Leygardagin klokkan 10 er aftur fundur, og er hesin fundurin fyri allir bygdaráðslimir og fólki í umsitingini hjá kommununum. Hesin seinni fundurin byrjar við, at Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Ko [...] Fríggjadagin klokkan 18 møtast umboðrsráðslimirnir hjá teimum ymisku kommununum í Føroya Kommunufelag til fund á Hotel Hafnia. Á skránni er val av orðstýrara, formansfrágreiðing og orðaskifti, góðkenning [...] Ráðgjøf frá Reyðafirði í Íslandi skulu greiða kortarbeiði á teldu. Móti endanum á fundinum er møguleiki hjá fundarfókinum at gera vart við ymisk mál, tey ynskja at fáa viðgjørd.
talið á fólki, sum doyðu av krabbameini í 2005, er eisini eitt sindur hægri, enn tað hevur verið undanfarin ár. - Rákið er, at talið av deyðum av krabbameini er vaksið eitt sindur, serliga hjá konufólki [...] síggja rákið. Hesi tøl frá 1996 til 2005 vísa, at bróstkrabbi er størsta deyðsorsøk hjá kvinnum, meðan lungakrabbi er tað hjá monnum.
kleystrið Nivelles í Belgia og gjørdist eisini abbadissa har. Millum annað var hon verndari hjá ferðandi fólki, og við vegirnar nógvastaðni í Europu vórðu bygd sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi og [...] tikið varð til. 19. mars. Jósef . Dagurin hildin til minnis um festarmannin hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man, halgimenni hjá húsasmiðum og handverksmonnum. Bíbilska navnið merkir ”Guð lati meg fjølgast”
handilinum hjá Andriasi í Vágsbotni hitta vit fyrrverandi læraran Bjarna Holm. Sjálvur stendur Bjarni uttanfyri diskin og prátar, og innan fyri diskin stendur konan, Jóna, sum saman við trimum systkjum hjá sær [...] at eg dugi ikki einki at gera, so eg havi nokk um oyruni. Hevur tú altíð verið lærari? Eg vaks upp hjá ommuni og abbanum á Tvøroyri, tí eg misti pápan sum fimm ára gamal. Hann doyði umborð á Cheerful, sum [...] sagt við hann, at tað nyttar einki at tosa um visjón 2015, fyrr enn man hevur broytt hugburðin í fólki, men eg veit ikki, um hann lurtar eftir mær.
hava avgerandi týdning í arbeiðinum hjá kriminalløgregluni í at finna fram til innbrotstjóvarnar. Eyðkendir tendrarar Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at í løtuni hevur [...] ungfólk, tí holið, sum tjóvarnir eru komnir inn ígjøgnum, er sera lítið, og tað má metast trupult hjá vaksnum fólki at koma inn í handilin gjøgnum áðurnevnda hol.
Kári P. Højgaard segði um viðmerkingarnar hjá Jógvani við Keldu, at tað átti at fingið fylgir, meðan Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum helt, at viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum vóru tekin um, at tað [...] eina kraftiga átalu. John Johannessen, tingmaður, førdi fram, at um tað er soleiðis, at vit nokta fólki at nema sær útbúgving í Føroyum, bert tí tey hava útlendskan uppruna, so kann hetta møguliga gerast [...] tað liggur ein ódámligur politikkur aftanfyri úttalilsini hjá Jógvani við Keldu, og at tað átti at fáa avleiðingar beinanvegin. Jenis av Rana úr Miðflokkinum segði, at viðmerkingarnar vóru til at gráta
leygardagin. B71 skal hinvegin royna at halda fast um sína oddastøðu, og málmunurin hjá B71 er so nógv betur enn hann hjá AB, at B71 kann klára seg við einum javnleiki ímóti LÍF. AB má hinvegin vóna, at LÍF [...] Formuladeildina, og tað hevur AB eisini gjørt. Men tað er framvegis ikki greitt, hvør vinnur 1. deild hjá monnum í ár, og gullið finnur ikki sín eigara fyrr enn á seinasta leikdegnum leygardagin. Tvey stig [...] aftur. Skipað verður fyri bussferð í sambandi við dystin ímóti LÍF, og roknað verður við, at fitt av fólki verður við í ferðalagnum til Leirvíkar.
Frágreiðingin sigur, at politikkurin hjá ísraelsku stjórnini bæði savnar og spjaðir jødarnar kring heimin. Sagt verður, at alsamt fleiri jødar gifta seg við fólki, sum ikki eru jødar, og at teirra børn [...] at fólk leggja ikki so nógv í at taka lut í tí jødiska samfelagnum longur, stendur í frágreiðingini hjá JPPPI. Jewish People Policy Institute, sum hevur høvuðssæti í Jerusalem, varð stovnaður fyri tveimum [...] árum síðani og sigur seg vera óheftan. Leiðarin, Dennis Ross, var amerikanskur Miðeystur-sendimaður hjá bæði Bill Clinton og George W. Bush.
rocktónleik, sum tordi at blanda fleiri stílir saman, og so var tvørfloytan hjá høvuðsmanninum í bólkinum, Ian Anderson, eitt vørumerki hjá teimum. Til konsertina í Norðurlandahúsinum er ætlanin, at gólvið skal [...] kemur kendi bretski rockbólkurin Jethro Tull til Føroya at hava konsert í august mánaði. Á heimasíðuni hjá bólkinum verður longu boðað frá, at teir ætla sær til Føroya at hava konsert í summar. Tað er Listastevna [...] skal slætt, og opið verður út í Klingruna, so at sum mest av fólki kann verða inni í salinum.
Gunnleivur heldur útsagnirnar hjá Jan Højgaard vera á sera lágum plani, serliga tí, at nógvar av teimum skipanum, ið fiskimenn nýta gott av, verða væl umsitnar av fólki í almennu umsitingini. - Vit hoyrdu [...] Fakfeløg Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, heldur lítið um útsøgnirnar hjá nýggja formanninum í Fiskimannafelagnum um fólk í almennu umsitingini sum kraddarabólkar og gapandi pisur. [...] hoyrdu í morgun fráfarandi formannin Òla Jacobsen greiða frá, at skattaskipanin hjá fiskimonnum var størsta frambrotið í hansara tíð sum formaður. Eg kann heilsa Jan, at óansæð um man er samdur í hesi skipan