Oddagrein, Við áramót

Árið, sum nú fer aftur um, hevur verið eitt hendingaríkt ár. Vit fingu nýtt landsstýri. Fullveldistilgongdin er fokin og í staðin er komin ein sjálvstýristilgongd, har ætlanin er at fáa eina breiða tjóðskaparliga semju um sjálvstýri Føroya og um uttanríkis- og trygdarpolitiskar heimildir. Tað tykist sum rættiliga breið semja er í politisku skipanini um hesa tjóðskaparligu kós. Hvussu endaliga úrslitið fer at síggja út vita vit ikki enn, tí samráðingarnar eru ikki lidnar. Vónandi koma partarnir til eina semju, sum ein breiður meiriluti av Føroya fólki kann taka undir við, so sleppast kann burturúr tí tyngjandi tjóðskaparpolitisku ósemju, sumnú leingi hevur darvað politiska arbeiðinum í Føroyum.

Búskaparliga kundi myndin havt verið ljósari. Tað gongur ikki betur enn væl i vinnulívinum. Orsøkirnar eru lágir fiskaprísir og bygnaðarligir trupulleikar. Hinvegin er ikki talan um kreppu, og samgongan hevur víst, at hon tekur trupulleikarnar í størsta álvara. Tað tykist tó, sum vinnulívðið heldur tað ganga ov seint við at koma fram við tí vinnustrategi, sum kann nýtast í einum kreppufyribyrgjandi búskaparpolitikki. Vónandi hendur nakað skjótt á hesum øki.

Á útbúgvingar- og mentanarøkinum hevur verið lívligt tjak og lívligt virksemi og sjáldan hevur mentanarpolitikkurin fingið størri rúmd í miðlunum. Mentamálaráðharrin tók øll á bóli, tá hann í eini handavending legði út- og sjónvarp saman. Hetta var ivaleyst neyðugt og tíðin vil vísa, hvussu samanleggingin fer at ávirka fjølmiðlaøkið. Her er ivaleyst ein størri liberalisering á veg og vit kunnu bert vóna, at hendan liberalisering fer at gagna øllum fjølmiðlum - eisini bløðunum, sum jú ikki eru javnstett við almennu fjølmiðlarnar men sum hava sína týðandi uppgávu í okkara demokratiska samfelag. Almennu miðlarnir fáa milliónaupphæddir, sum lurtarar og hyggjarar hava lógásetta skylu at rinda teimum. Onnur fólkaræðilig lond útjavna henda ójavna við eitt nú blaðútberingarstuðli út frá tí meginreglu, at bløðini eru eins týðandi mentanarberar og almennu loftmiðlarnir. Vónandi fer ein komandi mediukommissión at greiða hesar og aðrar átrokandi miðlaspurningar t.d. spurningin um, hvør ið skal eiga almenna sendinetið. Á heilsuøkinum er nýggja landssjúkrahúsið størsta einstaka hendingin og vónandi fara politikkarar at játta tað, sum raksturin fer at kosta - um ikki, er lítið vunnið.

Á altjóða pallinum hevur verið lítil friður. Kríggið í Irak, sum ongan enda tykist fáa, rembingarnar í eystureuropa, hungursneyðir, náttúrvanlukkur, hækkandi orkuprísir og ein skrantandi heimsbúskapur, ið er nær tengdur at metstóra hallinum á amerikonsku fíggjarlógini. Men glottar eru eisini. Hóast trupulleikar meta flestu serfrøðingar, at heimsbúskapurin fer at batna í 2005.

Føroyar eru komnar væl ígjøgnum tað árið, sum nú fer. Landið er ríkt, men tíðin er komin til,at politikkarar hyggja at, hvussu hetta ríkidømið er býtt. Alt fleiri føroyingar gerast eldri og tí er ein nýskipan av eftirønarøkinum átrokandi. Her tykist tað, sum ein glotti er fyri framman og arbeitt verður við eini áhugaverdari skipan. Eydnast hetta í valskeiðinum, er tað einki minni enn eitt politiskt bragd. Vit fara nú inn í eitt nýtt ár. Eingin uttan Várharra veit, hvussu hetta nýggja árið fer at vignast, men vit eiga øll vónina um eydnu og framgongd. Vónin er alt og henni mugu vit ikki sleppa. Okkara tankar leita tí eisini til teirra, sum vegna sorg ella persónligar trupulleikar hava tungt við at varðveita vónina. Blaðið ynskir øllum Føroya fólki eitt gott og signað nýttár og takkar samstundis øllum, sum vit hava havt samband við fyri gott samstarv við vónini, at vit við framhaldandi góðum samstarvi kunnu geva føroyingum úti sum heima eitt enn betri blað í 2005.