Fjøldin sang væl við til "All Stars"

"All stars" fekk undirtøku millum áhoyrarafjøldini frá tí fyrsta tónanum.

 

Tað var hugtakandi at síggja og hoyra, at áhoyrarafjøldin tók undir við Signari í Homrum, tá hann sang "Tað er gott at elska" hjá Bubba Morthens.

 

Ikki minni hugtakandi var løtan, tá Karl Martin Samuelsen sang "Breaking My Heart".

 

Undir greinini eru tvær kykmyndir, har tað ber til at hoyra og síggja Signar í Homrum og Karl Martin Samuelsen syngja hesar sangirnar.