20.000 krónur stolnar

Náttina til nýggjársaftan var innbrot framt móti handlinum hjá Kaj Andreassen í Brekkutúni í Hoyvík. Tjóvarnir eru farnir avstað við umleið 20.000 krónum í reiðum peningi.

Løgreglan fekk fráboðanina um innbrotið nýggjársaftansmorgun, og innbrotstjóvarnir eru farnir avstað við umleið 20.000 krónum. Eisini eru onkrir aðrir smærri lutir tiknir, og onkur teirra kann hava avgerandi týdning í arbeiðinum hjá kriminalløgregluni í at finna fram til innbrotstjóvarnar.

Eyðkendir tendrarar
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at í løtuni hevur løgreglan sum so ongar slóðir at ganga eftir, men teir vóna, at fólk kunnu hjálpa teimum við hesum. Hann sigur, at tjóvarnir millum annað hava stolið nakrar eyðkendar eingangstendrarar, sum eiga at verða lættir at kenna aftur.
- Talan er um nakrar klárar eingangstendrarar við áskriftini Hünnebech. Áskriftin er svørt, og tað sama er sjálvt høvdið á tendrarunum. Um foreldur ella onnur leggja til merkis børn, ið hava slíkar tendrarar, vilja vit fegin frætta frá teimum, sigur Bergleif Brimvík.
Leiðarin á kriminaldeildini greiðir frá, at tjóvarnir hava brotið seg inn gjøgnum bakdyrnar í handlinum, og at tað kundi verið líkt til, at talan er um ungfólk, tí holið, sum tjóvarnir eru komnir inn ígjøgnum, er sera lítið, og tað má metast trupult hjá vaksnum fólki at koma inn í handilin gjøgnum áðurnevnda hol.