atgongd til fiskatilfeingi í sjónum er keyp av rávøru, eins og allar aðrar fyritøkur í landinum gjalda, tá tær vilja hava atgongd til tilfeingi, sum tær skulu brúka í síni framleiðslu. Í seinna lagi snýr hetta [...] brúka í síni framleiðslu, meðan onnur noyðast at gevast. Soleiðis er við flest øllum vinnuligum virksemi í Føroyum. Tað er upp á tíðina, at tað sama verður galdandi fyri atgongdina til rávøruna í sjónum [...] verandi skipan. Við hesum í huga ber til at síggja nakrar av teimum álvarsligastu feilunum í frágreiðingini hjá Fiskimálaráðnum. Skeiv definitión av tilfeingisrentu Fyrsti stóri feilur í frágreiðingini er, at
fyri hvønn ferðmetur. Til samanbering skulu nýggj hús í Danmark eftir 1.juni 2006 í mesta lagi brúka 85KW tímar fyri ferðmeturin. Um vit miðja eftir donskum og EU-krøvum til orkunýtslu skal okkara brúk [...] økjast frá 7,2% upp í 25% við uppsetan av 16 myllum á 660KW ella 10 myllum hvør á 1000KW. Spard olja vil her verða góð 10.000 tons. Sjóðarfallsorka kann setast upp í 2012 í tveimum støðum, í Leirvíksfirði og [...] fáa SEV at hugsa burðardygt og við skili í Eiðisverkætlanini, har vit í dag bert fáa minni part av tøku orkuni og enntá eisini hava mist Eiðisvatn og náttúruna í norðaru helvt av Eysturoy. Kyotoprokollin
Tórshavnar Havn, skipið og manningina. At veðrið í Føroyum er skiftandi vita øll. Og teir sum sigla hava altíð veðrið í huga í teirra avgerðum. Hetta fyri at staðfesta at veðrinum kann ein ikki geva skyldina [...] skip í mun til vágirnar í Havn. Tó ikki størri enn so, at reiðaríi metti, tá ið simulatoroyndirnar skuldu gerast, at Hanstholm Havn er verri atkomulig. Men eg haldi, sum fólk flest, at Norrøna er í so stór [...] ið vóru í maskinrúminum henda dagin, er at siga at teir vístu í verki, at teir kundu sítt kram. Vit eru nú komin til gongdina henda dagin Norrøna fer á land. Fyrst er at nevna at diskutiónirnar í reiðarínum
kommunan hevur verið í – tað hava fleiri kommunur í Føroyum. Og eg gleðist sanniliga um, at tað gongur kommunum kring landið væl. Men fyri tað er tíverri ikki givið, at borgarar í landinum sum heild hava [...] og vinnulívið í kommununi, og tað hevði sømt honum at tikið virkisumstøðurnar hjá hesum í størri álvara. Síggj veruleikan! Í øðrum londum gera framskygdar stjórnir vakstrarpakkar og íløgur í framtíðar m [...] Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu kom við eini áheitan á Føroya løgmann um nú at raðfesta Suðurstreym bara nær námind so høgt, sum ávís onnur øki í landinum hava verið raðfest í áratíggju, og soleiðis, saman
hann kanska mest í brennideplinum sum limur í eini dómsnevnd, sum á nýggjárinum framdi eina heldur umstrídda nominering, men í gerandisdegnum hevur hann vunnið sær eina støðu, har hann í hugaheiminum [...] sum mær dámar væl. Ofta kann eg fara til arbeiðis eitt leygarkvøld, tá eingin annar er í Sortudíki, tí tá er friður at arbeiða. Við slíkum tilfari dámar mær best at fara í dýpdina og at gera mær ómak. Og [...] Tað merkir eisini, at vit eftir 2005 í nógv minni mun hava tilfar, sum dokumenterar tann partin av mentanini, sum tónleikur er. – Eg havi eisini sagt fyrr, at Kringvarpið í dag í nógv minni mun dokumenterar
