- Eg havi boðað pensjónistunum frá, at vit halda tað, vit hava lovað.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Og tað merkir, at bæði fólkapensjónin og aðrar pensjónir skulu hækka í ár.
Fyrr hækkaðu pensjónirnar automatiskt 4% um árið fyri at byrgja upp fyri prísvøkstrinum í samfelagnum.
So varð hækkingin fyrst lækkað niður í 3% og síðani niður í 1%, men nú er øll hækkingin avtikin.
Men samgongan hevur lovað pensjónistunum, at føra sáttmálasamráðingar til, at lønirnar hækka, skulu pensjónirnar hækka líka nógv.
Í løgtinginum hava tingfólk ferð eftir ferð fregnast eftir, hvussu verður við hesi hækkingini, men higartil hevur landsstýriskvinnan ikki kunna givið eitt greitt svar.
Halda lyftið
Men hon sigur, at samgongan ætlar at halda hetta lyfti.
- Eg havi boðað Landsfelag Pensjónistanna frá, at samgongan ætlar at halda lyftið, sigur hon við Sosialin.
Hetta er tað, vit hava verið samd um í samgonguni og eg havi ikki fingið nakrar ábendingar um, at nakað er broytt.
- Eg vænti, at øll samgongan tekur undir við, at pensjónirnar skulu hækka líka nógv, sum lønirnar hækka og tað er framvegis hetta, sum liggur í kortunum.
- Men vit hava samstundis boðað frá, at áðrenn nøkur hækking kann vera, mugu vit fáa greiði á, hvussu stórar lønarhækkingarnar vera.
Á ólavsøku
Annika Olsen ásannar, at hóast fleiri sáttmálar eru eftir at gera, eru samráðingarnar við tey stóru fakfeløgini lidnar, so nú fæst ein greið ábending um, hvussu stórar lænarhækkingarnar vera.
Kortini torir hon ikki at siga enn, hvat endaliga úrslitið verður.
Annika Olsen sigur kortini, at uppskot um hetta má leggjast fyri Løgtingið í seinasta lagi beint eftir ólavsøku.
Men hon ásannar eisini, at hækkingin má vera galdandi afturvirkandi frá 1. januar í ár.
Annika Olsen staðfestir, at tað kostar landskassanum fimm milliónir at hækka pensjónirnar eitt prosent.
Spurningurin er so, hvaðani Annika Olsen finnur teir pengarnar í Almannamálaráðnum, sum frammanundan er hart rakt av sparingum.
- Tað er ein góður spurningur, sum tað ikki ber til at svara enn, sigur hon.
Hon sigur, at ein møguleiki er at finna pengarnar í einum øðrum aðalráðið, bara útreiðslurnar hjá landskassanum sum heild, ikki hækka.
38
krónur
Hækkar fólkapensjónin eitt prosent, merkir tað, at ein stakur fólkapensjónistur, við ongari aðrari inntøku enn fólkapensjónini, fer at fáa 38 krónur meiri í pensjón um mánaðin.
Tað er bara viðbótin, sum hækkar, tí sjálv grundupphæddin liggur føst.
Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, upplýst fyri Løgtinginum, eina ferðina av mongum, málið um at hækka pensjónirnar vóru til umrøðu.
Í sama viðfangi upplýsti hon, at barnaviðbót og hjálpar- og røktarviðbót, hækka 16 krónur um mánaðin.
Hetta fyri at nevna tvey dømi um, hvussu hetta fer at ávirka pensjónirnar.
So hon staðfestir, at fyri hvønn pensjónist er ikki talan um tað stóru upphæddina.
Men kortini er talan um hampuliga stórar útreiðslur fyri landskassan, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu búskaparliga støðan er í løtuni.
Hvørja ferð pensjónin hækkar eitt prosent, kostar tað landskassanum 4-5 milliónir í eykaútreiðslum.
Og hon staðfesti, at henni varð álagt at spara 10 milliónir í ár og tí gjørdi hon av at taka skipanina heilt av, har pensjónin hækkar automatiskt hvørt ár.
Men summi tingfólk eru ikki samd í, at 38 krónur bara er eitt bagatell, tí tað ger stóran mun hjá teimum, sum hava lítið frammanundan.
Annars halda fleiri tingfólk, at tað er óheppið at tengja pensjónir og lønarsamráðingar saman.
Koma vit í eina støðu, har lønin lækkar, hvat gera vit tá, hava tingfólk spurt.
Summi tingfólk halda, at pensjónin skal vera óheft av øllum øðrum viðurskiftum og kanska fylgja prísgongdini í samfelagnum, heldur enn lønarsamráðingunum.
aki@sosialurin.fo