og var í góðari støðu í brotsteiginum, tá ið hann smekkaði til, men bólturin tók í stólpan og fór út til málspark. Higartil í ár er bara eitt mál farið ígjøgnum hjá KÍ. Tá ið B36 ikki tók av í fyrra hálvleiki [...] Fyri fyrstu ferð síðani teir í oktober 2019 við rimmar 3-0 sigri tryggjaðu sær FM heitið, hevur KÍ í dag vunnið á útivølli ímóti B36. KÍ vann 1-0, og tað var nýggi álopsspælarin Anders Sølvsten Holvad [...] við sær norðuraftur. Klaksvíkingar vóru fleiri ferðir í góðum støðum, og onkra ferðina var møguleikin stórur. Tó eydnaðist tað ikki at fá bóltin í málið aftanfyri Mattias H. Lamhauge, sum vardi B36 málið
nógvir vøddar settir í gongd í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tí tá verður árliga føroyameistarakappingin um at gerast Føroya sterkasti maður. Har verða átta vøddamiklir menn at síggja í harðari kapping, [...] tríggir, sum eisini vóru við í fjør, eru Bogi Hammer, Jákup Suni Berg og Finnur Poulsen, umframt at tríggir nýggir eru Heini Hátún, Johnfinn Hentze og Bjarni Joensen. Vinnarin í fjør, sum gjørdist Gunnar [...] verið heima. Tí hava fimm fyrireikað seg saman í Føroyum og tríggir í Danmark, men tað hevur eisini riggað væl. Hetta er jú ikki venjing, sum kann fara fram í einari fitness-miðstøð, men krevur serligar umstøður
meistaraliðnum í dag var Jóannes Bjartalíð, sum av álvara er í landsliðsflokki. Hann skoraði trý mál – tvey við brotsspørkum og eitt við fínum stútara eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg. Í seinna hálvleiki [...] lítla løtu seinni høgdi Dávid B. Andreasen úr 18 metrum bóltin í málið. 07 Vestur hevði ikki so nógv at bjóða uppá í framrættaða partinum, og í verjuni gekk tað illa at halda røsku gestunum. 07 Vestur – KÍ [...] 10 dystir og 30 stig. Tað er úrtøkan, nú klaksvíkingar í dýrdarveðri í Sørvági rigga til at fara til hús eftir at hava verið ein túr vestanfyri. Úrslitið boðar frá, at tað var stórur munur á liðunum, og
eins og í hinum flokkunum einir tveir persónar at profilera flokkin í valstríðnum (ikki, at flokkurin skuldi profilera einar tveir persónar, sum Áki Bertholdsen skrivar). Eg mælti ma. til, at Heini O. Heinesen [...] valstríðið hjá sínum egna flokki« á fyrstu síðu í Sosialinum mikudagin 11. mars verði eg lagdur undir at hava boykottað valstríðið hjá Tjóðveldisflokkinum í útvarpi og sjónvarpi. Áki Bertholdsen sigur seg [...] ímillum sín í útvarpi og sjónvarpi. Tað gjørdi harafturímóti Starvsnevndin hjá flokkinum (ein av teimum trimum Starvsnevndarlimunum er eisini valevni, og hon fekk, tá saman um kom, meira talutíð í sjónvarpinum
dreingirnir syrgdu leygardagin á Jóansøku fyri, at tað aftur í ár ? í hvussu so er eina ferð ? var neyðugt at skipa fyri móttøku av kappróðrarvinnara í Vestmanna. ? Vit hildu okkum liggja væl fyri, og tá ið [...] var Tummas Olsen, sum er hin lærmaðurin, eisini við til at manna Havfrúnna í fjør. Allir hinir umborð royna seg fyri fyrstu ferð í kappróðri, so tað kann ikki sigast annað, enn at tað hevur roynst væl. Elsti [...] fimtan ár. Sílið og Tjaldrið royndu at bjóða av, og Blikur var eisini væl við. Men sum í so nógvum øðrum kappingum fyrr í ár, so vísti tað seg hesa ferð, at tað ikki bar til at taka bátin, sum hevði fingið
