var eitt miðalár hjá Posta. Sølan vaks til knappar 120 milliónir kr, meðan rakstraríkastið var á leið tað sama, sum undanfarin ár, 11 milliónir kr svarandi til gott 9% av søluni, sigur Posta í tíðindaskrivi [...] Serliga er tað fraktparturin, sum er vaksin, bæði loftvegis, sjóvegis og innlendis. Dótturfelagið PostaLogistics í Danmark hevði somuleiðis vøkstur í søluni, ikki bara til Føroyar, men eisini til aðrar marknaðir [...] søluni, sum geva Posta eitt framhaldandi gott fundament framyvir. Í framtíðini eiga øll viðskiftafólk at kunna avgreiða síni viðurskiftir við Posta talgilt, tað verði seg at avgreiða toll og mvg, at keypa
Summar Festivalurin Tað var sum á ólavsøku í Klaksvík í gjárkvøldið, eitt slag av veitslu har fólk hittust og prátaðu. Lagið á fólki var sera gott, og nógv børn nýttu høvið at royna Silvaland, ið man vera [...] hóskvøldið, Banaroo, fylti Flagsteltið, men eisini Høgni Lisberg savnaði nógv fólk. Tað er tó eingin ivi um, at stóra orsøkin til, at so nógv fólk savnaðist á festivaløkinum, var góðveðrið. Veðurfólk hava seinastu [...] Summar Festivalinum. Men veðurgudarnir vildu tað øðrvísi, um hóskvøldið skal leggja støðið fyri, hvussu veðrið verður á restina av festivalinum, so sær gott út. Um ikki, so var byrjanin í øllum førum góð
atkvøða fyri mær til formansvalið tann 7. mars. Um tað ikki liggur fyri at koma til aðalfundin, so kunnu eisini atkvøða talgilt frá 16. februar til 6. mars. Hetta kann gerast við at venda sær til felagið á tlf [...] hava tað, vit hava uppiborið. Tí er tað neyðugt at endurskoða lønarskipanina og lønarflokkarnar. Vit mugu lyfta í felag. Tey lágløntu skulu lyftast, og eisini má tað vera munur á lønarflokki, tá tað snýr [...] arbeiðsgevarunum, og tað eru vit, ið útinna arbeiðið. Tað eru limirnir, sum stríðast í gerandisdegnum, og sum skulu lønast og heiðrast fyri tað arbeiði, og ta framgongd arbeiðsplássini hava. Tað er eingin sjálvfylgja
millum áhoyrarafjøldini frá tí fyrsta tónanum. Tað var hugtakandi at síggja og hoyra, at áhoyrarafjøldin tók undir við Signari í Homrum, tá hann sang "Tað er gott at elska" hjá Bubba Morthens. Ikki minni hugtakandi [...] løtan, tá Karl Martin Samuelsen sang "Breaking My Heart". Undir greinini eru tvær kykmyndir, har tað ber til at hoyra og síggja Signar í Homrum og Karl Martin Samuelsen syngja hesar sangirnar.
hevur roynt at fingið Berbatov til felagið leingið og nú eydnaðist tað. Manchester City høvdu eisini eitt boð men tann fyrverandi Tottenham leikarin valdi at fara til tað stóra liði í Manchester. Berbatov [...] er nú Manchester United leikari. Tað hendi, tá hann í gjárakvøldi skrivaði eina fýra ára aftalu við Premierleague og Champion League vinnaranar. United mátti gjalda gott og væl 300 milliónir krónir. Freguson
andlitsbragd, tí tað sigur ikki mær so nógv, eg sum ikki kenni nakað sum helst til kurvabólt. Tað sær út sum tað má metast at hava verið sera gott, men eg má so spyrja kortini. Svarið er, at tað er rættiliga [...] uttan fyri venjingartíðir, og tað er tað, sum ger hann so góðan. Tí um tú ætlar tær allan vegin innan kurvabólt í USA, so noyðist tú at venja sera nógv og hart. Og tað er júst tað, sum Calix ger, sigur Woody [...] venur umleið tveir, tríggjar og fýra tímar hvønn dag. Og onkuntíð meira enn tað. - Hann kann blíva sera góður, um tað er tað hann vil, heldur venjarin, sum hevur 17 ár á baki sum universtetslið venjari
sína kostbaru tíð til. Alt í lagi at arbeiða á einum flakavirki eina einstaka summarferiu. Men soleiðis at hava til sítt lívsstarv, - nei, tað er óhugsandi. At skula fara til fara til arbeiðis kl. 8 á morgni [...] styttast til døgurðasteðgin. Kanska onkur kundi takast burtur frá, nú so stutt var eftir til middags. Tað eydnaðist kortini at fáa yvirtalað hesar báðar kvinnurnar til eina stutta samrøðu. Gott arbeiðspláss [...] samd við Mariann í, at sum so er tað ikki nakað serligt við hesum arbeiðinum. - Tað er kanska ikki tað mest áhugaverda arbeiðið at pilka bein úr flaki. Men, man ger tað bara. Tá ein hevur vant seg við hetta
feilraðfesta í mun til aðrar farleiðir. Tit politikarar, sum í hesum døgum sita og samráðast, minnist til hvar tað trongir mest til: Ein nýggjan Hvalbiartunnil. IKKI dagføring av verandi, tí har er eisini [...] Norður um fjall. Nýggjar tunlar til Fámjins, Dals, Gjáar og Tjørnuvíkar. Møguliga eg havi gloymt onkran. Ja, tað koyra gott nokk fleiri bilar millum Eysturoy og Havnina, enn tað gera á nevndu strekkjum, men [...] týdningarmikið tað er, at raðfestingarnar eru rættar. Um allir tunlar sum lovaðir eru skulu gerast, so verður neyvan nakað eftir til heilsuverk og onnur stórmál, so enn einaferð er tað umráðandi at ra
nú er á liðnum, er Rókur Jespersen. Skála málverjin Andras Gango hevur gott mót: -Vit vístu í øðrum umfari ímóti B36, at tað ber til hjá okkum á heimavølli at vinna ímóti favorittum. Síðani hava vit tapt [...] leikbannaður. Í HB er lagið gott eftir stríðssigurin í Trongisvági: -Tað kann væl vera, at gongdin á Skála í morgin fer at líkjast henni, sum var í Trongisvági. Vónandi fer tað at eydnast okkum at vera betri [...] Undanfarnu ferðirnar hevur spælið verið gott. Ímóti TB var tað góði hugburðurin og framúr verjuspæl, sum bóru sigurin við sær, staðfestir HB miðvallarin Tróndur Jensen. Tað er kapping um plássini á HB liðnum
vera til reiðar at spæla. Lagið á Bjarna var sjálvandi betri, nú hann tykist nærri einum føstum plássi, og hann tóktist eisini nøgdur um tað, sum hann hevði víst í fyrra dystinum. - Tað gekk gott hjá mær [...] kassan, soleiðis at málverjin fór heilt skeivur av bóltinum. - Jú, tað er rætt, men tað er jú bara ein spurningur um sjálvsálit. Er hetta gott, torir tú betri. Ov fittir Eftir dystin sunnudagin tóktist Bjarni [...] teimum, men tað vóru vit so ikki kortini. Kanska er virðingin ov stór, men tað er so nakað, sum kemur við fleiri royndum. Sjálvandi eru teir eisini betri fyri kropsliga, men soleiðis vil tað altíð vera