Oddagrein Heilsa og røkt – ein merkisdagur

Í dag fingu fyrstu bachelorarnir í sjúkrarøktarfrøði prógvini á stórum hátíðarhaldi í veitlsuhøllini á Landssjúkrahúsinum. Fyri fýra árum síðani varð nýggj útbúgving fyri sjúkrasystrar sett á stovn. Samstundis skiftu sjúkrasystrar navn til sjúkrarøktarfrøðingar. Við hesum var markerað, at her veruliga var talan um eitt skifti. Við nýggju skipanini gjørdist útbúgvingin ein akademisk útbúgving, og tey lesandi fáa heitið BS í sjúkrarøktarfrøði. Limirnir í hesum fakbólki gerast sostatt bachelorar.

Útbúgvingin er við hesum vorðin partur av eini felags europeiskari skipan, ið nevnist Bologna skipanin. Hetta er eitt ES tiltak, ið hevur til endamáls at tryggja, at allar hægri útbúgvingar kunnu samanberast og skullu kunna nýtast á jøvnum føti uttan mun til, hvar í Evropa, tú enn ert staddur. Eisini skal henda skipanin lætta um tilgongdina til víðari lestur, uttan mun til, hvar ein ynskir at lesa.

Dagurin í dag er sostatt ein merkisdagur fyri føroyska útbúgvingarverkið. Dagurin í dag er tó fyrst og fremst ein merkisdagur fyri tey lesandi, ið sum tey fyrstu í Føroyum gerast bachelorar á økinum. Tær, sum fyrr í dag fingu handað prógvini, eru sum tær fyrstu við nýggju útbúgvingini í eini serstøðu. Tær eru í fokus og hesin dagur er framum alt teirra dagur, og vit nýta høvi at ynskja teimum og skúlanum tilukku. Alt bendir á, at skúlin hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiði, og hetta er sera jaligt í eini tíð, har øll høgga í skúlaverkið.

Í triðja lagi er hetta ein merkisdagur fyri føroyska heilsuverkið. Sum gongdin í samfelagnum er um alt Evropa, so tykist sum tørvurin á dygdargóðari heilsurøkt bara gerst størri og størri fyri hvørt ártíggju. Vit leggja okkum allar vesturheimsins lívsstílsjúkur til. Vit gerast øll eldri og eldri, samstundis sum tey, ið skulu røkta okkum, tá vit gerast gomul og sjúk, gerast færri og færri. Hetta er ein tann størsta avbjóðingin í Evropa í dag. Á hesum sum á so mongum øðrum økjum líkjast vit tí framkomna umheiminum.

Við bakgrund í hesari samfelagsstøðu er tað tí í tøkum tíma, at landsins myndugleikar hava nútímansgjørt hesa týdningarmiklu útbúgving. Hetta snýr seg tó ikki bert um røkt men um fyribyrging. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett fólkaheilsuna í fokus. Í hesum høpi hevur nýggja útbúgvingin stóran týdning, og vónandi fer nýskipaða útbúgvingin at gera munin her. Samantikið er dagurin ein stórur dagur fyri allar partar.
Sosialurin