Klaksvík. Tey átta umboðini, sum norðoyingar hava í tingi og í landsstýri, heilsaðu samkomuni, og tað, sum kom fram, var áhugavert og onkuntíð skemtingarsamt. Men hjá teimum, sum vóru til staðar, var tað samkoman [...] unum. Mynstrið Tað vóru fleiri til staðar, sum fingu um endan á útróðrinum krígsárini, og sjálvsagt vóru uppaftur fleiri, sum minnast velduga útróðurin, sum í fimtti árunum var grundarlagið undir menning [...] um og inntøku hjá bæði teimum, sum áttu og teimum, sum vóru við til at manna skip og virkir. Nógvu av luttakarunum á sjómansheiminum 1. hvítusunnudag eru ikki fólk, sum í samkomu reisast og greiða frá
Fyrireikingarnar hava verið umfatandi, sigur Terji, sum situr heima í sofuni og roynir at savna tankarnar eitt sindur, sum mala í heysinum á honum. Hann er týðiliga stressaður av øllum roksinum og tónleikinum [...] í fløguspælaran heima. Men um tit vilja sleppa á konsert við teimum, so skulu tit helst skunda tykkum. Forsølan byrjar í dag og tað er bara pláss til 400 fólk í Norðurlandahúsinum. Sum ongantíð fyrr F [...] góða er, at alt hevur riggað, sum ætlað, sigur Terji. Eg havi ongantíð verið við til at gera so nógv burturúr áður. Professionelt Jón McBirnie hevur staðið fyri upptøkunum, sum hava verið gjørdar í JacZak-studio
fyri nógvar pengar. Tí kunnu øll fáa upplýsingar um føroyingar uttanlands, men heima hjá okkum sjálvum ber ikki til sum er, sigur Sámal Bláhamar. Við einari samskipan, har alt verður savnað á einum databasi [...] ættargranskarar og telduáhugað savnast, er at fáa skipa ein felags databasa fyri føroyingar, bæði her heima og føroyingar úti í heimi. Ein slíkur databasi skal gerast og brúkast í ættargranskinghøpi. Á stevnuni [...] sett í morgun, síðani verða fyrilestrar hildnir av fólki, ið hava kunnleika innan ættargransking og sum hava undirvíst í hesum, og seinnapartin verður pallborðsfundur, har luttakararnir hava høvi at seta
fáa hug at vitja land okkara tá tey síggja slíkar vakrar myndir. Tað eru tó ikki bara ferðafólkini sum fáa gleði av kalendaranum. Nógvir føroyingar uttanlands hava kalendaran hangandi og tá »heimlongsul« [...] vakran kalendara at hyggja at. Men myndakalendarin verður eisini brúktur til annað. Á baksíðuni er sum vanligt ein rúgva av praktiskum upplýsingum um Føroyar og tað skal sigast útgevarunum til rós, at teir [...] 1999 prentaður í Íslandi. Prenttjónustan og Oddi í Reykjavík hava staðið fyri prentingini og arbeiðið ver væl úr hondum greitt.
