ein av trúgvu vinunum hjá Summar Festivalinum og hevur framført fleiri ferðir áður á festivalinum. Hansara framførslur hava altíð verið framúr góðar, og tað er hugaligt hjá Summar Festivalinum at bjóða Jens [...] Jens Marna væl komnan á Summar Festivalin 2014, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Fyrireikararnir siga, at forsølan gongur sera væl, og at roknað verður við sera stórar áhoyrarafjøld á ársins
Robin Beck verður við, tá ið bólkurin Legends Voices of Rock fer á pallin á Summar Festivalinum. Tað boðar Summar Festivalurin frá í dag. Frammanundan er kunngjørt, at sangararnir Joe Lynn Turner [...] Beck fer at syngja sínar kendastu sangir á Summar Festivalinum í august, tá ið hon fer at verða partur av stóru amerikansku Legends-konsertini. Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.
fyri ein føroysk søga, eg við mínum donsku brillum fái fortalt? Eg kann royna at vera saklig og annars gera mítt kanningararbeiði so gjølla, sum til ber. Men tá samanum kemur, verður ein søga jú altíð litað [...] rnar á túrinum í bókini, er tað, sum hendir fyri Kára umborð, í allar mátar ein fiktiv søga. Men ein fiktiv søga skal framvegis verða sannførandi. Fyri meg hevði tað til dømis illa borið til lýst løgna [...] standa kuffertini pakkaði. Í tí, hon setur seg við borðið, avdúkar rithøvundurin Lisbeth Nebelong, at summarfuglarnir í búkinum leika í ríkiliga í beint nú. Ikki av at skula í flogfarið til Danmarkar um eina
Summar Festivalurin kunnger í dag, at Lea Kampmann og Hans Andrias spæla á ársins festivali. Lea Kampmann er millum ungu og evnaríku tónleikararnar í landinum. Hon skrivar og syngur sveimandi popptónleik [...] Blue«, sum er nógv róst. Lea hevur longu vunnið FMA heiðursløn og fer at framføra við bólki sínum á Summar Festivalinum í ár. ##med2## Hans Andrias er sangskrivari og tónleikari, sum hevur seinastu sjey árini [...] landið og alt meira í útlandinum eisini. Hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri sín tónleik. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.
sangirnar, og hann kemur á Summar Festivalin at spæla allar teir kendu ADHD-sangirnar. Sangirnir hjá ADHD hava serliga fangað tey ungu, og lagt verður upp til festliga veitslukonsert á Summar Festivalinum í august [...] sangirnir, sigur Frederik Dyrby, sum umframt ADHD-sangirnir eisini hevur skrivað hitt til onnur. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.
fólkum, sigur Annbjørg S. Abrahamsen, sum saman við Jógvani á Høvdanum fekk ein helt serligan Summar Festival. Skuldi vera óvanligt Jógvan á Høvdanum vildi fríggja til unnustuna á ein hátt, tey ongantíð [...] Tað vóru mong, ið gjørdust heldur bilsin, tá konsertin hjá Dynamit á Summar Festivalinum brádliga bleiv steðgað, tí ein maður tók mikrofonina og rópti unnustu sína upp á pallin. Maðurin var Jógvan á Høvdanum [...] framførsluni hjá Dynamit. - Eg hevði ongantíð hugsað, at eg endiliga skuldi fríggja til Annbjørg á Summar Festivalinum, men nú tá eg allíkavæl skuldi á pallin, helt eg, at tað fór at verða tað perfekta høvið
R7 TØRVAR ÁBØTUR Nú er hylurin í ringum standi, og hóast hann hevur verið nógv brúktur hvørt summar, so er tað nógva av betonginum máað burtur. Seinastu árini hevur hann ikki verið tømdur, og tað [...] fáa gongd á arbeiðið at umvæla svimjihylin í Svínoy. KOMMUNAN EIGUR FÍGGJANDI LEIKLUTIN Hvørt summar hevur hylurin verið til gleði fyri svínoyingar og vitjandi. Góðveðursdagar hava bæði børn og vaksin [...] borist oman í bygdina. Nú eru svínoyingar bangnir fyri, at hylurin ikki fer at kunna brúkast í summar, tí tað hevur gingist so illa við at fáa kommununa at fíggja umvælingina av honum. Vit svínoyngar
Hans Andrias Jacobsen, Annika Malunardóttir og Jákup Eli Joensen verða við á ársins Summar Festivali í Klaksvík. Hesum hevur festivalurin boðað frá fyri løtu síðani. Tey trý hava á ymsan hátt gjørt vart [...] hópin av framførslum kring landið. Hann hevur í ár verið í studio og innspælt nýggjar sangir, og á Summar Festivalinum fer hann at spæla nakrar av hesum sangum umframt onkran, sum hann áður hevur givið út [...] í ár. Annika hevur givið sangin ”Life” út, og hon hevur havt einstakar framførslur. Annika fer á Summar Festivalinum at framføra á pallinum á Torginum, og hon fer at tríva í sangir, sum hon hevur skrivað
Tveir amerikanskir rocksangarar við stórum hittum í viðførinum koma á Summar Festivalin í august Ein av stóru konsertunum á Summar Festivalinum í fjør var konsertin við rocklegendunum úr USA. Aftur í ár [...] at framføra á landsins størsta festivali. Joe Lynn Turner, sum hevði eina av bestu framførslunum á Summar Festivalinum í fjør, verður við aftur á festivalinum í ár, og afturat honum verður eisini Eric Martin [...] tiltikin fyri sína framúr góðu rockrødd, og hóast hann er komin nakað upp í árini, upplivdu gestirnir á Summar Festivalinum í fjør, at Joe Lynn Turner framvegis kann syngja teir stóru rockslagararnar sannførandi
Rappbólkurin Swangah og rockbólkurin Hamradun verða við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík í august. Swangah er framfýsin rappbólkurin, sum gav sínar fyrstu sangir út í 2011. Teir hava [...] odda fyri bólkin er mergjaði sangarin Pól Arni Holm. Hamradun hevði eina framúrskarandi framførslu á Summar Festivalinum í fjør, og teir eru til reiðar at endurtaka stóru løtuna á ársins festivali. Hamradun [...] fremstu tónleikarum, sum hvør í sínum lagi hava verið virknir á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.