ógina og kringvarpslógina verða kannað av føroyingum í Føroyum. Grannskoðaratrupulleikin verður vigaður í Danmark. Tað vil við øðrum orðum siga, at ein partur av málinum verður vigaður við atliti til, [...] viðgerðini. Tað sigur seg sjálvt. Men ikki altíð undir galdandi skipan. Spurningurin troðkar á, um tað yvirhøvur er skilagott at senda gegnismál av landinum at kanna. Í løtuni er trupulleikin, at gegnisspurningar [...] . Tað hevði ivaleyst verið roknað sum trupulleiki. At sovorðið ikki er trupulleiki hjá okkum kemst av, at vit eru lítið samfelag. Um mál, sum koma einum nevndarlimi í kringvarpsnevndini ov nær, verða viðgjørd
hevur ikki tryggjað eina serstakliga støðuga skipan. Hesin arbeiðsmarknaður er eyðkendur av órógv, afturvendandi samráðingum og nógvum verkføllum. Ein av mongum orsøkum til hesa støðu er júst tann sera [...] løntakara, at arbeiðsgevarar hava gjørt úrvalssáttmálar. Heldur hevur hetta verið tí, at tað henda skipan hevur verið mett sum tann hentasti myndilin eisini fyri arbeiðsgevarasíðuna. Tað er, sum flestøllum [...] so Suðureuropa hinumegin. Suðureuropeiski arbeiðsmarknaðurin hevur verið og er framvegis eyðkendur av nógvum fakfeløgum innan sama øki. Men rákið tey seinastu mongu árini hevur tó gingið móti norðurlendska
Fólkaræðið má tí alla tíðina vera á varðhaldi. Hetta er eisini galdandi fyri okkara politisku skipan. Orðaskifti ella dialogur, opinleiki og tollyndi eru lyklaorð, tá um demokrati ræður. Talufrælsi, s [...] fyri fría vali borgarans, fyri tí umboðandi fólkaræðinum. Rætturin til at vera ósamdur er ein partur av grundvølli fólkaræðisins. Hinvegin er ta ein fortreyt fyri einum vælvirkandi fólkaræði, at orðaskiftið [...] framat á alment stuðlaðum tiltøkum. Í hesum sambandi eigur at verða víst á vandan fyri einsrætting av føroyskum ands- og mentanarlívi. Tá listaverk verða ummæld tað verið seg bøkur ella onnur list, kann
føroyingar gerast eldri og tí er ein nýskipan av eftirønarøkinum átrokandi. Her tykist tað, sum ein glotti er fyri framman og arbeitt verður við eini áhugaverdari skipan. Eydnast hetta í valskeiðinum, er tað einki
skal góðkenna sáttmálarnar hjá SEV, men soleiðis er núverandi skipan, og eigur SEV leiðslan at handla hareftir. Og tí líkist tað mest av øllum ryggloysi, tá SEV aftur forhandlar seg til ein sáttmála, [...] bukkurin er grivin. Aðru ferð á rað hevur SEV samrátt seg til ein sáttmála, sum ikki verður góðtikin av landinum. Og meðan tiltøk og verkfall varð við hóttanina seinast, fingu allir føroyingar hesa ferð [...] sjálvandi var SEV eisini vitandi um, at løgtingið ikki fór at lata landið liggja í streymloysi. Tað vildi av sonnum verið ábyrgdarleyst. Undir viðgerðini í tinginum vísti andstøðan manglandi vilja ella evni til
broyta neiligu myndina av Kina. Hvørt hetta eydnast, vil tíðin vísa, men flestu eygleiðarar eru samdir um, at hóast framstig, er Kina framvegis langt frá eini politiskari skipan, ið tryggjar grundleggjandi [...] iónir. Tað gevur stóra altjóða prestisju at hýsa leikunum, og politiska spælið kring staðsetingina av olympisku leikunum er eisini politikkur. OL er góð branding, kann verða nýtt til at vísa fram vertslandið [...] Alt, sum hendir úti í heimi, kemur okkum við so ella so. Við altjóðagerðini eru vit vorðin partur av alheiminum og mugu vit sostatt fyrihalda okkum til tað, ið hendir úti í heimi. Hartil kemur, at Føroyar
Útbúgvingin er við hesum vorðin partur av eini felags europeiskari skipan, ið nevnist Bologna skipanin. Hetta er eitt ES tiltak, ið hevur til endamáls at tryggja, at allar hægri útbúgvingar kunnu samanberast
kunnu taka seg saman og í felag byggja lutaíbúðir, sum fólk so kunnu keypa sær brúksrætt til. Hesa skipan kenna vit væl eitt nú úr Danmark, men hetta hevur ikki borið til í Føroyum. Ymsar tekniskar broytingar [...] leigulóg. Hetta skal kortini ikki skiljast so, at útleigarar hava tað alt ov gott og gera sær dælt av støðuni. Tað er hugsandi, at onkur ger tað, men vit skulu ikki skera øll yvir ein kamb. Tað eru nógvir
ar spurningar, so hevur forsetin høvuðsábyrgdina av ES politikkinum. Hetta dámar, sum vera mann, forsætisráðharranum illa, og betur verður tað ikki av, Vanhanen eisini sjálvur er valevni til forsetaembætið [...] tí politiska meginstreyminum í málum av etiskum og principiellum slagi. Hetta dámar fólki væl. Hon heldur rimmarfast við, at tað t.d. er hon sum forseti, ið ger av, um finskir hermenn skulu sendast til [...] Halonen, sum stóð til at vinna fyrsta umfar, vann fyrsta valumfar. Men Tarja Halonen, sum fekk góð 46% av atkvøðunum, verður uttan nakran iva vald í øðrum umfari um fjúrtan dagar. Her eru allir eygleiðarar
Sambandsfloksins úr Fuglafirði. Í gjár skrivaðu vit um Jenis av Rana, sum er landsstýrismaður í uttanríkismálum í samgongu, sum er undir leiðslu av Sambandsflokkinum, sum í donskum miðli skrivar, at vit kunnu [...] broytingar skulu gerast í ríkisrættarligu viðurskiftunum. – Sjálvandi skulu broytingar gerast í eini skipan, sum er frá 1948, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen. Men tað eru eisini tingfólk hjá Sambandsflokkinum [...] tail/vit-kunnu-verda-noydd-at-loysa-fra-danmark – Um so verður, at danska forstáilsið og tulkingin av grundlógini er ein forðing fyri, at Føroyar kunnu virka og røkja egin áhugamál altjóða, kunnu vit verða