ein mátistokkur fyri etiska og moralska støðið her í landinum, sum kemur at fylgja teimum og okkum øllum restina av lívinum. Vit skulu eisini minnast til, at støðið skal leggjast óheft av, um viðkomandi [...] undir føroyska heimastýrinum? Vit hava eftir øllum at døma eitt annað støði, um vit haa nakað støði yvirhøvur? Anfinn Kallsberg løgmaður er tann einasti av okkara politikarum, sum hevur fyribils tikið støðu [...] málinum fullkomuliga óviðkomandi. Málið er ei heldur juridiskt, tá vit av góðum grundum ongar skrivaðar reglur hava fyri tað álit og trúvirði, sum ein landsstýrismaður skal njóta millum manna. Øll sakin eigur
heldur eingin kæra komin til Føroya landsstýri um, at vit ikki uppfylla tær treytir, sum vit hava bundið okkum til. Løgmaður vísir á, at skulu vit viðgera eina klagu um tað føroyska fiskiveiðieftirlitið [...] vera gjørdir til lógloysingar? -Vit hava eitt fiskiveiðieftirlit við Føroyar, sum eg haldi er á einum høgum støði og sum avgjørt røkir sínar uppgávur. Eru tað onnur lond, sum hava illgruna um, at teirra skip [...] i, sum tey ynskja øðrvísi í tí verandi samarbeiðinum, so eru vit sjálvandi tilreiðar at viðgera tað. Løgmaður leggur aftrat, at vit føroyingar eru so avgjørt ikki áhugaðir í at verða stemplaðir sum ein
løgtingsmaður fyri Suðuroynna, sum er í ferð við at snikka eitt uppskot til, sum skal leggjast fyri tingið um at lata útjaðarunum almennan stuðul, fyri at gera tað lættari hjá teimum, sum har búgva. M.a. vil hann [...] útoyggj, samstundis sum vinnulívið í útoyggj ikki verður verður kappingarført við vinnulívið á meginøkinum. -Tí skutu vit upp í vár, at tingið setti eina millión av til ymsan stuðul til tey, sum búgva í útoyggj [...] -Nú milliónin, sum varð játtað í vár, ikki er rørd enn, ber til at lata eitt sindur av henni fara til Suðuroyarsiglingina, hóast útoyggjarnar eisini fáa sítt. Sostatt er uppskotið, sum hann fer at leggja
num. í Hansara starvi hevur hann eisini við krabbameinssjúklingar at gera: Vit halda tað eisini vera umráðandi at tosa um hesi viðurskifti í Føroyum, og tí fingu vit tveir serfrøðingar úr Danmark at [...] ávísan roknihátt, eru vit komin eftir, at hóast fleiri tilburðir av krabbameinssjúkum í Føroyum seinastu árini, so er títtleikin væl lægri enn í grannnalondunum. Vit liggja eisini lægri í tølum sammett [...] og har er long bíðitíð. Føroyingar kunnu eisini fara aðrastðni í viðgerð, eitt nú til Svøríkis ella til Íslands. Tað skulu læknarnir eisini fáa í lag, tí vit skulu fara hagar, har besta hjálpin fæst
yvirmaðurin fyri danska blaðnum. Eg var bangin fyri tí Vit fingu fatur á Jóan Karl Høgnesen á miðdegi í gjár og vit spurdu hann beinleiðis, um tað er hann, sum er keldan hjá danska blaðnum. - Nei, svarar hann [...] hansara egnu rokning, sum hevur sagt tað fyri Jyllandspostinum. Jóan Karl Høgnesen legur afturat, at hann hevur ongar viðmerkingar um málið, hvørki sum yvirmaður í marinuni, ella sum privatmaður. - Eg vil [...] tað allar harðasta.Eg havi onki við málið at gera, og sum sagt, havi eg ikki verið við Triton í fimm mánaðir. Men dulnevndi yvirmaðurin sigur eisini, at allir yvirmenninir á Triton, vistu, hvussu tilvildarligt
