð týska skipið so meint rakt, at tað mátti leita sær í havn í Uruguay, men tá myndugleikarnir [...] oljufeløgini í danska partinum av Norðsjónum merkir fallið, at tey nú fáa 70 milliónir krónur um dagin fyri oljuna. Fyri einum ári síðani var dagliga virðið 86 milliónir krónur. Londini í OPEC hava gjørt
alt hetta góða eftir sær. Í slóð tíni, Frits, er í dag ein aldingarður av alskyns fagururtum innan mangt av tí, ið bylgist innan føroyska listaheimin í dag. Takk fyri, at tú nú í ein mansaldur hevur átikið [...] ósjálvsøkna lyndi. Í nógvum bygdum kring um í landi okkara vita vit, at mangt av tí, ið hendir, hongur uppi við nøkrum fáum menniskjum, sum vit eru so heppin at eiga í millum okkum. Í Fuglafirði eiga vit [...] kærkomin er onki at ivast í, tí pápin, Theodor, var sjómaður av teim allar frægastu. Hann leitaði um fjarar sjónarringar longu sum ungur, og mongu søgurnar um hansara sjómansdygdir hoyra í dag til tann partin
ára gomul og hon er í løtuni umsitingarligur yvirlækni á sjúkrahúsinum í Faaborg á Fjóni í Danmark.Hon tók læknaprógv í Århus í 1970 og fekk serlæknaviðurkenning í internum medisini í 1981.Hon hevur verið [...] yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í fimm mánaðir. -Henni dámdi sera væl í Føroyum og tá fekk hon sjálvsagt eisini eitt innlit í føroyska heilsuverkið. Tá ið eg so sá, at lýst var eftir læknastjóra til Landssjúkrahúsið [...] verið yvirlækni í Faaborg síðani 1991 og verið administrerandi lækni har síðani januar 1993. Umframt læknafakligu útbúgvingina, hevur hon holla útbnúgving í leiðslu og fyrsiting. Setanin verður, sum hjá
Nú er Skipalistin aftur at fáa um alt landið. Bókin er í høvuðsheitum snikkað eftir sama leisti sum í fjør, men er tilfarið víðkað í ár. Upplýsingarnar og litmyndirnar av føroyska flotanum eru helst mest [...] heilt nýtt hevði Skipalistin í fjør álmanakka, streymkort, streymtalvur og vestfallskyrrindi samlað í einari bók. Hetta sama er galdandi fyri Skipalistin 2001, og aftur í ár er tað Petur Hans Dahl, varastjóri [...] ivast í, at Skipalistin 2001 er ein góð og viðkomandi bók, sum er hent at hava hjá øllum, ið á einhvønn hátt hava áhuga fyri skipum og sjógvi. Skipalistin 2001 er 385 blaðsíður, og fæst til keyps í bókabúðunum
trupult út, greiðir venjarin frá. Nú stendur Kyndil so í steypafinaluni eftir eitt skiftandi kappingarár, har liðið nú loksins sær út til tryggja sær fjórða plássi í landskappingini. Men seinastu tíðina [...] staðfestir: -Eg haldi vit spæla sera góðan hondbólt í løtuni. Gaman í tapti Kyndil fyri Neistanum í bólkaspælinum, men hetta skulu fólk ikki leggja so nógv í, sigur kyndilsvenjarin. Hann vísir á at dysturin [...] Steypafinalan hjá monnum verður leikt í dag klokkan 16.00 FM1 sigur beinleiðis frá dystinum -Eg gleði meg ótrúliga nógv. Fyrstu ferð eg var í Føroyum var til steypafinalurnar í fjør, meðan eg samráddist við Kyndil
gera viðmerkingar til uppskotini bæði í størri høpi og í smálutum. Hetta hevur eisini verið gjørt, men tó ikki so nógv, sum vit kundu ynskt. Bæði á fundinum í fjør og í fjølmiðlunum aftaná fýltist Vinnuhúsið [...] Hjalti í Jákupsstovu Í eini grein í FF-Blaðnum hósdagin 22 mars við yvirskriftini ?FSN-formaðurin hongdur til ?skræk og advarsel? hevur eitt petti undiryvirskriftina ?FF útihýst frá viðgerð av fiskiroyndum [...] eru nú broytt frá at leggja dent á fong her og nú til at leggja dent á tey langtíðarúrslit, ið fiskivinnugransking kann hava fyri heildarúrtøkuna hjá vinnu og samfelag av fiskvinnu. Krøvini vóru í samsvari