B71 hevur tryggjað sær uppflytingina til Formuladeildina, og tað hevur AB eisini gjørt. Men tað er framvegis ikki greitt, hvør vinnur 1. deild hjá monnum í ár, og gullið finnur ikki sín eigara fyrr enn á seinasta leikdegnum leygardagin.
Tvey stig eru á muni millum B71 og AB, og um B71 snávar í Leirvík leygardagin, kann AB strúka fram við og vinna gullið fyri nøsini á sandoyingum.
LÍF hevur mist sín kjans at flyta upp í bestu deildina næsta ár, og tí hava leirvíkingar einki trýst á sær til dystin leygardagin. B71 skal hinvegin royna at halda fast um sína oddastøðu, og málmunurin hjá B71 er so nógv betur enn hann hjá AB, at B71 kann klára seg við einum javnleiki ímóti LÍF.
AB má hinvegin vóna, at LÍF vinnu dystin, og samstundis skulu argjamenn syrgja fyri, at teir vinna sín dyst ímóti SÍ.
Sandoyingar ætla sær mannsterkir til Leirvíkar, nú uppflytingin til bestu deildina skal endaliga staðfestast, og gullið helst skal fáast heim við aftur. Skipað verður fyri bussferð í sambandi við dystin ímóti LÍF, og roknað verður við, at fitt av fólki verður við í ferðalagnum til Leirvíkar.