ígjøgnum fjalli, at eitt kríggj er brostið á fyri nøkrum árum síðani, og at tey flýggja undan surpatunum, sum eru hermenn úr Non Surgod. Børnini er um tólv ára aldur, hava sitið í fangalegu í fýra ár, eftir at [...] somuleiðis ein eydnusælur heimur inni í fjallinum, har Tey Elstu búgva. Hesi eru eitt slag av varðeinglum, sum eru ósjónlig, uttan tá ið tey vilja vísa seg. Hiðani fara børnini út aftur í tann stríðandi heim at [...] einræðisharranum Nimrod og hansara hermonnum. Og eftir sorg og vónir, vandar og sigrar verður endin, sum hann eigur at vera. »Leiðarljós« er ikki á Tolkien-støði - minni enn so - men kortini í mangar mátar
fegnast um ein sigur, sum gjørdist størri, enn nakar, sjálvt estlendingar, høvdu ímyndað sær bert tveir tímar frammanundan. Vánaligur hugburður Tá eitt lið, sum ein frammanundan hevði mett sum møguligan vinnara [...] eftirlýsti tí sonevnda »Landskrona-andanum«, sum fyrr hevur givið Føroyum vøkur úrslit heim aftur til landið. Menn sum Todi Jónsson og Julian Johnsson, sum spæla uttan fyri Føroyar, hava ikki spælt ein [...] megnaði ikki at forða fyri málinum. Hetta kom illa við hjá føroyska liðnum, sum fram til tá ikki hevði spælt verri enn heimaliðið. Sum heild høvdu teir umleið 4.000 áskoðararnir ikki sæð teir stóru málmøguleikarnar
FSF-formaðurin Torleif Sigurðsson sat heima í Klaksvík og fylgdi dystinum í sjónvarpinum. Hann er sum onnur eisini harmur um, at tað skuldi gangast føroyska landsliðnum so illa. ? Tá vit hugsa um útgangsstøði [...] dystinum við tíggju monnum, men persónliga saknaði eg optimismuna og viljan, sum vit hava sæð fyrr, sigur Torleif Sigurðsson, sum kallar dystin í Tallinn ein stóran off-dag hjá føroyska landsliðnum. Leita [...] syndabukkum, og tað eru partvíst eisini fjølmiðlarnir, sum eru sekir í hesum. Tað at vit spældu og vunnu ein vinardyst í Estlandi í fjør við einum liði, sum partvíst var eitt eykalið, hevur gjørt, at fólk hava
vunnið ein ? á Svangaskarði móti B68, og tann sigurin var so lítil sum gjørligt, nevniliga 1-0. Annars er tað blivið til ósigrar móti VB heima og NSÍ og HB úti, meðan heimadysturin móti KÍ og nú seinast útidysturin [...] álopinum gongur striltið. Í Sumba var tað verjuspælarin Poul Ennigarð, sum skeyt einasta málið hjá GÍ í dystinum. Ungir menn sum Leivur Hansen og Magni Jacobsen eru so smátt farnir at gera seg galdandi [...] kann tað bert ganga ein veg, heldur Pauli Jarnskor, sum er ein av veteranunum á GÍ-liðnum í dag. ? Tað er eitt sindur løgið, tí undir venjing er alt sum tað plagar, og geisturin er stórur, sigur hann og
barnagarðinum, sum sluppu í Venjingarskúlan, og hon er ikki komin fyri seg síðani. Tað kann lætt henda fyri mína dóttir eisini. Børn eru ikki heima í dag í sama mun sum fyrr, vinarbondini, sum tey knýta eru [...] Tróndur og Billa Sandoy, sum eru seks og níggju ára gomul, hava sum systkin fylgst alt teirra lív, í barnagarðinum, í frítíðini og í grannalagnum. Men stendur tað til Tórshavnar býráð og Venjingarskúlan [...] lan fyri tveimum árum síðani, men slapp kortini. Og Billa, sum nú skal í skúla fyri fyrstu ferð, bíðar í løtuni eftir svari uppá kæruna, sum foreldur hennara saman við foreldrunum at hinum 21 børnunum
tríggjar viku, til hann skuldi taka við álitisstarvinum sum virkandi løgmaður. Talan er um nýggja landsstýrismannin í oljumálum, Eyðun Elttør, sum í vikuni fekk ein ?uriaspost? at røkja, nú nærum alt l [...] fegin um nýggja starvið sum landsstýrismaður. -Eg havi glett meg hvønn dag at fara til arbeiðis. Umhvørvið her er so ótrúliga gott. Eyðun Elttør hevur fyribils fingið sæti í hølunum, sum fíggjarmálaráðharrin [...] áhugavert at hitta umboð fyri útlendska oljuídnaðin sigur Eyðun Elttør, sum vónar at fáa eitt gott samskifti við tey feløg, sum ætla at vera við í oljuleitingini við Føroyar. Eru stundir til at hitta onnur