Tað vóru mong, ið gjørdust heldur bilsin, tá konsertin hjá Dynamit á Summar Festivalinum brádliga bleiv steðgað, tí ein maður tók mikrofonina og rópti unnustu sína upp á pallin. Maðurin var Jógvan á Høvdanum, og kvinnan, sum heldur ovfarin trein upp á pallin, var Annbjørg S. Abrahamsen.
- Tá eg stóð á pallinum, hugsaði eg bara, at nú mátti eg ikki fara at gráta framman fyri 10.000 fólkum, sigur Annbjørg S. Abrahamsen, sum saman við Jógvani á Høvdanum fekk ein helt serligan Summar Festival.
Skuldi vera óvanligt
Jógvan á Høvdanum vildi fríggja til unnustuna á ein hátt, tey ongantíð skuldu gloyma, og tí valdi hann at gera tað undir framførsluni hjá Dynamit.
- Eg hevði ongantíð hugsað, at eg endiliga skuldi fríggja til Annbjørg á Summar Festivalinum, men nú tá eg allíkavæl skuldi á pallin, helt eg, at tað fór at verða tað perfekta høvið at biðja hana um at giftast við mær, sigur Jógvan á Høvdanum. Fyri nøkrum vikum síðani skipaði Føroya Tele fyri einari kapping, har vinningurin var at sleppa at framføra saman við bólkinum Dynamit á Stóra Palli á Vágsbøi. Jógvan á Høvdanum luttók í kappingini, tí hann var als ikki í iva um, at hetta skuldi verða løtan, hann skuldi fríggja til unnustuna. Jógvan á Høvdanum var so heppin at gerast ein av teimum trimum vinnarunum, sum skuldu upp á pallin saman við Dynamit.
- Eg havi altíð vitað, at løtan, tá eg skuldi fríggja til Annbjørg, skuldi vera heilt serlig og gjarna eitt sindur óvanlig, og hvat er meira serligt enn at fríggja til unnustuna framman fyri eini 10.000 fólkum, greiðir Jógvan á Høvdanum frá. Hann og Annbjørg S. Abrahamsen hava verið par síðani oktober í fjør og búgva saman í Kunoy.
- Eg var rættiliga vísur í, at hon fór at siga ja, annars hevði eg nokk ikki gjørt tað.
Málaður sum Kiss
Jógvan á Høvdanum vildi gera nógv burturúr, og tí hevði hann eitt nú málað seg á andlitið júst eins og sangararnir í rokkbólkinum Kiss.
- Nakað áðrenn eg skuldi á pallin, málaði eg andlitið, og tað var fyri at gera eitt ordans show. Harafturat eri eg eisini kendur fyri at tekna, og tí var hetta eisini ein máti at promovera meg sjálvan, greiðir Jógvan á Høvdanum frá. Við sær á pallin hevði hann eitt stórt skelti við áskriftini “Vilt tú giftast við mær”.
- Eg var øgiliga nervøsur alt kvøldið, og hugsaði alt møguligt. Hóast eg roknaði við, at alt fór at ganga eftir ætlan, og Annbjørg fór at siga ja, so hugsaði eg eisini, at um hon nú av eini ella aðrari orsøk segði nei, so fór tað at verða eitt øgiligt sjokk, sigur Jógvan á Høvdanum, sum hevði syrgt fyri, at unnustan stóð heilt uppi við pallin, meðan konsertin hjá Dynamit var.
- Eg segði bara við hana, at eg var nokkso nervøsur, um at skula syngja ein sang saman við Dynamit, og tí vildi eg hava, at hon stóð fremst til konsertina.
Visti av ongum
Annbjørg S. Abrahamsen visti als einki um fríggjaríið, tá hon fór oman á Vásbø fríggjakvøldið og stillaði seg beint framman fyri pallin fyri at stuðla Jógvani.
- Hann hevði fleiri ferðir sagt við meg, hvussu umráðandi tað var, at eg stóð fremst, og tí var tað eisini tað, eg fyrst og fremst hugsaði um, tá eg fór til konsertina hjá Dynamit, sigur Annbjørg S. Abrahamsen, sum gjørdist ikki sørt bilsin, tá hon brádliga bleiv biðin um at koma upp á pallin.
- Eg bleiv rættiliga kløkk, tí eg visti veruliga einki um ætlanina hjá Jógvani, sigur Annbjørg S. Abrahamsen, sum als ikki var í iva um, hvat hon skuldi svara, tá Jógvan las upp tað, sum stóð skrivað á skeltinum.
- Sjálvandi segði eg beinanvegin ja, men eg má viðganga, at eg stríddist við ikki at gráta, tí tað var so ótrúliga romantiskt, fitt og ikki minst eitt stórt yvirraskilsi, sigur Annbjørg S. Abrahamsen. At Jógvan á Høvdanum valdi at fríggja til hana framman fyri 10.000 festivalgestum, heldur hon bara vera stuttligt.
- Tað er akkurát Jógvan, at gera tað upp á handan mátan, so á tann hátt yvirraskar tað meg ikki, at hann valdi ein heldur óvanligan máta at fríggja til mín. Tað var surrealistisk og so fantastiskt, at eg hevði als ikki brúk fyri meira festivali aftaná.
Eingin hoyrdi svarið
Tá Annbjørg S. Abrahamsen hevði givið Jógvani á Høvdanum sítt ja, og fóru út millum allar festivalgestirnar, var tað ein spurningur, sum øll vildu hava svaraðan.
- Ein stórur partur av áskoðarunum høvdu ikki hoyrt, hvat eg svaraði Jógvani, av tí at eg ikki hevði mikrofon, og tí spurdu tey øgiligt, um eg hevði svarað honum ja, greiðir Annbjørg S. Abrahamsen frá.
Jógvan á Høvdanum var sum vera mann glaður og ikki sørt errin, tá tey bæði gingu á festivaløkinum sum nýforlovað.
- Eg haldi, eg kann siga, at minuttirnir uppi á pallinum saman við Annbjørg, er størsta løtan í lívinum. Eg var ótrúliga lættaður, tá tað var yvirstaðið, og vit bæði kundu spáka millum festivalgestirnar, sum allir ynsktu okkum tillukku, sigur Jógvan á Høvdanum. Hóast tey ikki hava havt ítøkiligar ætlanir um at giftast, so hava tey nakrar ferðir leystliga prátað um tað.
- Vit hava bæði hugsað, at tað verður nokk einaferð, at vit skulu giftast, men meir enn tað, hevur tað ikki verið. Men nú kunnu vit so av álvara fara at planleggja eitt brúdleyp, sigur ein ovurfegin Annbjørg S. Abrahamsen, og komandi maður hennara leggur afturat:
- Vit hava ikki funnið ein endaligan dato enn, men vit ætla, at brúdleypið skal verða, áðrenn eitt ár er liðið.










