Robin Beck á Summar Festival

Amerikanska rocksongkvinnan Robin Beck verður við, tá ið bólkurin “Legends – Voices of Rock” fer á pallin á Summar Festivalinum. Tað boðar Summar Festivalurin frá í dag.

 

Frammanundan er kunngjørt, at sangararnir Joe Lynn Turner, Bobby Kimball og Bill Champlin verða partur av Legends-konsertini, og nú kemur Robin Beck eisini afturat teimum.

Robin Beck er ættað úr New York, og seint í 1980’unum var hon ovast á fleiri hitlistum við sanginum First Time, sum kom víða, tí hann varð nýttur í eini sjónvarpslýsing fyri Coca-Cola.

 

Robin Beck byrjaði sum kórsangari hjá ymsum bólkum og sangarum í USA – eitt nú Chaka Khan og Leo Sayer. Í 1988 fekk hon veruliga gongd á yrkisleiðina, tá ið hon toppaði fleiri hitlistar við sanginum First Time, og eftir tað fekk hon eisini hitt við sangum sum Save Up All Your Tears og balladuni Tears In The Rain.

 

Útgávan Trouble Or Nothing, sum kom út í 1989, var framleidd av kenda sangskrivaranum og framleiðaranum Desmond Child, og sangirnir vóru skrivaðir av hittmakarum sum Dianne Warren, Billy Steinberg og Holly Knight. Robin Beck hevur verið virkin við útgávum og framførslum øll árini síðani, og í ár hevur hon givið fløguna Underneath út. Robin Beck fer at syngja sínar kendastu sangir á Summar Festivalinum í august, tá ið hon fer at verða partur av stóru amerikansku Legends-konsertini.

 

Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.