NÚ tað nærkast fyrstu útbjóðing á føroyskum øki arbeiða fleiri myndugleikar við at fáa tey ymsu viðurskiftini uppá pláss. Støða skal takast til hópin av málum. Ein týðandi partur av hesum verður at finna í uppskotinum um kolvetnisskatt, sum helst verður lagt fyri tingið og samtykt í hesum árinum. Onnur mál fara at verða viðgjørtd í tí stóra arbeiði, sum skal gerast í sambandi við sjálva útbjóðingina. Her liggur eitt krevjandi og rúgvusmikið arbeiði fyri framman, bæði tá talan er um at gera sjálvt utbjóðingartilfarið klárt og at viðgera umsóknirnar. Undan hesum hava vit so fingið eina kolvetnislóggávu, sum meira er karmurin um alt tað komandi virksemið.
EIN spurningur, sum uttan iva fer at verða umrøddur, tá tingið fer undir viðgerðina av eitt nú kolvetnisskattalógini, treytum í sambandi við útbjóðing ol., er í hvussu stóran mun vit skulu seta treytir og krøv til útlendsku feløgini, sum arbeiða her í lóggávunum ella hetta skal verða gjørt í teimum einstøku loyvunum. Vit hava longu sæð, at tingmenn ynsktu broytingar í uppskotinum til kolvetnislógina, soleiðis at beinleiðis treytir til oljufeløg og kontractorfeløg komu at standa í sjálvari lógini, meðan onnur sum eitt nú umboð fyri okkara egnu oljumyndugleikar mettu tað vera betri at seta treytir og ávís krøv í sjálv loyvini. Nú skulu vit so aftur til at leggja lógir fyri tingið. Oljuráðleggingarnevndin hevur havt fund og gjørt uppskot til kolvetnisskattalóg. Í tilmælinum verður m.a. sett upp, at manningar á seismikkskipum skulu gjalda skatt her. Enn er støða so ikki til aðrar partar so sum serskatt, royalty og alment oljufelag. Tað er greitt, at her má ein avvegan gerast, og er tað eisini ein politiskur spurningur, hvussu vit ynskja at fáa inntøkur frá einum komandi oljuvirksemi, antin tað er við høgum royalty, serskattum ella kravinum um luttøku av almennum oljufelag ella øðrum.
TAÐ eru helst teir, sum halda, at sjálvandi skulu manningar á seismikkskipum gjalda skatt her, meðan onnur seta spurningin, hví júst hesar manningar og ikki manningar á øðrum skipum, sum arbeiða á landgrunninum skulu gjalda skatt. Spurningurin er so, um tað er rætt at gera slíka samanbering. Annað er so krøv til seismikkskip oo. í hesi vinnu at brúka føroyskar vørur og tænastur longu nú, áðrenn útbjóðingina. Her hevur tað so verið hildið at vera rættast ikki at seta ov hørð krøv longu í byrjanini, tá talan eisini er um at marknaðarføra okkum rætt og fáa sum flest at gera íløgur her. Vit síggja, at flestu seismikkskipini velja útlendskar havnir, tí tað er bíligari at skifta manningar har. Tá sjálv leitingin byrjar av álvara verður hetta so broytt, tí tá er krav um at brúka føroyskar vørur og tænastur.
EINGIN ivi er um, at vit eiga at leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at oljuvirksemi skapar mest møguligt arbeiði her á landi og leggur mest møguligt eftir seg her. Tað má vera okkara primera mál. Hetta eigur tó eisini at verða gjørt á slíkan hátt, at tað ikki ræðir teir, sum skulu gera íløgur, burtur. Spurningurin her er eisini í hvønn mun vit eiga at taka hædd fyri lækkandi oljuprísunum og harvið møguleikunum hjá vinnuni. Leiðarin á Oljufyrisitingini hevur sagt, at vit eiga ikki at seta vinnuni so hørð krøv, at vinnan heldur seg burtur. Hann hevur eisini fyrr sagt, at tað er betri at seta treytir og krøv í loyvini heldur enn í lógirnar. Hetta eru tað ymsar meiningar um. Men tað er rætt at lofta hesum og viðgera tað, eisini nú tá fleiri lógir í sambandi við kolvetnisvirksemið verður lagdar fram. Tørvur er tí á at fáa flest allar upplýsingar á borðið, áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar. Í ávísum førum kann tað vera rætt at hava treytir og krøv í lóggávuni, í øðrum førum hoyra hesar heima í loyvunum.