Fyrsti kuldin í vetur hevur longu gjørt vart við seg, og tá vit samstundis eru farin um hálvan oktober, fær kuldin nógvar bilførarar at hugsa um, at nú mugu píkarnir setast undir bilin.
Men tað eru ikki øll, sum eru á einum máli um, at píkadekkini eru besta trygdin í hálku. Ein teirra er Fríðrikur Bláhamar, sum er stjóri á dekksøluni Super Dekk í Havn.
Bilførarin størstan týdning
? Tað sum er mest umráðandi í hálkukoyring er, at tú ert greiður um koyriumstøðurnar - og koyrir eftir teimum. Tí er tað ikki altíð so umráðandi, um tú hevur píkar ella ikki, sigur hann.
? Tú mást ikki blint stóla upp á dekkini, leggur Fríðrikkur Bláhamar dent á.
Super Dekk í Havn hevur selt dekk í mong ár og umboðar nú Goodyear - amerikanska dekkmerkið, sum fyrr í ár fylti 100 ár. Hendan dekkverksmiðjan hevur fleiri verksmiðjur í Evropa.
? Tað er so ymiskt, hvussu tørvurin er á dekkum í ymsu londunum, og er tað veðurlagið, sum hevur serligan týdning, sigur Fríðrikkur.
Hóast Super Dekk sjálvsagt eisini selur píkadekk, so eru tað vetrarlamelldekkini, ið Fríðrikur Bláhamar hevur størsta tokkan til, tá tað ræður um vetrardekk.
? Vit skulu minnast til, at flestu píkadekk eisini eru lamelldekk. So tá fólk tosa um, at píkadekkið er so sera gott í tjúkkum kava, so er tað tí, at talan er um eitt lamelldekk, sigur hann. Tá er talan um vanligt vetrarlamelldekk - við píkum.
Lamelldekkið er serliga konstruerað til at hava gott vegtak í hálku. Tað er bygt upp við mynsturblokkum. Hvør blokkur er skorin sundur í lamellir, sum, tá dekkið verður trýst niður í vegin, opna seg og líkasum klípur seg fast í undirlagið. Afturat hesum, so eru vetrardekkini gjørd úr aðrari gummiblanding við meira av rágummi í. Hetta ger, at dekkið ikki verður so hart, sum eitt summardekk, tá kalt er í veðrinum. Av hesi orsøk verður dekkið ikki so »hált«, sum eitt summardekk verður í kulda.
? Men er lamellvetrardekkið so mikið gott, at tú torir at pástanda, at tað er nóg gott til alla hálkukoyring í Føroyum?
? Nei, tað fari eg ikki at siga - men næstan. Tað eru sjálvandi undantøk, eitt nú fólk, sum búgva við Gjógv og sum skulu koyra um skarðið hvønn dag - eisini við børnum. Tá kann vera ein tryggleiki í at hava píkar, tí har kann vera serliga hált - og afturat tí er vegurin framman undan ikki serliga tryggur. Í slíkum føri kann tað vera ein trygd, at tú hevur píkadekk, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Men hann leggur afturat, at hann ofta hoyrir fólk siga, at tey búgva upp í eini brekku í Havn, sum ofta kann vera sera hál.
? Tá haldi eg, at tað er yvirdrivið, um fólk keypa sær píkadekk fyri at koyra 50 metrar, sigur hann.
Fríðrikur Bláhamar heldur annars, at tað nú er tíð upp á, at myndugleikarnir fara undir at gera eina hálkubreyt, soleiðis at bilførarar, ungir sum eldri, undir tryggum umstøðum sleppa at venja seg í hálkukoyring.
? Nú hevur verið tosað um hetta í so mong ár, men enn er einki hent, vísir hann á.
Samanumtikið heldur Fríðrikur, at koyring við vetrarlamelldekkum saman við hollari hálkuvenjing er nóg mikið til stórt sæð allar vetrarkoyring í Føroyum.
Bussar koyra eisini við lamellvetrardekkum
Fríðrikur Bláhamar sigur, at teir seinastu árini eisini hava roynt vetrarlamelldekkini undir lastbilum og bussum - við góðum úrslitið.
? Býbussarnir hjá okkum hava í fleiri ár koyrt við hesum dekkum, og nú er helmingurin av býbussunum í Havn skøddir við hesum dekkum.
Fríðrikur Bláhamar sigur at teir eisini hava gjørt royndir bæði við píkadekkum og lamellvetrardekkum við stóra brandbilinum hjá brandstøðini í Havn, og stóðu lamellvetrardekkini seg eisini best her, sigur hann.
Tíðarskeiðið, loyvt er at koyra við píkadekkum er frá 16. oktober til 30. apríl - báðir dagar íroknaðir.










