bordell og banka uppá. Vit siga, at vit koma frá eini kirkju, og at vit bara ynskja at lata tær vita, at vit hugsa um tær, og at tær ikki eru gloymdar. Silvia greiðir frá, at tær aloftast verða móttiknar við [...] - Eg visti ikki av, at støðan var so ring, sum hon er. Eg trúði ikki, at tað eru so nógvar kvinnur, sum liva undir so vánaligum korum her hjá okkum. Onkrastaðni hava kvinnurnar bara eitt pinkalítið rúm [...] aldrin í lívinum blivin so illa skeldað, sum síðani eg fór at arbeiða sjálvboðið, greiðir Silvia frá. - Men hóast tað av og á er torført, má eg bara allatíðina minna meg sjálva á, hvat tær hava upplivað
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum við fullari útrykning, sum merkir bæði sløkkiliðsbilar, sjúkrabilar umframt politibilar. Eitt skifti var óttast fyri, at fólk vóru í húsunum, men so skjótt nóg trygt var [...] rættiliga illa farin, og serliga eystara síðan er merkt av eldsbrunanum. Nógvur roykskaði var eisini. Tað gekst væl at fáa rassaft við eldinum, og um áttatíðina var tamarhald á støðuni. Kriminalfólk á staðnum [...] morgun kundu einki siga um orsøkina til eldin. - At tryggja, at fólk ikki eru í vanda, hevur fyrstu raðfesting, síðani at tryggja húsunum. Tað ber einki til at siga um orsøkina enn, tí fyrst má alt kólna,
tá fólk tordu at trúgva upp á alt. Alt bar til, sigur Hans Fróði. Tað merkist greitt á honum, at hann metir hetta er ein góð tíð at veksa upp sum fótbóltsspælari. Undangongumenninir tora at trúgva, ófyrigevandi [...] sum aldrin hevur trivist so væl sum nú. Tað eru ikki mørk fyri hvat tú kanst og hvussu langt tú kanst røkka. Tað krevur at tú trýr upp á tíni evnir, og at tú fær ein møguleika at mennast. Við íblástri úr [...] viðhaldsfólkunum. Hans Fróði kennir á sær, at LÍF ikki kann geva honum tær avbjóðingar, sum hann ynskir. Tað eru boð eftir honum av Toftum, men tað er torført at venda barndómsfelagnum bakið. Fleiri
tal við miðlarnar – uttan so, at hetta var beinleiðis tengt at dystum hjá landsliðnum. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at venjarin eisini kundi hjálpa, tá á stóð. Dagin eftir, meðan dysturin varð spældur [...] søgdu, at nú høvdu Allan og hansara menn etið fleiri maltíðir í tveir dagar, og enn hevði eingin sæð teir goldið fyri nakað. Og so kundi tað annars gera tað sama, at Allan royndi at greiða frá, at sjálvandi [...] fatur á Jens Erik Magnussen, sum var ferðaleiðari á ferðini. Nakrar minuttir seinnu høvdu nakrir amerikanskir dollarar skift hendur, og so slapp Allan við hvøkkinum. Tað var sjáldan, at Allan fekst á tal
Málið er at koma á føroyska landsliðið. Atli ætlar sær at prógva fyri landsliðsvenjaranum, at hann er nóg góður. – Eg hugdi nokk eitt sindur niður á føroyskan fótbólt tá, men tað vísti seg ikki at vera so [...] dugi eg at síggja, at tað var gott at leggja saman, men tá var tað tungur biti at svølgja, sigur núverandi liðskiparin hjá Víkingi. GÍ sigldi í tungum sjógvi, og ongin orka var eftir til at halda felagnum [...] vísti seg at verða stuttligt at verða við at byggja nakað upp frá nýggjum, sigur Atli víðari. Um summarið eru so landsliðsboð eftir Atla Gregersen. Nýggjur landsliðsvenjari er írin Brian Kerr. Atli verður
Bretlands, fær Dollin boð um, at kanningar hava víst, at ákærurnar móti honum vóru falskar ella í minsta lagi alt ov nógv avgjørdar, og tí var heimkallingin afturkallað. Nú er tað, at henda søgan veruliga [...] patrónir. Tí vóru so nógv fólk, har onnur hondin var kvett av. Dollin ger bart í Bretlandi Dollin kemur aftur til Bretlands um 10. oktober 1903, og hann brennir eftir at fara í holt við at kunna bretar [...] er fram, eftir at bókin kom út. Tað er skrivað av Ruth Slade í bók um leiklutin hjá bretskum missiónsfeløgum í Congomálinum. Hon skrivar beinleiðis, at umrøddi Morel royndi at fáa Dollan at ávirka
Tað tekur tveir tímar bara at koma á opið hav. Tað byrjar so smátt at ganga upp fyri teimum, at hetta vist nokk ikki var eitt serliga gott hugskot. – Tá aldurnar vóru upp á tað hægsta sóu vit ikki land [...] havi stundir at steðga á at hugsa um tingini, sigur Jákup. Hann vísur somuleiðis á, at hann má tveitast í kjallarin tá Manchester United spælir, tí hann er so íðin. – Tað er næstan ótrúligt, at eg ikki skal [...] metið. – Mentalt eri eg klárur at spæla fleiri ár afturat, so um beinini vilja tað, so ætli eg mær at taka metið, sigur Jákup á Borg at enda. Prince liggur og snorkar á sofuni. Kaffe er blivið kalt og
sótu so illa um sátt, at teir lógu hvørjum øðrum eftir lívinum. Ein dagin, teir vóru burtur í haga, kom so snøgliga eitt myrkur niður yvir teir, og teir gjørdust so ræddir, at teir lovaðu olmussu at vera [...] bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og fara at venda aftur til hana at fáa greiðu [...] nevndur tann fyrsti vísindamaðurin, av tí at hann altíð royndi at finna svar á spurningar á vísindaligan hátt, í staðin fyri sum vanligt hevði verið at víst á gudar ella aðrar metafysiskar frágreiðingar
skýmingini tók Pride bátin upp á sleip fyri so at siga at koma upp á pláss aftur. Tá var tað, at báturin skrædnaði. Tað eydnaðist sundamanninum, sum var í bátinum, at sleppa upp á Pride aftur, meðan hinir fýra [...] ímillum, at vit eru á sjónum. Tað var annars sjógvurin, sum bant bygdir og oyggjar saman. Ólíka lagaligari var tað ofta at seta seg í bátin og verða fergaður upp á pláss í staðin fyri at leggja á fjøllini [...] og ættum onkran, sum er farin á sjónum. Tí kennist tað so viðkomandi og bærligt, at vit alla halgannadag á hvørjum ári steðga á og minnast teir, sum fóru og ikki bóru boð í bý. J. Símun Hansen tekur soleiðis
felag bjóðar upp á meg, so taki eg av, sigur Símun víðari. Tað er ikki bara tí at Símun vil sleppa uttanlands aftur at spæla, at hann heldur hurðini á glopp. Tað er eisini ein máti at motivera seg sjálvan [...] fær hann at vita, at omman í Vági er deyð. Beiggi Símun, Jón, og mammubeiggin, Petur, standa og bíða eftir honum, tá hann kemur av vøllinum. Símun fer at heilsa upp á, og teir greiða frá, at hon doyði [...] reglugerðin. Símun hyggur upp á klokkuna og sær, at hetta fer at knípa. Hann pakkar í ein fart og drønar á flogvøllin. Hann lendir í Olso stutt eftir klokkan 23, og skal verða á Ullevaal leikvøllinum áðrenn