Ein luksusleið ella ein lívæðr

Nú samgongusamráðingar eru í hæddini, er spennandi at vita, hvussu ein komandi samgonga fer at raðfesta íløgur á okkara samferðslukervi.

 

Nógv er lovað í valstríðnum, og eitt er sikkurt, neyvan alt kann haldast, men eg vil bara vísa á hvussu týdningarmikið tað er, at raðfestingarnar eru rættar.

 

Um allir tunlar sum lovaðir eru skulu gerast, so verður neyvan nakað eftir til heilsuverk og onnur stórmál, so enn einaferð er tað umráðandi at raðfestingar eru rættar.

 

Nú er so spurningurin, um tað skal raðfestast millum eina luksusleið ella um eina lívæðr, og sikkurt vita øll, hvat mín hugsan er.

 

Eg haldi tað er eitt sindur løgið, yvirflóð og luksus, tá man snakkar um ein tunnil av Hvítanesi og inn í Eysturoynna. Ja, hetta kemur gott nokk at stytta um túrin millum Runavík/Klaksvík og so framvegis og til Havnar, men men, tá vit so hugsa okkum um og hyggja eftir, hvussu farleiðin er á hesum strekkinum, so er tað at feilraðfesta í mun til aðrar farleiðir.

 

Tit politikarar, sum í hesum døgum sita og samráðast, minnist til hvar tað trongir mest til:

Ein nýggjan Hvalbiartunnil. IKKI dagføring av verandi, tí har er eisini ein vegur, sum slett ikki kann brúkast.

 

Nýggjar tunlar Norður um fjall.

 

Nýggjar tunlar til Fámjins, Dals, Gjáar og Tjørnuvíkar. Møguliga eg havi gloymt onkran.

 

Ja, tað koyra gott nokk fleiri bilar millum Eysturoy og Havnina, enn tað gera á nevndu strekkjum, men nevndu strekkir eru lívshættislig og mugu dagførast ongantíð ov skjótt.

 

Somuleiðis eru tað farleiðirnar millum Suðuroynna/Sandoynna og meginøki. Hesar eru eisini meira átrokandi at dagføra.

 

Sjálvandi síggja tit, at har skulu nógvir pengar til, so altavgerandi eru rættar raðfestingar.