fólk og samgongutinglimir í sambandi við lógaruppskot. Hetta skal gerast í einum felags forum, ið kortini ikki er samgongufundur. Í sokallaða foruminum tosa framsøgufólkini í flokkunum um málini, men onnur [...] Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, segði annars við Sosialin í farnu viku, at hetta kundi metast sum at seta fólkaræðið til viks. Tí hetta gjørdi, at mál vóru hálvgum samtykt, áðrenn tey komu í tingið og a [...] Nú skulu flokkarnir hava fjúrtan dagar til at viðgera málini í staðin fyri teir sjey, sum teir fyrr høvdu. Løgmaður segði við útvarpið í gjár, at tað, at samgongutingfólk verða kunnaði um málini áðrenn
av skaða í fótinum, og tað er ivasamt, um Patrick da Silva er førur fyri at spæla. Einasta liðið, sum higartil í ár hevur skorað fleiri enn eitt mál ímóti KÍ í landskappingini, er NSÍ. Úrslitið í Klaksvík [...] vunnið FM uttan at tapa, síðani B71 í 1989 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið. KÍ arbeiðir fyri at vera fyrsta felag at vinna FM uttan at tapa, síðani kappingin í 2005 varð víðkað til at fevna um 27 [...] restaðu 18 minuttir. 3. apríl vann KÍ 4-0 í Runavík. Hjá NSÍ snýr tað seg um at sleppa undan niðurflyting. Sámal Erik Hentze hevur havt ábyrgdina av liðnum í átta dystum. NSÍ hevur bara vunnið á útivølli
Oddadysturin í FTZ-deildini ímillum H71 og VÍF varð vunnin av heimaliðnum. Í fyrra hálvleiki var munurin nærum ongin á liðunum báðum, men øðrvísi var í seinna hálvleiki. Tíðliga í dystinum var líkt til [...] var tó í byrjanini av seinna hálvleiki, at dysturin varð mest sum avgjørdur. Hoyvíkingar komu á odda heili 26-20 eftir átta minuttir av seinna hálvleiki, og eftir hetta fekk VÍF ongantíð fatur í heimaliðnum [...] Neistin - 14 stig - spælt 20 dystir 7. Team Klaksvík - 0 stig - spælt 19 dystir Málskjúttarnir í dystinum í Hoyvík vóru hesir: H71: Peter Krogh 13, Mark Lausen-Marcher 10, Rúni V. Højgaard 5, Jónas Djurhuus
leita sær ráð, sigur Kim C. Petersen. Seinni í apríl fer Heini Joensen úr Vøxtri at greiða frá um hvussu tú fært eina vakra grasplenu og ger tín egna kompostdunga. Í mai verður ein fyrilestur um at sláa við [...] MBM, um ein skal fáast við nakað slag av landbrúki í Føroyum, og Kim C. Petersen sigur, at hjá MBM eru tey altíð til reiðar at veita fólkum ráðgeving. Í april og mai fer MBM tí at skipa fyri ókeypis fyrilestrum [...] Fyrsti fyrilesturin varð í gjár, tá Peder Haahr greiddi frá um eplaveltur. Næsti fyrilesturin verður um grasplenur og tann triði um at sláa við líggja. Kim C. Petersen sigur, at tað í stóran mun eru privatfólk
Í fjør larmaðu teir so mikið illa, at í ár hava fyriskipararnir av kampingøkinum á Summarfestivalinum valt at koyrt teir í útkantin av økinum. Talan er um fimm ungar menn úr Oyndarfirði og Skála, sum hava [...] eina mundið í gjár vóru 80 fólk savnað rundan um okkum her, sigur Jógvan Berg. Teir eru seks dreingir, sum búgva í kampingvognunum, og sambært teimum er Summarfestivalurin hæddarpunktið í árinum. - Eg [...] hátalari, sum spælir tónleik allan dagin – og alla náttina. - Í fjør fingu vit eina ørgrynnu av klagum, og politiið var eisini ofta her. Í gjár vóru teir eisini her og bóðu okkum dempa okkum. Men óansæð