Sharon er ein bági fyri heimsins jødar

Ísraelska stjórnin gevur sær ikki far um, hvørjar óhepnar avleiðingar politikkur hennara hevur fyri jødarnar kring heimin

Stovnurin Jewish People Policy Institute, sum fyrrverandi amerikanski Miðeystur-sendimaðurin Dennis Ross stendur á odda fyri, sigur í einari drúgvari frágreiðing, at ísraelska stjórnin hugsar ov lítið um, hvørjar avleiðingar hennara politikkur hevur fyri jødar, sum búgva uttan fyri Ísrael.
Í frágreiðingini verður víst á, at nógv teir flestu jødarnir búgva aðrastaðni enn í sjálvum Ísrael, og lagt verður afturat, at teir báðir altjóða jødisku felagsskapirnir, Jewish Agency og World Jewish Congress, umboða ikki heimsins jødar nóg væl.
Frágreiðingin sigur, at politikkurin hjá ísraelsku stjórnini bæði savnar og spjaðir jødarnar kring heimin. Sagt verður, at alsamt fleiri jødar gifta seg við fólki, sum ikki eru jødar, og at teirra børn veksa upp uttan fyri jødadómin.
? Tað at vera jødi er vorðið ein spurningur um val heldur enn uppruna. Viknandi ættarkensla og hjúnaskilnaðir hava gjørt, at fólk leggja ikki so nógv í at taka lut í tí jødiska samfelagnum longur, stendur í frágreiðingini hjá JPPPI.
Jewish People Policy Institute, sum hevur høvuðssæti í Jerusalem, varð stovnaður fyri tveimum árum síðani og sigur seg vera óheftan. Leiðarin, Dennis Ross, var amerikanskur Miðeystur-sendimaður hjá bæði Bill Clinton og George W. Bush.