Landsdystir
Undan teimum báðum landsdystunum móti Rumenia høvdu vit í blaðnum prát við Bjarrna Wardum, sum ikki var millum teir 12, sum landsliðsvenjarin ætlaði skuldu manna hópin í fyrra landsdystinum.
Tók av
Ístaðin varð Bjarni settur á bíðilista, har skaðastøðan hjá Áka Olsen varð avgerandi fyri, um kyndilsmaðurin slapp at spæla ella ikki.
Tá tað kom til stykkis, sá Áki seg noyddan at geva avboð, og tí slapp Bjarni hóast alt við í hópin fríggjadagin.
Ikki kann sigast annað enn, at Bjarni tók av møguleikanum, tí sunnudagin taldist hann aftur millum teir 12 í hópinum. Eisini hóast Áki Olsen nú hevði sagt seg vera til reiðar at spæla.
Lagið á Bjarna var sjálvandi betri, nú hann tykist nærri einum føstum plássi, og hann tóktist eisini nøgdur um tað, sum hann hevði víst í fyrra dystinum.
- Tað gekk gott hjá mær beinan vegin, og tað hevur sjálvandi nógv at siga. Eg fekk eitt mál beinan vegin, tá eg kom inn, og so er sjálvsálitið beinan vegin nógv betri.
At sjálvsálitið var gott, sóu áskoðararnir í fyrra dystinum eisini, tá Bjarni framdi dagsins detalju við at skrúva eitt brotskast í kassan, soleiðis at málverjin fór heilt skeivur av bóltinum.
- Jú, tað er rætt, men tað er jú bara ein spurningur um sjálvsálit. Er hetta gott, torir tú betri.
Ov fittir
Eftir dystin sunnudagin tóktist Bjarni tó ikki at vera heilt nøgdur um avrikið. Hvørki persónliga ella hjá liðnum.
- Hasin málverjin, sum teir settu inn, pilkaði okkum fullkomuliga niður. Vit eru heldur ikki vanir við, at ein 2,12 metra langur maður stendur millum stengurnar.
- Annars eri eg so hampuliga væl nøgdir um avrik okkara, tá tikið verður samanum. Serliga í fyrra dystinum gongst væl hjá okkum at skora, men hinvegin kunnu vit ikki vera nøgdir um, at teir skora 63 mál í tveimum dystum. Har haldi eg, at vit hava verið ov fittir.
Júst hetta at vera ov fittir, tóktist kanska eisini at vera ein trupulleiki hjá føroyska liðnum. Tað tóktist í øllum førum løgið, at rumenska liðið hevði fleiri útvísingar, og Bjarni var als ikki ósamdur í hesum.
- Vit tosaðu um tað áðrenn, at vit skuldi vera nakað harðari mótvegis teimum, men tað vóru vit so ikki kortini. Kanska er virðingin ov stór, men tað er so nakað, sum kemur við fleiri royndum. Sjálvandi eru teir eisini betri fyri kropsliga, men soleiðis vil tað altíð vera, tá talan er um yrkisleikarar.










