Rappbólkurin Swangah og rockbólkurin Hamradun verða við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík í august.
Swangah er framfýsin rappbólkurin, sum gav sínar fyrstu sangir út í 2011. Teir hava yrkt, rappað og spælt, so tað stendur eftir hesi árini síðani. Swangah hevur nógv upp á hjartað, og teir bæði revsa og rósa í sínum eyðkendu rappsangum, sum eisini kunnu hava fangandi niðurløg. Swangah hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri bæði tónleik og yrkingar, og nú eru teir til reiðar at taka Vágsbø aftur.
##med2##
Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við munadygt gittarspæl og sevjumikið rockstev, og á odda fyri bólkin er mergjaði sangarin Pól Arni Holm. Hamradun hevði eina framúrskarandi framførslu á Summar Festivalinum í fjør, og teir eru til reiðar at endurtaka stóru løtuna á ársins festivali. Hamradun sum bólkur varð stovnaður í 2015, og umframt Pól Arna telur bólkurin eisini nakrar av okkara fremstu tónleikarum, sum hvør í sínum lagi hava verið virknir á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.