Dagsskráirnar eru heilt ymiskar

Hjá NSÍ snýr tað seg um at sleppa undan niðurflyting, og hjá meistarunum í KÍ snýr tað seg um metini

Í gjár vóru tað tvær vikur síðani, at KÍ tryggjaði sær 20. FM heitið. Tað varð greitt, eftir at KÍ kvøldið fyri vann 3-0 á heimavølli ímóti B68, og úrslitini dagin eftir lagaðu seg soleiðis, at tað varð greitt, at eingin hevur møguleika at fáa fatur í klaksvíkingum.

 

KÍ hevur 65 stig, og HB eigur metið, sum er 73 stig. At taka hetta metið er ein av setningunum hjá KÍ. Tað eru bara sjey mál farin ígjøgnum hjá KÍ.  Einki felag hevur vunnið FM uttan at tapa, síðani B71 í 1989 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið. KÍ arbeiðir fyri at vera fyrsta felag at vinna FM uttan at tapa, síðani kappingin í 2005 varð víðkað til at fevna um 27 umfør.

 

Málmunurin hjá KÍ er 60 – 7. So fá mál eru tað ikki farin ígjøgnum hjá nøkrum liði síðani 1985, tá ið tað vóru 8 lið í bestu deildini, og hvørt liðið spældi 14 dystir. Tá vann B68 FM við málmuninum 21 – 7.

 

Deni Pavlovic er tøkur aftur eftir vøddaskaða, og Jonn Johannesen venur aftur saman við liðfeløgunum.. Odmar Færø er framvegis darvaður av skaða í fótinum, og tað er ivasamt, um Patrick da Silva er førur fyri at spæla.

 

Einasta liðið, sum higartil í ár hevur skorað fleiri enn eitt mál ímóti KÍ í landskappingini, er NSÍ. Úrslitið í Klaksvík 29. juni var 4-2, eftir at NSÍ var frammanfyri 2-1, inntil tað restaðu 18 minuttir. 3. apríl vann KÍ 4-0 í Runavík.

 

Hjá NSÍ snýr tað seg um at sleppa undan niðurflyting. Sámal Erik Hentze hevur havt ábyrgdina av liðnum í átta dystum. NSÍ hevur bara vunnið á útivølli ímóti AB. Tríggjar ferðir er tað endað javnt, og fýra ferðir er tað endað við tapi. NSÍ hevur á heimavølli bara vunnið ímóti Skála, og tað var undan venjaraskiftinum.

 

Aron Knudsen er framvegis skaddur. Betuel Hansen er tøkur aftur eftir leikbann, og Mórits Heini Mortensen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur.