Skipalistin 2001

Tíðindaskriv

 

Nú er Skipalistin aftur at fáa um alt landið. Bókin er í høvuðsheitum snikkað eftir sama leisti sum í fjør, men er tilfarið víðkað í ár. Upplýsingarnar og litmyndirnar av føroyska flotanum eru helst mest sermerkti parturin í bókini, men nógv annað viðkomandi og áhugavert er eisini at finna í bókini.

Skipalistin er fyrst og fremst bókin, sum vendir sær til øll tey, ið hava áhuga fyri skipum og sjógvi, og tí, sum har til hoyrir. Í ár eru litmyndir og upplýsingar um øll tey 272 skipini størri enn 15 Bruttotons. Eisini eru upplýsingar um teir 47 bátarnar, ið eru størri enn 4 nettotons.

Eins og seinast eru allar myndirnar í litum. Stórur dentur hevur verið lagdur á, at myndatilfarið skal vera so nýtt og gott sum yvirhøvur til ber, og tí er stórur partur av myndatilfarinum nýggjur í ár. Fleiri myndir eru fingnar til vega frá skipaeigarum og lokalum myndatakarum.


Er eisini álmanakki

Skipalistin kann sigast at vera fleiri bøkur í einari. Løgtingslóg um kravda bjargingarútgerð ásetir, at føroyskur álmanakki skal vera umborð á øllum bátum undir 20 bruttotons. Hetta krav lýkur Skipalistin til fulnar, og er bókin tí eisini ein hentur felagi at hava við, tá farið verður á flot.

Hetta setur sjálvsagt krøv til bókina. Dentur hevur tí verið lagdur á, at viðkomandi myndugleikar fáa innihaldið til góðkenningar áðrenn tað fer til prentingar. Innihaldið er dagført í samráð við m. a. Skráseting Føroya, Fiskirannsóknarstovuna, Landsverkfrøðingin, Radioeftirlitið, Fiskiveiðueftirlitið og Nátturuvísundadeildina.


Slóðbrótandi tilfar um streymviðurskifti

Sum nakað heilt nýtt hevði Skipalistin í fjør álmanakka, streymkort, streymtalvur og vestfallskyrrindi samlað í einari bók. Hetta sama er galdandi fyri Skipalistin 2001, og aftur í ár er tað Petur Hans Dahl, varastjóri á Føroya Sjómansskúla, sum hevur gjørt talvuna um vestfallskyrrindi í Suðuroyarfirði.

Umframt tilfarið um streym, sum er roknað eftir vanliga háttinum, hevur Skipalistin 2001 upplýsingar um streymviðurskifti, sum eru grundaði á veruligar mátingar á Munkagrunninum. Hetta er fyrstu ferð, at hetta er roynt, og vónandi fer hetta at geva okkum neyvari og meiri álítandi upplýsingar um streymviðurskiftini kring oyggjarnar.

Tilfarið og upplýsingarnar um streym eru tí væl fleiri enn tað, ið menn eru vanir við, og spennandi verður at vita hvussu hetta fer at roynast millum manna. Tað er serfrøðingurin Knud Simonsen á Náttúruvísundadeildini, sum hevur gjørt henda partin.


Havnir í Føroyum

Sum nakað nýtt eru myndir og upplýsingar um føroysku havnirnar tiknar við. Her ber til at síggja, um eitt nú møguleikar eru fyri at leggja trygt at landi.

Av øðrum tilfari kann nevnast viðkomandi lógartilfar, tilfar um radiosamskifti, trygdar- og bjargingrviðurskifti, hagtøl fyri skip og fiskivinnu.

Eisini føroyskir útbúgvingarstovnar, sum hava tilknýti til sjógvin, eru við. Her eru m.a. upplýsingar um upptøkutreytir, skúlaskipanina og víðari útbúgvingarmøguleikar.

Í Skipalistin er eisini hentur listi við nøvnum á fiski, hvali og kópi á ymiskum tungumálum. Hesin parturin er í ár víðkaður við sjófuglum. Nøvnini eru á føroyskum, donskum, norskum, íslandskum, enskum, týskum og á latíni.

Tað er einki at ivast í, at Skipalistin 2001 er ein góð og viðkomandi bók, sum er hent at hava hjá øllum, ið á einhvønn hátt hava áhuga fyri skipum og sjógvi.

Skipalistin 2001 er 385 blaðsíður, og fæst til keyps í bókabúðunum. Eisini ber til at keypa bókina á Statoilstøðum og posthúsunum um alt landið. Skipalistin 2001 kostar kr. 175,- í bleytari permu og kr. 240,- innbundin.