sjálvsagt eisini selur píkadekk, so eru tað vetrarlamelldekkini, ið Fríðrikur Bláhamar hevur størsta tokkan til, tá tað ræður um vetrardekk. ? Vit skulu minnast til, at flestu píkadekk eisini eru lamelldekk [...] ikki at siga - men næstan. Tað eru sjálvandi undantøk, eitt nú fólk, sum búgva við Gjógv og sum skulu koyra um skarðið hvønn dag - eisini við børnum. Tá kann vera ein tryggleiki í at hava píkar, tí har kann [...] gjørt vart við seg, og tá vit samstundis eru farin um hálvan oktober, fær kuldin nógvar bilførarar at hugsa um, at nú mugu píkarnir setast undir bilin. Men tað eru ikki øll, sum eru á einum máli um, at
okkara primera mál. Hetta eigur tó eisini at verða gjørt á slíkan hátt, at tað ikki ræðir teir, sum skulu gera íløgur, burtur. Spurningurin her er eisini í hvønn mun vit eiga at taka hædd fyri lækkandi [...] klárt og at viðgera umsóknirnar. Undan hesum hava vit so fingið eina kolvetnislóggávu, sum meira er karmurin um alt tað komandi virksemið. EIN spurningur, sum uttan iva fer at verða umrøddur, tá tingið fer [...] ol., er í hvussu stóran mun vit skulu seta treytir og krøv til útlendsku feløgini, sum arbeiða her í lóggávunum ella hetta skal verða gjørt í teimum einstøku loyvunum. Vit hava longu sæð, at tingmenn ynsktu
Petersen er sum kunnugt valdur tingmaður, men hann fer ikki aftur í tingið í farloyvistíð síni sum landsstýrismaður. Eyðun Viderø, sum er avloysari hjá John Petersen, verður sitandi á tingið, eisini meðan John [...] men ein møguleiki er, at løgmaður tekur ábyrgdina av málsøkinum. Hetta hava vit sæð eitt nú tá Sámal Petur í Grund fór frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum. [...] at hann er skuldsettur í einum revsimáli og at hann metir tað tí verða rættast, at hann ikki situr sum landsstýrismaður, meðan kanningarnar fara fram. Fútin boðaði fyrr í vikuni frá, at kanningarnar hjá
teimum, sum ikki hava fingið ansingarpláss, ella sum ynskja, at barn teirra skal búnast og mennast meira, áðrenn tað fer úr heiminum til ansing. Stuðulin svarar til kommununnar part av tí, sum tað kostar [...] øking av ansingarplássum mugu vit rokna við o.u. 4,2 mill. kr. í meirkostnað í rakstri komandi árini, so kommununnar partur verður o.u. 35,5 mill. kr. av samlaða kostnaðinum, sum verður góðar 100 mill. kr [...] samgongan í býráðnum samd um at seta 1,5 mill. kr. av, so tær mammur, sum ynskja at hava síni børn heima longur enn teir seks mánaðarnar, sum barnsburðarfarloyvið er í løtuni, hava møguleika at søkja ein stuðul
leingi at eg fái kvæðini út, sigur Emil Thomsen, sum er farin um tey áttati. - Kvæðini eru størsti mentanarskatturin vit eiga og vóru kvæðini ikki, áttu vit ikki eitt so ríkt mál í dag. Tá ið trúbótin kom [...] Bókagarði seg til tann prentaða tekstin, sum kom út tá. Kvæðasavnið CCF stavar frá eldri sum yngri tíð. Tey elstu kvæðini hava uppruna heilt aftur í miðøld. Vit vita einki um tey eldru kvæðaskøldini, men [...] vísindaligt, men at Føroya Kvæði kunnu koma út sum fólkaogn - júst sum Svend Grundtvig ætlaði og legði so stóran dent á fyri góðari øld síðani. Í nýggju útgávuni, sum er ávegis, hevur Dánjal Niclasen, sáli, ið