rógvingin fyllir so nógv í hennara gerandisdegi. Byrjaði í spølni Hóast rógvingin í dag fer við nógvari tíð og orku, so var tað ikki fyrr enn í øðrum flokki í Studentaskúlanum í Hoydølum, at Katrin byrjaði [...] verið stuttligt at gjørt tað og tað í Føroyum. Men mær dámar væl í Danmark. Tjóðarítróttina (: – Tað er spell, at kappróðurin nú er í einum aldudali. Eg eri tó vís í, at hann kemur upp aftur, men kanska [...] Í oysregninum kemur hon súkklandi inn á Skt. Hans Torv í danska høvuðsstaðnum. Heystið er so smátt byrjað at gera um seg, men Katrin Olsen hevur latið seg í eftir veðrinum. Regnklæði, gummistúvlar, hettu
letur tú sjálv fimta upp framsýning í New York. Hvussu kom henda amerikanska framsýningin av føroyskari list í lag? Í november í 1997 vóru vit sum familja í New York í sambandi við, at Tordur, maður mín [...] verða leygarkvøldið um 6 tíðina. Meðan vit eru í Reykjavík, fara vit eisini at vitja á Hafnaborg, har vit fimm skulu hava eina framsýning í aprílmánaði næsta ár. Í New York gista vit á YMCA. Tað liggur eisini [...] og uppreisn í páradísi ? av fullum huga boðað. (úr ?Myndlist í Føroyum? Bárður Jákupsson, Sprotin 2000) »From The Atlantic Edge« framsýningin við teim fimm føroysku listafólkunum verður í T.A.G. Gallery
tekstum. Í søguni “Skipbrotið” eftir Heðin Brú liggja menninir, sum grammir royna at ogna sær farmin í tí burturgingna skipinum, at enda niðri í lastini, summir teirra blindaðir, vassandi hálvfullir í einum [...] Gjógvin millum rík og fátæk Vit uppliva í hesi tíð í okkara lítla landi broytingar, í samfelagnum sum heild og millum borgara og borgara, ið sum frá líður kunnu fara at vísa seg at vera stórar, og um illa [...] rákið er annars nakað, vit vanliga seta í samband við vinstravongin. Ein kann í hesum sambandi eitt nú nevna ta fronsku kollveltingina í 1789 og ta russisku í 1917. Tað rák, eg her sipi til, er av lutvís
forbjóða The Beatles í Amerika, gjøgnum hansara góða FBI-samband. PAUL: Eg havi sjálvur sæð nógv umrøddu Nixon avritini, har Elvis í veruleikanum byrjar at royna at smetta okkum ? The Beatles! Í avritinum sigur [...] ávirkan á meg. JOHN: Í veruleikanum doyði Elvis, tá hann fór í herin. Tað var tá, teir drupu hann og restin var bert ein livandi deyði. Um kríggj GEORGE: 60?ini vóru eitt gott tíðarskeið, og í Evropa var tað [...] var kanska í hansara Ferrari ? hann var ein rættiliga skjótur bilførari ? og John og eg eltu hann í Rolls Royce bilinum hjá John. John hevði eina mikrofon við hátalarum uttan og hann rópti eftir George, sum
er røðan hjá Paulu Gaard á Føroya Fólkaháskúla í gjár: Góðu áhoyrarar – góða ólavsøku. Eins og vit hava spurt seinastu mánaðirnar, spurdu ung fólk í Føroyum fyri neyvt 80 árum síðani, hvat fór at verða av [...] orsøkum hevur upptikið meg í fleiri umførum, síðan tað kom út í 2015. Eitt evni, sum gongur aftur í savninum, er minnið. Hvussu og hvat vit sum einstaklingar minnast, og tað svikaliga í minninum sum fyribrigdi [...] og virka í heiminum sum tilvitaðar verur. Í dag savnast vit á søguligum stað, millum annað tí vit kenna ein týdning í at varðveita minnið um tann leiklut, sum Føroya Fólkaháskúli hevur havt í tí føroyska