Fleirstreingjað skipan heldur enn kaðal

Miðan 80´ini hevði Føroya Náttúruverndarfelag uppskot at vit fingu ravmagn úr Íslandi gjøgnum kaðal. Orsøkin var einamest at orkutøkni tá ikki var so framkomin og at SEV hevði ætlanir at taka Fjallavatn til innsavningarbrunn til vatnorku. Vit fingu steðga SEV og varðveitt náttúruna í Vágunum. At hetta var skilagott síggja vit í dag nú fleiri nýggir orkumøguleikar við vindorku, aldu- og streymorku, sólorku og hitapumpum eru tøkir

Tað heppnaðist ikki at fáa SEV at hugsa burðardygt og við skili í Eiðisverkætlanini, har vit í dag bert fáa minni part av tøku orkuni og enntá eisini hava mist Eiðisvatn og náttúruna í norðaru helvt av Eysturoy.

Kyotoprokollin er nú 10 ára gomul, og vit standa einsamøll í norðanlendskum og altjóða høpi uttan støðutakan og ítøkiligar ætlanir at verja og tryggja framtíðina hjá okkara børnum og eftirkomarum.

Landsstýrismaðurin í orkumálum hevur nú íslandskaðalin frammi sum loysn til Kyoto-trupulleikan – allarhelst tí hann ikki megnar at koma við ítøkiligum tiltøkum til minking av orku- og oljunýtsluni. Sagt verður at okkara oljuvinna við stórum CO2 útláti, sum vit einki vita um verður veðuleiki ella ikki, gerð, at kaðalin er einasta loysn til minking av veðurlagsgassum.

 

Íslendskur orkupolitikkur

Altingið samtykti fyri 15 árum síðan at íslendska samfelagið upp á sigt skuldi blíva leyst av allari innfluttari orku. Hetta merkir at oljunýtslan til flutning á landi, skip v.m. á umleið 850 túsund tons um árið skal fáast til høldar á annan hátt. Einasti háttur hjá íslendingum, sum hjá okkum, er at leggja um til ravmagn, ið kann nýtast beinleiðis til akkumulatorar, t.d. el-bilar, og til framleiðslu av vetni til skip o.a.

Oljunøgdin umroknað til ravmagn er um 10.000 GW timar. Um henda orkunøgd skal fáast til høldar og nýtast sum brennievni til t.d. skip, bussar og bilar, má ravmagnsnøgdin meira enn tvífaldast til umleið 25.000 GW tímar. Í løtuni verða framleidd góð 7.000GW tímar við vatnorku, so talan er um ovurhondsstórar nøgdir, ið skulu finnast so ella so. Ísland hevur ikki óavmarkaða nøgd av vatnorku, men nógvan jarðarhita, ið næstan allur verður brúktur til upphiting til hús og bygningar. Av verandi ravmagnsnýtslu fara meira enn 5.000 GW tímar til aluminiumframleiðslu. Mikið rok stóðst tá nýggja Karahnjukarverkið skuldi byggjast. Orsøkin er at íslendingar, sum vit føroyingar, ikki hava áhuga í at øll vøtn, áir og løkir og øll náttúra skal oyðast til ravmagnsendamál. Íslendingar brúka ikki ravmagn til upphiting av húsum og bygningum, og kemur neyvan upp á tal at nakar íslendskur politikari vil leggja navn til kaðal til føroyingar – ið ikki gera minstu átøk at minka um egnu oljunýtslu og orkubrúk.

Okkara el-net skal útbyggjast, ikki til kaðal úr Íslandi, men til eina fleirstreingjaða orkuframleiðslu frá fleiri varandi orkukeldum. Kaðaltosið hjá landsstýrsimanninum kann bara skiljast sum undanførðsla og valagn, men hvat, hann er jú kendur fyri einans at tosa í milliarda fantasiprojektum.

 

Orkuálit og Kyotokrav

Jarðfeingi hevur gjørt skilagott álit um minking av orkunýtslu á landi og sjógvi, tó at nøkur miðvís arbeiðsætlan ikki fyriliggur. Kyotokravið um minking av okkara CO2 útláti uppá 8% í mun til 1990 hevur við sær at økta nýtslan inntil 2012 samanlagt krevur eina minking á 19%.

Tað verður sera trupult at minka alla orkunýtslu á landi við 20% og fiskiflotan við 15% inntil 2015. Orkunýtslan hjá fiskiflotanum er tórfør at meta um, og eisini nógv meira trupul tá alternativ til oljuna ikki eru klár enn, men verða tað sum frá líður.

