Hans Andrias Jacobsen, Annika Malunardóttir og Jákup Eli Joensen verða við á ársins Summar Festivali í Klaksvík. Hesum hevur festivalurin boðað frá fyri løtu síðani.
Tey trý hava á ymsan hátt gjørt vart við seg í føroyskum tónleikalívi og verða við á landsins størsta tónleikatiltaki, sum verður hildið í døgunum frá 6. til 8. august.
Hans Andrias má sigast at hava ment seg til meira enn “bara” eitt stjørnuskot seinnu árini. Hann skrivar nógvan tónleik sjóalvur, og hann hevur havt hópin av framførslum kring landið.
Hann hevur í ár verið í studio og innspælt nýggjar sangir, og á Summar Festivalinum fer hann at spæla nakrar av hesum sangum umframt onkran, sum hann áður hevur givið út.
Stílurin hjá Hans Andriasi er amerikana rokkur og myrkur fólkatónleikur, og afturat sær hevur hann bólk við fýra tónleikarum.
15 ára gamla Annika Malunardóttir er ein av nýggju tónleikarunum, ið hevur gjørt vart við seg í ár. Annika hevur givið sangin ”Life” út, og hon hevur havt einstakar framførslur.
Annika fer á Summar Festivalinum at framføra á pallinum á Torginum, og hon fer at tríva í sangir, sum hon hevur skrivað.
Jákup Eli Joensen fekk sítt stóra gjøgnumbrot sum tónleikari, tá ið hann útgav sangin Vanja, sum var eitt av størstu hittunum í Føroyum í 2011. Sangurin varð kosin Ársins sangur á Planet Awards hetta árið.
Jákup Eli hevur verið sera virkin sum sangskrivari, og hann hevur støðugt givið tónleik út síðani 2011.
Í ár verður Jákup Eli at hoyra á Summar Festivalinum, har hann fer at spæla sangir, hann hevur skrivað gjøgnum árini.