Oddadysturin í FTZ-deildini ímillum H71 og VÍF varð vunnin av heimaliðnum. Í fyrra hálvleiki var munurin nærum ongin á liðunum báðum, men øðrvísi var í seinna hálvleiki.
Tíðliga í dystinum var líkt til, at talan fór at blíva um ein málríkan dyst. Eftir 11 minuttir var støðan longu 7-7, og tað lá eisini væl fyri hjá skjúttunum at skjóta mál restina av dystinum. Á máltalvuni fylgdust liðini allan fyrra hálvleik og skiftust um at leggja seg á odda. At enda fór H71 tó til hálvleiks sum vinnari av fyrra hálvleiki við støðuni 19-18.
Tað var tó í byrjanini av seinna hálvleiki, at dysturin varð mest sum avgjørdur. Hoyvíkingar komu á odda heili 26-20 eftir átta minuttir av seinna hálvleiki, og eftir hetta fekk VÍF ongantíð fatur í heimaliðnum aftur. Endaliga úrslitið gjørdist 38-33. At 71 mál blíva skorað í einum hondbóltsdysti má sigast at vera rættiliga nógv.
Fyri hoyvíkingar merkir sigurin, at teir nú hava tryggjað sær fremsta plássið, tá ið teir 24 obligatorisku landskappingardystirnir eru spældir. Hetta gevur ein lítlan fyrimun til avgerandi finaludystirnar, tí at tá er tað H71, ið ger av, hvat av finaluliðunum byrjar á ávíkavist heima- og útivølli.
Støðan í FTZ-deildini er nú hendan:
1. H71 - 35 stig - spælt 21 dystir
2. VÍF - 28 stig - spælt 21 dystir
3. Kyndil - 23 stig - spælt 20 dystir
4. KÍF - 22 stig - spælt 19 dystir
5. StÍF - 18 stig - spælt 20 dystir
6. Neistin - 14 stig - spælt 20 dystir
7. Team Klaksvík - 0 stig - spælt 19 dystir
Málskjúttarnir í dystinum í Hoyvík vóru hesir:
H71: Peter Krogh 13, Mark Lausen-Marcher 10, Rúni V. Højgaard 5, Jónas Djurhuus 3, Pætur Thomsen 2, Hans Kári Hansen 2, Helgi Hoydal 2 og Andor Sivertsen 1.
VÍF: Filip Jojic 12, Hanus Christophersen 5, Áki Egilsnes 5, Julian Olsen 4, Heini Hanusarson 3, Agnar Joensen 2, Nuunu Lars Olsen 1 og Andrias Eriksen 1.