Tað hevur í løtuni størri týdning at lúka Kyotokravið á 19% inntil 2012 enn at ganga eftir orkupolitiska málinum. Til ber at minka um oljunýtsluna til upphiting av húsum og bygningum og ravmagnsframleiðslu, meðan vónleyst er í eitt 4 ára skeið at fáa bileigarar at minka um sína koyring og at fáa fólk at ferðast minni við Atlantic Airways. Olju- og benzinkostnaðurin kann tó komandi ár seta avmarkingar og viðvirka til minni bilferðslu.

Vit klára ikki einans við umlegging til varandi orku og sparingum at lúka Kyotokravið inntil 2012, men noyðast at gjalda ein part.

 

Brúkilig tøkni

Fleiri modellir ella scenariir kunnu setast upp, men halda vit okkum til tað, ið sýnist møguligt at fremja uppá 4 ár, so verður talan um vindmyllur, sjóðarfalssturbinur, sólorku og hitapumpur saman við krøvum til mest loyvda orkunýtslu til sethús, íbúir, almennar bygningar og handilsbygningar.

Við Eiði 1 og 3 verkætlanini mistu vit í reinum kleyvarskapi um 60GW tímar/ár, og vil tað tí verða óðamannaverk at halda á fram við Eiði 2 og 4. Vatnorkan er so mikið útbygd at frægast er at steðga fyribils og seinri fara afturumaftur og betra um verandi verk.

Sjóðarfallsorkutøknin er nú komin so langt at hon kann gagnnýtast, og bendur alt á at vit í 2012 kunnu seta upp 4 turbinur í tveimum av okkara bestu plássum.

Vindorkan hevur víst okkum at bera sera væl til, og okkum nýtist ikki at seta myllur upp allastaðir á landi, men kunnu eisini seta myllur upp á dýpi inntil 50metrar. Her eru økini størri enn á landi og eisini við meira støðugum vindi. Suður úr Akrabergi eru um 9km2 við dýbd á 13-36m og suður úr Borðuni eru stór øki við dýbdum á umleið 45m.

Offshore myllur kosta um 30% meira enn landuppsettar myllur, men eigur tað ikki at halda okkum frá hesum møguleika. Vindorkan á elnetinum kann koma upp á 25% og eigur eisini at verða brúkt til pumpuverk til verandi goymslubrunnar.

Ravmagnsnetið skal útbyggjast og styrkjast at kunna taka ímóti størri nøgd av vind- og sjóðarfallsorku, og neyðugt verður at allir brúkarar, hús, virki v.m. fáa sett upp intelligentar el-mátarar til sjálvvirkandi stýring millum framleiðslu og brúk.

 

 

Orkusparingar

Oljunýtslan til upphiting og heitt vatn til sethús og íbúir er í 2005 um 40.500 tons. Við 14.000 húsarhaldum gevur hetta umleið 2,9tons í part svarandi til 36.000KW tímar. Um bústaðir í miðal eru 150m2 og oljufýringin hevur eina úrtøku á 90% gevur hetta 205KW tímar fyri hvønn ferðmetur. Til samanbering skulu nýggj hús í Danmark eftir 1.juni 2006 í mesta lagi brúka 85KW tímar fyri ferðmeturin. Um vit miðja eftir donskum og EU-krøvum til orkunýtslu skal okkara brúk verða 59% lægri. Vit hava onga landsbyggireglugerð og byggisamtyktini fyri Tórshavnr kommunu, sum er frá 1972, og fullkomuliga ótíðarhóskandi. Innan danir kunnu fáa byggiloyvi til eini sethús skal orkuútrokning verða gjørd og mest loyvda mark lúkast. Hetta mark verður frá 1.januar 2008 hert til orkuklassa 2, ið er 61KWtímar fyri ferðmeturin. Danir brúka framkomna orkuútrokningarskipan nevnd Beo6. Slíka skipan kunnu vit eisini menna, men hetta gerst ikki eftir einum ella tveimum árum, og harnæst er vónleyst hjá byggimyndugleika at umsita slíka skipan uttan so at verkfrøðingur ella arkitektur er settur at taka sær av hesum. Einasta skjótt virkandi loysn er at løgtingi við lóg ásetur at allir bygningar t.d. fra 1.januar 2008 skulu bjálvast í tekju og útveggum við ikki minni enn 40cm bjálving. Gólv móti ikki upphitaðum kjallara ella jørð kunnu verða 30cm. Harafturat má ásetast at vindeygu skulu hava orkuglas og eitt U-virði ikki hægri enn 1,2. Hús mugu vera tøtt og uttan gjóstur og kann markið á 85KW tímar tá lúkast. Eitt lægri orkubrúk kann t.d. krevja ventilatiónsskipan við hitaendurnýtslu.

