Tað er so týdningarmikið at byrja rætt

Tað er ein vaksandi áhugi fyri burðardyggari matvøru í Føroyum, sigur Kim C. Petersen hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna.

- Tað er ein vaksandi áhugi fyri burðardyggari matvøru í Føroyum og vit síggja, at alsamt fleiri privatpersónar royna seg við høsnarhaldi ella at fáa ymiskt grønmeti at vaksa, sigur Kim C. Petersen, marknaðarleiðari hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna.

 

Torført er at koma uttan um MBM, um ein skal fáast við nakað slag av landbrúki í Føroyum, og Kim C. Petersen sigur, at hjá MBM eru tey altíð til reiðar at veita fólkum ráðgeving.

 

Í april og mai fer MBM tí at skipa fyri ókeypis fyrilestrum, fyri at kunna fólk um, hvussu ein skal fara fram, fyri at fáa besta úrslitið. Fyrsti fyrilesturin varð í gjár, tá Peder Haahr greiddi frá um eplaveltur. Næsti fyrilesturin verður um grasplenur og tann triði um at sláa við líggja.

 

Kim C. Petersen sigur, at tað í stóran mun eru privatfólk, sum luttaka á slíkum fundum, og hann hevur bitið merki í, at áhugin fyri vistfrøðiligum loysnum er vaksandi í Føroyum.’

- Tað eru fleiri, sum ynskja vistfrøðilig tøð og fóður og nátúrligan ókrútstýnara, og vit hava eisini vistfrøðilig setepli, tó at tey eru torfør at fáa hendur á, sigur hann.

 

- Tað er so týdningarmikið at byrja rætt. Byrjar tú skeivt, er øgiliga skjótt at missa mótið. Í fjør var veðrið eisini sera keðiligt, so vit vóna, at tey, ið royndu seg fyri fyrstu ferð tá, ikki hava mist mótið. Tað vænti eg tó ikki, tí seinastu dagarnar, nú sólin hevur skinið, eru fólk beinanvegin komin at leita sær ráð, sigur Kim C. Petersen.

 

Seinni í apríl fer Heini Joensen úr Vøxtri at greiða frá um hvussu tú fært eina vakra grasplenu og ger tín egna kompostdunga. Í mai verður ein fyrilestur um at sláa við líggja.

- Tað er fleiri og fleiri, sum ynskja at fara aftur til tað gamla. Nógv halda, at nýmótans sláimaskinur, kantklipparar og elektriskir líggjar larma og dálka ov illa, og tey hava tí hug at fara aftur til manuellu arbeiðskraftina, sigur Kim C. Petersen.