Um 800 nýggj hús verða bygd næstu 4 árini við í mesta lagi 85KWtímum fyri ferðmeturin og 5% av verandi húsum verða eftirbjálvað hvørt ár til sama orkukrav gevur hetta í 2012 eina orkusparing á 5.814 tons ella 13,6%. Hagtøl eru ikki fyri almennar bygningar og handlar, men verður sama prosentvísa minking brúkt kunnu her sparast 2.132 tons. Samanlagt ein sparing í samlaðu orku- nýtsluni á landi upp á 7%. Av samlaðu nýtsluni fyri alt landið ein sparing á 3,5%.

Um vit siga at 50 hús, ið ikki verða eftirbjálvað, hvørt ár fáa sær hitapumpu (nýtslustig 3,0) at nøkta ein part av orkunýtsluni, og at brúktir verða 6000KWtímar ravmagn til pumpuna, fáast 18.000KWtímar hitaorka, ella helvtin av tørvinum. Her skal so takst við økt ravmagnsnýtsla á 1,2GWtímar, ið sjálvandi er frá varandi orkukeldu. Spard oljunýtsla verður 290 tons.

Um onnur 200 hús í 2012 hava fingið 6m2 sólorku sparast her 70 tons av olju.

Samanlagt kunnu vit við hesi skipan við bjálving, hitapumpum og sólorku spara góð 8.300 tons ella 7,3% fyri oljunýtslu á landi og 3,6% fyri samlað orkubrúk.

Vindorkan kann økjast frá 7,2% upp í 25% við uppsetan av 16 myllum á 660KW ella 10 myllum hvør á 1000KW. Spard olja vil her verða góð 10.000 tons.

Sjóðarfallsorka kann setast upp í 2012 í tveimum støðum, í Leirvíksfirði og Vestmannasundi. Hetta vil geva okkum ravmagn í somu dygd sum frá vatnorku. Við 4 turbinum á 1000KW kann fram-leiðast 18GWtímar svarandi til um 4.000 tons av olju.

Við bjálving, hitapumpum, sólorku, vind- og sjóðarfallsorku kunnu vit í 2012 náa eina minking í oljunýtsluni upp á 19,7% fyri brúk á landi, og 9,8% av samlaðu nýtsluni.

Her koma at resta 9,2% í at náa Kyotomálinum á 19% svarandi til at vit skulu gjalda fyri 16.795 tons av olju ella eitt CO2 útlát á góð 53.000 tons. Kostnaðurin er í løtuni um 70 kr. pr. tons, ið merkir vit skulu gjalda um 4.mill.kr.

 

Avgjøld mugu burtur

Vinna og fólk vilja fegin stuðla undir at vit eru við í altjóða tiltakinum at avmarka veðurlagsbroytingina, og eiga politikarar tí at gera tiltøk so hetta ikki verður meira kostnaðarmikið enn neyðugt. Bilparkin við avgjøldum má leggjast um soleðis at orkuslúkar gjalda eitt høgt avgjald, meðan t.d. hybridbilar hava eitt sera lágt avgjald og bilar, ið nýta ravmagn ella vetni eru uttan avgjald. Øll avgjøld á tøkni til varandi orkuframleiðslu, t.d. sólorku, vindorku og turbinur mugu burtur. Stuðul ella avtøka av øllum avgjøldum á hitapumpur, bjálving og orkusparandi vindeygum má eisini setast í verk í stundini.

Vit fáa ikki kommunalar byggisamtyktir við orkukrøvum at virka upp á stutta tíð, og landsstýrismaðurin fær heldur ikki upp í lag at koma við eini landsbyggireglugerð.

Støðan versnar hvønn dag og landsstýrsimaðurin Bjarni Djurholm heldur á fram við sínum fantasi projektum og kaðalmøsni. Val er fyri stavn, men vón er at vit fáa politikarar, ið taka framtíð okkara og heimsins í álvara.